Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-07-06, síða 42
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 6. juli 2011síða 42

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

vika 27 l 4. juli 2011 10 bleyti stólurin Lýs teg sjálvan við trimum orðum? Arbeiðssom, ótolin, menniskjanslig Hvat orð ella hvønn setning nýtir tú oftast? Tosa harari Hvat er tað fyrsta tú gert um morgunin? Lati meg í, lati úthurðina upp og fái mær fríska luft Hvat stressar teg? Tá ið fólk ikki møta til ásetta tíð Hvat gleðir teg? Tá tað gongur væl hjá mínum børnum við familju – annars er nógv, sum gleðir meg Nær feldi tú seinast eitt tár? Tá eg kom úr flogfarinum 13. juni Hvat var seinasta ynskiå, sum tú fekst uppfylt? At U15 dreingjalandsliðið vann dystir ímóti Íslandi Hvar arbeiðir tú? Heimaarbeiði, passi mína gomlu mammu, urguleikari í Vestmanna kirkju og venji hondbóltslið Hvat lag er heimsins besta? Uha hatta er ringt, men eg elski jólasangir, men 1. sunnudag í advent, tá ið vit syngja »O Halga nátt« hava tárini hug at koma Hvat er besta uppfinningin og hví? Tú kemur ikki langt uttan bil og telefon Hvat hevur tú í lummunum beint nú? Absolut einki – mær dámar best tómar lummar Hvat er títt besta heimaráð? Ver ruddulig Hvat er tað keðiligast við Føroyum og hví? At fólk ikki siga frá á rætta stað, men tosa í krókunum Hvussu ofta speglar tú tær? Alt ov sjáldan Hvussu ofta ert tú hjá hárfríðkara? Umleið 6. hvørja viku. Havi sjálv arbeitt sum frisør og elski at skifta hársnið Hvar ert tú um 10 ár? Vónandi havi eg heilsuna og eri á sama stað Mær dámar best tómar lummar Navn: Erla Olsen Heimagangandi, Vestmanna Tú kemur ikki langt uttan bil og telefon