Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-07-06, síða 74
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 6. juli 2011síða 74

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

vika 27 l 4. juli 2011 42 vestanstevna Vilmund Jacobsen Tá tú hoyrir navnið á Handilsvirkinum Niclasen í Sørvági nevnt, hugsar tú ikki minst um garaguhurðar og íslendsk aluminiumstøk. – Tað er eingin loyna, at fyritøkan er vorðin meiri kend út um landið, enn hon hevur verið áður. Viðskiftafólkini eru nógv fleiri og úr fleiri pørtum av land­inum. Tað sigur Birgir á Vollanum, sum er stjóri og dagligur leiðari á Handils­ virkinum Niclasen í Sørvági, ið hevur røtur langt aftur í tíðina. Góðar deildir – Vit hava eina góða timburdeild við timbri til bæði innan-og uttan­dura­ arbeiði, og vit hava eina byggibúð, har viðskiftafólk kunnu keypa alt frá skrúv­um og amboðum um máling til búnýtis­vørur og príðislutir. Kendasta málingin í konseptinum er pinotex, sum er eitt dygdargott vørumerki. Birgir sigur, at ein stórur partur av arbeiðnum hjá honum á skrivstovuni er at rokna út tilboð. – Vit geva sjálvandi tilboð upp á leveringar, og vit halda, at vit eru rættiliga kappingarførir á flestu økjum. Hann vísir á, at handilsvirkið eisini selir hópin av trægólvum, og her hevur fyritøkan eitt stórt úrval. – Vit fara ikki út og gera arbeiðini, men vit hava sum oftast onkan at vísa á, um fólk hava brúk fyri hjálp. Fleiri av okkara viðskiftafólkum arbeiða sum meistarar, og er tað onkur, sum hevur tørv á nýggjum taki, nýggjum gólvi ella onkrari umvæling, kunnu vit ofta vísa á onkran, sum hevur røttu førleikarnar. Handilsvirkið Niclasen selir eisini nógv sement, sum er ein partur av vøru­útboðnum hjá fyritøkuni, sigur Birg­ir á Voll­an­ um. Góð tænasta – Vit leggja dent á at veita eina góða tænastu, og vit koyra størri bíleggingar um alt landið. Eru tað fólk í oynni, sum hava brúk fyri okk­ara hjálp, tí tey ikki fáa tað, tey hava keypt, í bilin, koyra vit til dyrnar sama dag. Birgir á Vollanum leggur aftrat, at fyritøkan soleiðis ikki minst roynir at hjúkla um fólkið í nærumhvørvinum. Stjórin vísir á, at Handilsvirkið Niclasen koyrir við lutfalsliga lítlum útreiðslum, og hetta gevur eisini umstøður til gott kapp­ingarføri, eins og tað gevur umstøður til at veita eina góða tænastu. – Vit eru ikki nøkur stór fyritøka í mun til tær stóru í høvuðsstaðnum, men hetta merkir so eisini, at vit kunnu koyra við einum nógv lægri útreiðslustøði, sum aftur kemur við­ skiftafólkunum til góðar við góð­um kappingarføri, sigur Birgir á Voll­ anum. Niclasen breiðir sínar veingir Fótbólts­ vøllurin fær nýtt graslíki Fótbóltsvøllurin í Miðvági skal hava nýtt graslíki, og hesum verð­ur arbeitt við, nú vestanstevna nærk­ ast og verður hildin í Miðvági kom­ andi vikuskifti. Hansina á Plógv, sum er í stevnu­nevndini, sigur, at ætlanin er, at tveir steypadystir skulu spæl­ ast á vøllinum á stevnuni. – Enn er ikki endliga gjørt av, hvørjir dystirnir verða, men ætlanin er, at kvinnur og menn skulu spæla hvør sín steypadyst. Hon væntar, at dystir verða bæði leygardagin og sunnudagin á nýggjum graslíki í Miðvági, og í skánni fyri vestanstevnu verður greitt, hvørjir dystirnir verða – og nær teir verða leiktir. – Nú vóna vit, at nýggja graslíki verður klárt at taka í nýtslu til stevnuna, tá fótbóltskappingar eis­ini verða fyri børn, sigur Hansina á Plógv. Hon leggur aftrat, at á vestan­ stevnu verða eisini súklu- og renni­kappingar, sum lýstar verða í skránni fyri stevnuna. Stór skrúð­ gonga á vestan­ stevnu Tað verður borgarstjórin í Vága kommunu, Albert Ellefsen, sum fer at bjóða vælkomin á vestanstevnu, og tað verður eisini hann, sum fer at seta stevnuna. Setanin verður tíðliga fríggja­ kvøldið, men áðrenn hon verður, verður eisini ein stór skrúðgonga, sum byrjar undir Jansagerði og endar við viðarlundina, har stevnan verður sett niðri við bygdarhúsið í Miðvági. – Hetta verður ikki ein karne­val­ gonga, men fer ivaleyst at líkjast eini slíkari. Ætlanin er, at hetta skal verða ein stuttlig løta, har eitt nú børn og ítróttarfólk seta sín dám á. Vit hugsa okkum, at vit her vesturi skulu seta okkara fingramerki á hesa skrúðgongu, og hvussu vit fara gera hetta, kunnu tey, sum verða við til skrúðgongu og setan, uppliva. Birgir á Vollanum, sum er dagligur leiðari og stjóri hjá Handilsvirkinum Niclasen í Sørvagi, sigur, at fyritøkan verður rikin við minimalum útreiðslum. – Hetta ger okkum enn meiri kappingarførar og merkir, at vit seinastu árini hava fingið fleiri viðskiftafólk í Vágum og kring landið Vit leggja dent á at veita eina góða tænastu, og vit koyra størri bíleggingar út um alt landið. Eru tað fólk í oynni, sum hava brúk fyri okkara hjálp, koyra vit til dyrnar sama dag, sigur Birgir á Vollanum Vit fara ikki út og gera arbeiðini, men vit hava sum oftast onkan at vísa á, um fólk hava brúk fyri hjálp Mynd: Jens Kristian Vang