Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-07-06, síða 66
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 6. juli 2011síða 66

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

vika 27 l 4. juli 2011 34 Hús & heim Vikutema Alt fleiri og fleiri húsaeigarar fáa sær hitapumpu í eini roynd at spara orku. Í Danmark hanga sostatt 75.000 hita­pumpur, ið fáa hita úr luftini uttan fyri húsini. Men nú vísir donsk gransking ógvu­ liga óvæntað, at hitapumpur minni enn so altíð minka um orkunýtsluna. Nógvir hitapumpueigarar verða so glaðir fyri bíligu orkuna frá effektivu pumpunum, at teir brúka upp aftur meiri hita í grovkøkinum, útistovuni ella summarhúsinum. Á henda hátt enda fleiri við at brúka upp aftur meiri hita enn framm­ anundan og spara tískil nógv minni, enn tey høvdu roknað við – ella als onki - í orkunýtslu og elrokning. Snýta seg sjálvan – Tá fólk hava fingið eina hitapumpu, fara flestu teirra at taka sær meiri av løttum og hugsa, »nú kunnu vit brúka eitt sindur meiri, tí vit fáa bíligari orku«. Tí geva hitapumpur í miðal onga sparing í summarhúsum - og í heilárshúsum bert umleið 60 pst. av tí, tær í roynd og veru kunnu spara, stað­festir Kirsten Gram-Hanssen, pro­jektleiðari og granskari á Statens Bygge­forskningsinstitut við Aalborg Universitet. Kirsten Gram-Hanssen hevur sam­ an við starvsfelagnum Toke Haunstrup Christensen kannað elnýtsluna í meiri enn 150 íbúðum við hitapumpum og við samrøðum og spurnabløðum roynt at fingið greiði á, hvat meir-orkan er brúkt til. Best umtókt er at tendra fyri hit­ an­um í fleiri rúmum í heilárshúsinum og at halda summarhúsið heitt alt árið ístaðin fyri at skrúva fyri um veturin. Lívsstílur Kanningin setur eina tjúkka striku undir, at tøkni í sær sjálvum ikki elvir til broytingar í okkara orkunýtslu. Vilja vit røkka einum máli og spara orku, eru vit noydd at hyggja at, hvussu vit bera okkum at dagliga, vísir Kirsten Gram-Hanssen á. – Vit hoyra títt og ofta, at torført er at fáa fólk at brúka minni orku, tí torført er at fáa tey at broyta vanar. Eg haldi, trupulleikin er tann beint øvugti: Um fólk lótu vera við at broyta lívsstíl, tá tey fingu nýggja tøkni, høvdu øll sparitiltøkini seinastu 10-20 árini avmarkað orkunýtsluna munandi, sigur hon. (kelda: sev.fo) Hitapumpur geva onga sparing Nýggj donsk gransking vísir, at hitapumpur minni enn so altíð minka um orkunýtsluna. – Vit hava ikki sama trupulleikan í Føroyum, sum tey hava í Danmark. Hjá okkum er ikki sooo kalt um veturin sum har, sigur Klæmint Christiansen, ið stendyr fyri fyritøk­ uni hitapumpur.fo Sambært Klæminti, ið hevur drúgvar royndir á økinum, vísir tað seg, at fólk kunnu spara eina helvt av oljunýtsluni, um tey hava eina hitapumpu í húsinum. Hann veit um útsagnir hjá øðrum og frá egnum royndum, at nógv er at spara í hesum sambandi: Sjálvur hevur hann verið heilt niðri á 6 krónum um dagin í el­ nýtslu hjá hitapumpuni, meðan onn­ur hava ligið upp ímóti 12 krón­um í hesum sambandi. Hetta ger helst eisini sítt til, at áhugin fyri hitapumpum framvegis er til staðar. – Eg selji í miðal eina hitapumpu um vikuna, greiðir Klæmint frá. Hann hevur júst selt hitapumpur til fyritøkuna Install á Hjalla, sum vildu royna eina av hitapumpunum, ið Klæmint umboðar. – So seint sum í farnu viku, setti eg eisini eina upp í Sandavági. snorri@sosialurin.fo Eina um vikuna Nógvir hita­pumpu­ eigarar verða so glaðir fyri bíligu orkuna frá effektivu pumpunum, at teir brúka upp aftur meiri hita í grovkøkinum, útistovuni ella summar­húsinum. tíðindi – Fólk kunnu spara upp í eina helvt við eini hitapumpu, staðfestir Klæmint Christiansen í fyritøkuni hitapumpur.fo Hitapumpur.fo hava fleiri nøgdar kundar kring landið. Ein teirra er Maria Christiansen úr Klaksvík. Hon sigur soleiðis við heimasíðu teirra: – Vit hava havt hitapumpu nú í umleið 1½ ár. Fyri tað fyrsta hava vit spart rættiliga nógvar pengar í olju; fyri tað næsta so er nógv minni støv inni í húsinum, tí alt endar í filtrinum; og av tí sama er nógv betri inniluft. – Vit hava eisini fingið hitapumpu nummar tvey. Hon er installerað í frisørsalongini. Har høvdu vit tann trupulleikan, at ovnurin kláraði ikki at fordeila hitan so at tað var heitt í øllum rúmunum, men tað er nú loyst við hitapumpuni. Harafturat er tað nú nógv bíligari at hita hana. – Vit eru so mikið væl nøgd við hita­pumpurnar, at vit júst hava in­ stallerað hitapumpu nummar trý  í verkstaðnum. Vit eru super væl nøgd, sigur altso Maria Christansen. Til ung og eldri