mikudagur 6. juli 2011síða 78
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
vika 27 l 4. juli 2011
46
Vilmund Jacobsen
Í fjør hevði Jens Leon FD 830 eitt
veiðivirði á 9,6 miljónir krónur, sum
er rættiliga gott hjá einum trolbáti av
hesi støddini í bólki 4 T.
Jens Leon er fyrrverandi Sæborg,
sum í 2003 varð smíðað hjá Ósey hf.
á Hafnarfjørðinum í Íslandi.
Trolbáturin hevur havt størsta
veiðivirði í hesum bólki øll árini. Kortini
var úrslitið á botnlinjuni ikki nóg gott,
tí dýra oljan tyngir raksturin nógv.
Vanliga eru 4 og 5 mans við Jens
Leon hvønn túrin, og einir 5-6 mans
tilsamans eru knýttir at bátinum.
Reiðarin, Jónsvein Knudsen, er sera
væl nøgdur við fólkið, sum mannar
trolbátin.
Skipari á Jens Leon er Jóhan
Djurhuus av Selatrað.
Fakta
navn: jens Leon FD 830
Smíðistaður/ ár: Ósey
hf./ 2003
Longd: 21,95 metrar
Breidd: 6,50 metrar
Motorur/ orka:
Mitsubishi 450 Hk
Útgerðarmaður:
jónsvein knudsen
Bestur av
teimum smáu
Tað hevur gingið væl hjá trolbátinum Jens Leon, síðan Jónsvein
Knudsen í 2006 keypti bátin og kallaði hann upp eftir pápa sínum
Kona úr Suðuroy hitti
Jóhan Dahl á gøtuni !
Hon: tú er ráðharri
í landbúnaði og
fiskivinnu ha ?
Jóhan: Ja.
Hon: eg kundi hugsað
mær makrelloyvi-
og eitt øki at
dyrka tomatir á.
Hann: til hvat ?
So einfalt, Jóhan,
makrel í tomat
sjálvandi.
kLárt
at Fara í
HunDaBaLL
Hoyrt á skrivstovuni
hjá Landsverki:
- Hví eru fólk so ill inn á
okkum. Vit gera jú einki...