Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-07-06, síða 64
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 6. juli 2011síða 64

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

vika 27 l 4. juli 2011 32 Hús & heim Vikutema hugskot Lagt til rættis: Inna Törnroos At hanga myndir á veggin skal vera lætt og stuttligt! Við hesi løttu leiðbeining er tað lætt at eydnast! Kantur undir At hanga á hendan hátt er einkult. Við at nýta eina »ósjónliga« linju undir, og hanga myndirnar við niðara endanum móti linjuni, er lætt at fáa fleiri myndir lið um lið at síggja snøggar út. Um tú vil skifta pláss uppá myndirnar við­ hvørt er ein sokallaður myndahyll besta loysnin. Mittljinja Um tú vil fylla ein heilan vegg við myndum er hetta ein góður háttur. Lat linjuna í mittuni stýra og fyll veggin uppeftir og niðureftir. Felags linjan ger at myndaveggurin harmonerar. Frí myndaskipan Hetta er tann mest krevjandi hátturin at hanga myndir eftir, og krevur at tú hevur gott eyga fyri kompositión. Líknandi rammur, litir og myndir gera tað lættari. Royn og hav millumrúmið millum rammurnar líka og helst í tætt­ara endanum. Samlaðar At samla myndirnar innan eina »ósjónliga« rammu ger myndirnar til eina »mynd í myndini«. Hesin háttur er nógv nýttur av innanduraarkitektum. Legg myndirnar á eitt einslitt gólv ella lak áðrenn tú hangur tær upp, fyri at avgerða hvussu tær skulu hanga. Kantur omanfyri Hesin háttur er eisini lættur at eydn­ ast við. Her kann ein spæla leingi við litum og skapið uttan at tað órógv­ar. Hang gjarna stóru myndirnar í miðj­ una. Við at nýta eina linju, ið longu er í rúminum, til dømis eina bóka­hill, er lætt at fáa myndirnar at sita væl saman. Eftir hæddini Hesin háttur kann nýtast um tú hevur ein smalan vegg, til dømis millum tvær hurðar. Fyrimunur er, um myndirnar eru nøkulunda líka breiðar. Flottan myndavegg? Tipp ■ Hang ikki myndirnar ov høgt. Eygnahædd er best. ■ Hang myndir saman, helst um tær hoyra til líknandi seriu. ■ Hugsa um hita og sól, ið kann oyðuleggja myndirnar ■ Stórar myndir skulu hanga ovanfyri lítlar ■ Myrkar myndir skulu hanga ovanfyri ljósar At hanga myndir innanfyri eina ósjónliga rammu er nógv nýtt av innanduraarkitektum Ein ósjónlig linja undir ramm­ un­um er góð loysn um ein hevur nógvar myndir Um ein vil flyta myndirnar, er ein myndahill besta loysnin