mikudagur 6. juli 2011síða 68
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
vika 27 l 4. juli 2011
36
Hús & heim
Vikutema
tíðindi
Tekstur: Snorri Brend
André hevur arbeitt sum undirveitari
sum timburmaður bæði í Føroyum,
Danmark, Noregi og Týsklandi, har
hann og aðrir fyri ein stóran part
smíðaðu bygningar og líknandi.
– Nei, vit smíðaðu eingi hús tá, men
vóru mest við í størri arbeiðinum, millum
annað tí so kenda Operahúsinum í Keyp
mannahavn, sigur hann við einum brosi.
Út frá hesum royndum sínum veit
hann nógv um tann týdning, sum ein góð
bjálving hevur. Longu meðan hann smíðaði
í Týsklandi miðskeiðis í 90'unum, var nógv
tosað um bjálving og orkusparing.
– Ja, her varð sera stórur dentur lagd
ur á rætta bjálving. Her í Føroyum eru
vit sjálvandi komin væl áleiðis, men tað
kann altíð gerast betri, sigur hann við
einum brosi.
– Hinvegin, so haldi eg, at vit so smátt
byrja at fylgja við á hesum økinum.
Ein orsøk til hesa gongdina er uttan
iva hon, at nógvir føroyskir handverkarar
hava arbeitt ella arbeiða uttanlands.
Og teir hækkandi oljuprísirnir, alt tosið
um CO2-útlát og umhvørvi ger uttan
iva eisini sítt til, at størri dentur verður
lagdur á bjálvingina.
Tá teir koma heimaftur, taka teir
sjálvandi royndirnar við sær, og ynskja
at brúka tær, tá teir luttaka í bygging
av føroyskum sethúsum og bygningum
skal gerast.
Men um eini hús, eins og tey hann
nú er farin undir, verða væl bjálvað, so
er haraftrat neyðugt at hava eina góða
luftsirkulasjón innanveggja, soleiðis at
ein sleppur undan soppi og líknandi.
Enn er ikki dagur settur á, nær hesi
húsini á Poul Juels gøtu verða liðug.
– Í dag eri eg einsamallur, so tað
tekur ta tíð tað tekur, sigur André, og
hyggur at klokkuni.
Hon er farin at nærkast middegi, men
hann nær líka at gera okkurt smávegis,
áðrenn steðgin.
Gott við góðari bjálving
Í hesum døgum er timburmaðurin André Jacobsen, sum er ættaður úr Hósvík, men sum
nú býr í Hoyvík, í ferð við at byggja eini hús í Poul Juelsgøtu í Havn. – Hesi húsini verða
í øllum førum væl bjálvað, - bæði kjallarin, miðhæddin og á loftinum, sigur hann.
Nógvar heimasíður eru til, og sum
geva fólki hent ráð til alt tað, ið
hevur við hús og heim at gera.
Ein teirra er tann hjá Búsetur,
har ein lesari hevur vent sær, tí við
komandi hevði trupulleikar av vøkstri
á tekju síni, sum er klødd við Icopal.
Hann bað tí timburmeistaran um
ráð, og fekk tað tilmæli at brúka
kopar til at týna vøksturin – antin
eina ryggás úr kopari, ella við einum
kopartrái, sum verður spentur yvir
mønina.
Svarið var soljóðandi:
Tað ljóðar sum, at trupulleikin er
komin, síðani tit fingu nýggja tak
lagið. Tað eru fleiri sløg av takpappi,
og vøkstur legst lættari á summi
sløg.
Tað kann verða ein loysn at
leggja eina ryggás av kopari oman
á takið. Tað vísir seg nevniliga, at
kopar gevur eina sýra frá sær, sum
rennir oman eftir takinum og drepur
vøksturin. Á Drotnings Ingrids sjúkra
húsi sæst hetta gjørt.
Vit hava eisini hoyrt um fólk, sum
bara hava brúkt kopartráð, sum var
spentur yvir mønina, og tað riggaði
so væl, at vøksturin hvarv. Kopar
blívur jú grønt við tíðini og sæst tá
ikki so væl á myrkari tekju.
Hervið eru hesi góðu ráðini givin
víðari til lesararnar hjá Vikublað
num.
Soleiðis sleppur tú av við vøkstur
á tjørupapp-tekjuni
Mynd: jens kristian Vang
Kvinnu
kvøld
í Pier
Fríggjakvøldið 8. juli verður eitt
serstakt kvøld fyri kvinnur í Pier á
Hálsi.
Hetta kvøldið ber til at hoyra
livandi tónleik, fáa okkurt leskiligt
at drekka og ein kosmetologur fer
at siga frá.
Møguleiki er eisini at fáa fleiri
góð tilboð hetta kvøldið, her opið
verður til klokkan 22.
Endur
nýtslan
er komin
fyri at
vera
At endurvinna og endurnýta burt
urkast er nógv frammi í dag, eisini
her á landi. Og hóast tað kanska
kundi gingið skjótari, síggjast tó
úrslit av hesum kring landið.
Endurnýtsla kann skipast á
ymiskan hátt, m.a. Við at fólk kunnu
seta lutir til síðis á kommunalu
bingjuplássunum. Tað vísir seg
tó, at fleiri teirra eru bæði smá og
trong, og nøkta tí ikki tørvin.
Fyri nøkrum árum síðani, tá ein
skipan við endurnýtslu av pappíri
og pappi varð sett í verk, kom eitt
hugskot fram í IRF, um at hava
munandi færri, men samstundis
størri og betri skipaði bingjupláss.
Hugskotið vann tó ikki frama
tá, men tað verður kanska tikið
fram aftur og sett í verk, um tað
verður so at kommunurnar verða
størri. Eitt dømi um hetta er um
hvørvisplássið í Sunda kommuna,
sum á mangar mátar er bæði størri
og betri skipað enn tey mongu
smáu.
Eitt annað dømi í so máta er
sjálvsognarstovnurin Dugni, sum
hevur samstarv við kommunalu
skipanina til burturkast, har tey
hava átikið sær at brúka lutir aftur,
áðrenn teir verða settir til sølu.
– Soleiðis røkka vit
tveimum góðum
málum í einum – fyri
tað fyrsta endurnýta
vit lutir og spara
sostatt uppá tilfeingi,
so sum orku og tilfar.
Í øðrum lagi fáa nøk
ur tarnað fólk ein
lívgandi gerandisdag,
verður sagt úr IRF.
– Tá eg arbeiddi í Týsklandi í 1996 fekk eg eyguni upp fyri, hvussu stóran týdning ið teir løgdu á bjálvingina, sigur André
Jacobsen, sum í løtuni smíðar eini hús í Poul Juels gøtu í Havn. - Í hesum døgum er neyðugt at bjálva, ikki minst her hjá okkum.
Á Drotning Ingrids
sjúkrahúsi - her
Føðideildin á Lands
sjúkrahúsinum heldur
til – hava teir lagt eina
ryggás, sum skal forða
vøkstri á takpappinum
Mynd: Jens Kristian Vang