mikudagur 6. juli 2011síða 44
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
vika 27 l 4. juli 2011
12
Hús & heim
Vikutema
Tíðindi
Fólk í kommununi í Oslo óttast fyri,
at tað fer at verða ov dýrt at búgva í
norska høvuðsstaðnum.
Orsøkin til hetta er hin einfalda,
at bústaðarbyggingin í Oslo stendur
ikki mát við tey, ið ynskja at seta búgv
her.
Ein sjálvsognaríbúð í Oslo er
vorðin nærum 3000 krónur dýrari
fyri fermeturin bara í ár, vísa tøl frá
Statistisk Sentralbyrå. Prísurin fyri
eina randaríbúð er nú í miðal 45.800
krónur fyri fermeturin.
– Áðrenn vit koma til 2020-25 fer
fermetrarprísurin í ávísum økjum at
røkka 100.000 krónum, sigur Erling
Dokk Holm, granskari við Markeds
høyskolen og Institutt for urbanisme
og landskap á Arkitekthøgskolen í
Oslo.
Stian Berger Røsland, ið er býráðs
leiðari í Oslo óttast avleiðingarnar fyri
bústaðarprísirnar, um býurin framyvir
fer at vaksa við millum 12 og 16.000
fólkum um árið, samstundis sum tað
bert verða bygdir millum 12 og 1300
bústaðir um árið.
– Tá fer tað at enda við einum heilt
øðrvísi býi enn honum, sum vit hava í
dag. Tað verður sum á Manhattan, har
fólk fara til arbeiðis, men har bert tey
ríkastu hava ráð at búsetaseg, sigur
hann við vg.no.
Granskarin, Dokk Holm metir, at
umhvørvini verða meiri býtt upp í
klassar. Soleiðis verður tað bert tann
betri miðalklassin sum fer at hava
ráð at keypa ella verða búgvandi her,
metir hann.
Eftir hansara sannf'øring er ikki
gjørligt at steðga hesi gongdini, so
leingi sum privat eiga tey flestu hús
ini.
Næstu 20 árini verður væntað,
at fólkatalið í Oslo fer at hækka við
200.000.
Oslo verður
tað næsta
Manhattan
Økið á Manhattan í New York hevur
eina sera høga príslegu. Nú óttast fólk
fyri, at tað sama fer at henda í norska
høvuðsstaðnum, Oslo.
Nú er møguleikin at ogna sær summ-
seg sjálvt í friðarligum, náttúru-
arhúsgrundstykki á Sandi.
vøkrum umhvørvi.
Miðskeiðis millum Sands bygd og
Sólargangurin við vesturskininum á
Gróthúsvatn verða 12 summarhús-
kvøldi, finnur ikki sín líka í Føroyum.
grundstykki hervið lýst til sølu.
Hevur hetta tygara áhuga, vendið
Við útsýni yvir Gróthúsvatn og vestur
tygum so til Sands kommunu á tel.
í hav liggur summarhúsøkið tætt við
661030 ella umvegis teldupost til:
allar hentleikar í bygdini, men tó fyri
kom_sand@olivant.fo
SANDOYGGIN – oyggin við náttúruupplivingunum og friðinum
SANDOYGGIN – oyggin við náttúruupplivingunum og friðinum
SANDS KOMMUNA
tel 661030 • kom_sand@olivant.fo
HANNIS | 311836