mikudagur 6. juli 2011síða 40
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
vika 27 l 4. juli 2011
8
stjórin
Vilmund Jacobsen
Fiskamarknaður Føroya (FMF) varð
stovnaður í 1992. Tey fyrstu árini var
Ditleif Eldevig stjóri og síðan John
Nielsen. Triði stjórin í røðini á FMF er
Jens Christian Olsen, sum framvegis
er ovasti leiðari í føroyskum uppboðs
søluvirksemi.
Í nøkur ár var uppboðssøla og land
ingarmiðstøð í einum og sama felag,
men sum árini gingu, varð uppboðs
søla og landing skild sundur, soleiðis
at vit nú fingu Fiskamarknað Føroya
og Landingarmiðstøð Føroya.
VikuBlaðið hevur hitt Jens Christian
Olsen, stjóra, sum eftir royndir við
uppboðssølu í Hull og Grimsby og
fiskasøluvirksemi fyri Friomar í Noregi,
hevur verið stjóri á Fiskamarknaði
Føroya síðan hin 1. januar í 2005. Tá
Jens søkti starvið sum stjóri hjá FMF,
var hann eisini í holt við Master of
Business Administrator hjá Henley, og
hann gjørdist eisini MBA í 2005.
Makrelur á uppboð
– Mínar dagligu uppgávur á Fiska
marknaðinum eru í fyrsta lagi umsit
ingarligar. Vit hava góð og dugnalig
fólk á arbeiðsplássinum, sum øll
kenna sína uppgávu, harav flestu
hava verið leingi í starvi. Felags fyri
øll er eisini – og tað er av tilvild – at
tey búgva í Nes kommunu, og soleiðis
kenna vit øll eisini hvønn annan í tí
dagliga.
Jens Christian Olsen vísir á, at tað,
sum felagið serliga arbeiðir við í løtuni,
er at skipa fyri eini uppboðssølu av
teimum 20.000 tonsunum av makreli,
sum landsstýrið sigur skulu bjóðast út
á uppboðssølu.
– Landsstýrismaðurin í fiskivinnu
málum hevur latið okkum hesa upp
gávu, og eg eri ógvuliga spentur upp
á, hvussu hetta fer at rigga.
Stjórin vísir á, at ætlandi verður
klárt at bjóða tey 20.000 tonsini av
makreli út einaferð miðskeiðis í juli,
og Fiskimálaráðið fer fyrsta dagin
eisini at lýsa eina kunngerð í hesum
sambandi.
Sær betri út
Jens Christian Olsen sigur seg trívast
væl í starvinum sum stjóri á Fiska
marknaði Føroya.
– Jú, mær dámar væl, og tað er
altíð hugaligt at arbeiða saman við
ágrýtnum starvsfólkum, sum øll
kenna sína uppgávu.
Spurdur, hvørji útlitini eru á fiski
vinnuøkinum, heldur hann, at tað sær
heldur betri út, enn tað hevur gjørt
seinastu tvey árini.
– Tað eru nøkur viðurskifti, sum
tala fyri, at útlitini eru batnandi. Hin
vegin kundi eg hugsað mær, at útlitini
vóru enn betri. Men í fiskivinnuni
verður altíð upp-og niðurgongd. So
leiðis hevur tað altíð verið, og soleiðis
fer tað ivaleyst altíð at verða. Í fiski
vinnuni er eingin vissa fyri nøkrum,
leggur hann aftrat.
Jens Christian Olsen heldur, at út
róðrarflotin og línuskipaflotin, sum
primert selja sína veiði um uppboðs
søluna hjá Fiskamarknaði Føroya, hava
tað heldur frægari nú.
Jens fer at selja makrel
– Tað, sum vit serliga arbeiða við í løtuni, er at skipa fyri eini uppboðssølu av teimum 20.000
tonsunum av makreli, sum landsstýrið sigur skulu bjóðast út á uppboðssølu. Eg eri ógvuliga spentur
upp á, hvussu hetta fer at rigga, sigur stjórin á Fiskamarknaði Føroya, Jens Christian Olsen
Navn: Jens Chr. Olsen
Aldur: 41
Hjúnarfelagi: Durita
Børn: 2
Starv: Stjóri á FMF
Navn: Fiskam. Føroya
Aldur: 1992
Virksemi: Uppboðssøla
Starvsfólk: 7
Jens Christian Olsen tók við starvinum sum stjóri á Fiskamarknaði Føroya hin 1. januar í 2005.
Hann heldur, at útlitini eru heldur frægari í dag, enn tey annars hava verið seinastu tvey árini
Mynd: Vilmund Jacobsen