mikudagur 6. juli 2011síða 76
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
vika 27 l 4. juli 2011
44
vestanstevna
Vilmund Jacobsen
Arbeiðið við at gera undirlendið til
standmyndina av Mikkjali á Ryggi
verður nú gjørt liðugt í Miðvági. Listar
verkið, sum Hans Pauli Olsen hevur
gjørt, verður avdúkað sunnudagin hin
10. juli. Bispur, Jógvan Fríðriksson, fer
at prædika í Miðvágs kirkju, og eftir
gudstænastuna verður hátíðarhald,
har standmyndin av skaldinum verður
avdúkað.
Tað er ein áhugabólkur við privat
persónum í Vágum, sum hevur tikið
stig til hesa verkætlan og hevur savn
að pening inn til endamálið. Vága
kommuna er við í verkætlanini og ger
økið klárt, har standmyndin verður
reist.
Við barnaheimið
Meðan arbeitt hevur verið, hevur eisini
verið umrøtt, hvar listarverkið skuldi
reisast. Ymisk øki í Miðvági hava verið
frammi, eitt nú Niðri á Tungu, norðuri
við gróthúsið á Ryggi og í urtagarðin
um í Beitinum.
Niðurstøðan er, at standmyndin av
Mikkjali á Ryggi verður reist í Beitinum,
har mentamaðurin varð føddur og vaks
upp. Verkið kemur ikki at standa inni í
sjálvum urtagarðinum, tí mett verður,
at har hevði standmyndin verið fjald
fyri almenninginum. Tí kemur hon at
standa út móti vegnum, har listar
verkið verður lætt at fáa eyga á.
Tey, sum hava tikið avgerðina um
neyvu plaseringina, hava eisini hugsað
um, at her stendur standmyndin av
Mikkjali á Ryggi framman fyri barna
heiminum í Beitinum og lýtur yvir á
kirkjuna, sum var ein heilt stórur part
ur av lívi og virki skaldsins. Her stend
ur hon eisini væl, tá hugsað verður
um atkomumøguleikar við
góðum parkeringsvið
urskiftum.
Urtagarðurin
fríðkast
Vága kommuna
hevur gjørt av at
fríðka um urta
garðin í Beitinum,
soleiðis at økið verð
ur ein park, har fólk
kunnu vitja og taka sær av
løttum.
Kommunan hevur eisini gjørt av
at gera eitt alment wc í Miðvági og
í samstarv við Vága Dansifelag, sum
eigur húsini í Beitinum, verður hjall
urin oman fyri húsini innrættaður til
alment wc.
– Allir partar, sum eru ávirkaðir
av málinum, eru hoyrdir. Avtala er
gjørd við grannar um økið,
har standmyndin verður sett,
eins og samstarv eisini er við Vága
Dansifelag um garðin og túnið kring
húsini í Beitinum, sigur Vága komm
una.
Standmynd reisast
av Mikkjali á Ryggi
Fólk
nøgd við
saman
legging
Jógvan Sjúrður Hansen, sum er
varaborgarstjóri í Vága kommunu,
heldur, at samanleggingin í Vága
kommunu hevur eydnast væl.
Hann er ikki nakar ársungi í
kommunalpolitikki, men varð fyrstu
ferð valdur í Sandavágs bygdarráð
longu í 1985. Nú er hann vara
borgarstjóri í samanløgdu Vága
kommunu, har Albert Ellefsen er
borgarstjóri.
– Jú, eg haldi, at hetta skeiðið
hevur víst, at vit hava verið heppin
við samanleggingini. Samstarvið
hevur riggað væl, og eg havi eina
kenslu av, at fólk sum heild eru
nøgd.
Jógvan Sjúrður Hansen sigur,
at hann var fyri, at kommunurnar
í Vágum vórðu lagdar saman í eina
kommunu.
– Í fyrstu atløgu kom Sørvágur
ikki við, hóast vit bjóðaðu teimum
upp í samstarvið. Men eg haldi,
at samanlegging er hitt einasta
rætta, sigur hann.
Varaborgartjórin veit annars at
siga, at ongar samráðingar eru í
løtuni um at fáa Sørvág upp í Vága
kommunu.
– Nei, eg haldi ikki, at her er
nakað aktuelt beint nú, sigur Jógv
an Sjúrður Hansen.
Eisini
byggjast
í Vatns
oyrum
– Vit halda, at fólk, sum veksa
upp í Vatnsoyrum, eiga at hava
møguleikan at búseta seg í bygdini,
sigur varaborgarstjórin.
Vága kommuna vil nú eisini
gera tað møguligt hjá fólki at seta
búgv í Vatnsoyrum og er nú farin
undir at skipa so fyri, at møguleikar
gevast fyri hesum.
– Vit royna at fyrireika eina út
stykking, soleiðis at nøkur grund
øki eisini kunnu verða tøk í Vatns
oyrum. Nær ein slík ætlan er liðug,
dugi eg ikki at siga í løtuni, men vit
miðja eftir, at hetta verður gjørt í
næstum.
Jógvan Sjúrður Hansen vísir á, at
fólk, sum eru vaksin upp í bygdum,
eiga at hava høvi at búseta seg
har, tá tey sjálvi seta føtur undir
egið borð.
– Allir partar, sum eru ávirkaðir av málinum við standmyndini, eru hoyrdir. Avtala er
gjørd við grannar um økið, har listarverkið verður sett, eins og samstarv er við Vága
Dansifelag um urtagarðin og túnið kring húsini í Beitinum, sigur Vága kommuna
Vága kommuna ger undirlendið klárt til listarverkið av Mikkjali á Ryggi, sum verður avdúkað við hátíðarhald á vestanstevnu
Mynd: Jens Kristian Vang
Á vestanstevnu verður søgu- og tón
leikamyndin ”Vatnið vinnur harðar
hellur” framførd í Beitinum í Mið
vági.
Enn er ikki endaliga gjørt av,
hvussu nógvar sýningar verða. Hetta
veldst um áhugan fyri tiltakinum.
Greitt er tó, at tvær sýningar verða
fríggjadagin hin 8. juli; hin fyrra
klokkan 17 og hin seinna klokkan
18.30.
Leygardagin 9. juli verða eisini
tvær sýningar; hin fyrra klokkan 17
og hin seinna klokkan 19.
Sunnudagin 10. juli, tá stand
myndin verður avdúkað eftir guds
tænastu í Miðvágs kirkju, verður hin
fyrra sýningin klokkan 13.30 og hin
seinna klokkan 15.
Úr Vágum verður sagt, at um
fleiri ynskja at síggja søgu- og tón
leikamyndina »Vatnið vinnur harðar
hellur« eftir sýningarnar í vikuskift
inum á vestanstevnu, er møguleiki
fyri framførslum í ein ella tveir dagar
aftrat.
»Vatnið vinnur harðar hellur«
Standmyndin av
Mikkjali á Ryggi verður
reist í Beitinum, har
mentamaðurin varð
føddur og vaks upp