Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-07-08, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 8. juli 2011síða 2

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 8. juli 2011 · Nr. 78 vikuskiftisblaðið Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Útgevari: Sp/f Sosialurin Uppseting: Sosialurin Prent: Prentmiðstøðin Avgreiðsla: mán - frí kl. 08.00 - 16.00 Marknaðardeild lysing@sosialurin.fo Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo Norðoyggjar Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687, klaksvik@sosialurin.fo Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814, aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá. Tel. 341800 www.sosialurin.fo Oddagrein Dagsins redaktørur: Snorri Brend Í morgin, 9. juli sær ein nýggj tjóð dag­sins ljós á fyrsta sinni, tá fólkið í afri­kanska landinum Suðursudan kann kalla hetta sítt nýggja heim­ land. Longur norðuri í stóra heims­ part­inum stríðast fólk við at fáa rættindi, sum í okkara heimsparti eru so sjálvsøgd. Tunis og Egyptaland eru í eini demokratiskari tilgongd, meðan ein í Libya framvegis berjist fyri tí sama. Ikki av ongum verður tosað um tað afrikanska várið. Í Tunis og Egyptalandi er ætlan­in er at skipa demokratisk val. Spurn­ ingurin er bert nær veljarin sleppur at siga sína hugsan um, hvat stýrið skal leiða land og fólk framyvir. Summi hava ynskt eitt val beinanvegin, so­ leiðis at ein nýggj stjórn kann fara til verka sum skjótast, meðan onnur vilja útseta tað eina tíð. Hetta við tí fría valinum er ein spurningur, sum fólk er áhugað í. Tað prógvaðu mótmælisgongurnar sum vóru í báðum londum í mai mánaði. Fólkið vil ikki missa sítt momentum, og óttast tí fyri, at onkur skal fara avstað við kollveltingini, meðan onn­ur halda, at eitt ov brátt val kann forða teirri demokratisku tilgongdini. Fólkið hevur jú livað undir einum hernaðarstýri í samfull fimmti ár, og tí skal ein ávís umstilling og eitt ávíst tíðarbil til tess at kunna góðtaka ella fata ta nýggju støðuna. Tann størsti óttin man kortini vera hann, at val­ úrslitið ikki fer at verða virt og fólk­ sins vilji ikki vera góðkendur. Við fyribils stjórnum í londunum kemur ein neyvan langt á leiðini, tí tær hava hvørki skrá ella nakra verk­ætlan at røkka. Tær hava tí tørv á einum vali, til tess at koma víð­ ari, millum annað við at smíða eina nýggja grundlóg. Verða valini út­sett, kann tað fáa fólk at ynskja seg aftur til eina tíð, tá stjórnin, hóast sínar demokratisku manglar, hóast alt umboðaði eitt stabilt stýri. Ser­frøð­ ingar meta, at verða valini útsett, kann tað føra til ruðuleika, ófrið og verk­føll, soleiðis at fólk at enda geva upp hugsanina um fólkaræði. Semja er tó um, at valini mugu hald­ast, tí tey eru at meta sum ein týdn­ingarmikil hornasteinur í til­ gongd­ini ímóti demokrati'i. Við slík­ um valum verða vallógirnar betrað­ ar, flokkarnir gerast betri skipaðir og miðlarnir fáa fleiri og fleiri royndir í arbeiðinum sum tann 4. stats­makt­ in. Hesi fólkini kunnu kanska leggja sær orðini hjá Mahatma Gandhi í geyma, tá hann sigur: "Minnist til, at gjøgnum søguna hava sannleikans og kærleikans vegir altíð vunnið. Tað hava verið valdsharrar og drápsmenn, sum eitt tíðarskeið hava tykst vera ósigrandi. Men teir fella altíð at enda – minnist til tað, altíð!" Í okkara parti av heiminum vita vita, hvat fólkaræði er. Og vit eiga eisini at seta prís uppá tað. Men lat­um okkum í hesum ikki gloyma tey, sum liva undir øðrvísi og verri umstøðum enn vit - í londum við harðskapi, einaræði og uttan sjálv­ søgd mannarættindi. Vit sum kunnu siga frá, latum okkum siga frá á røtt­ um staði. Okkara ávirkan kann eisini gera mun, sjálvt í Libya, Tunis og Egypta­ landi. Tað hava verið valdsharrar og drápsmenn, sum eitt tíðar­skeið hava tykst vera ósigrandi. Men teir fella altíð at enda - minnist til tað, altíð! Í hesum døgum hevur 35 ára gamli og víttfevndi lista­ maðurin, Janus á Húsagarði framsýning á Áarvegnum í Havn. Hann sýnir her fram einar 40 málningar og pla­ katir, ella sum hann tekur til: Hetta eru allar mynd­ irnar, sum eg átti heima. Henda framsýningin er í roynd og veru tann fjórða hansara ta seinastu tíðina. Tað byrjaði við einari í Føringahúsunum í Keyp­ mannahavn. Síð­ani hevur hann havt fram­sýning í Norður­landa­húsinum og SMS, og verður nú í hesi fram­sýningini fram til annan sunnudag. Umframt myndirnar ber eisini til at ogna sær t-skjúrtur við myndevnum frá søgunum, sum hann hevur teknað til. Og gongst sum hann ætlar, er hetta tey fyrstu stigini til eina ætlan um at fáa sær eitt fast gallarí at arbeiða í. Framsýningin á Áarveg­ num er opin hvønn dag millum klokkan 10 og 18. snorri@sosialurin.fo Janus og hansara myndir Afrikanska várið Hjá teimum sanghugaði eru kórsangurin undir ting­ hús­inum eitt av hæddar­ punktunum í árinum. Nú verður aftur lagt til brots í hesum sambandi, og hittast tey fyrstu ferð til venjing nú sunnudagin kl. 15 í Lær­ araskúlahøllini í Havn. Siðvenjan við kórsangi undir Tinghúsinum eftir guds­tænastuna ólavsøkudag gongur aftur til 1930, tá Jógv­ an Waagstein, tónaskald og organistur, og Edvard Mit­ens, løgtingsformaður, høvdu skrivað serstaka ólav­ søkukantatu í sambandi við 900-árið fyri deyða Ólavs kongs hinum Heilaga. Kantatan er fyri manskór við solisti; men seinni komu eisini kvinnur uppí til bland­ að kór. Kórið, sum í meira enn tríati ár bar hesari siðvenju uppi, var Havnar Sangfelag. Men seinastu gott og væl fjøruti árini hevur dentur verið lagdur á, at kórsangarar bæði av bygd og úr býi kunnu savnast til felags kórsang á hesum tjóðardegi landsins. Ymsir kórleiðarar hava gjøg­num árini skipað fyri hes­um kórsangi, og í ár verð­ ur tað tónlistamaðurin Leif Hansen, sum fer at hava leiðsluna. Ein fastur táttur er at enda hesa kórløtuna við heiðurskvøðuni til høv­uðs­ staðin Tórshavn hjá Poul F. Joensen og Hans J. Højgaard og við tjóðsanginum Tú al­ fagra land mítt, sum Símun av Skarði yrkti, og Petur Alberg setti lag til. Men áðrenn tað verð­ur sungið eitt gamalt kingo­lag í kórsatsi, og eisini ný­tíðar­ tónleikur hjá eitt nú Kára Bæk og Martini Joensen. Ólavsøkukórið aftur til verka Fýra ættarlið í Losjuni síða 12 Boð­ skap­ur­ in fær positivt aftur­ljóð Kjak síða 14 Snorri Brend snorri@sosialurin.fo SIÐVENJA Líka so víst sum ólavsøkan er, er tað at ólavsøkukórið syngur undir tinghúsinum eftir gudstænastuna í dómkirkjuni Mynd: Jens Kristian Vang VÍTTFEVNDUR Janus á Húsagarði er víttfevndur listamaður. Hann bæði skrivar, teknar og málar, og hevur stórar ætlanir fyri framman Mynd: Jens Kristian Vang