Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-07-08, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 8. juli 2011síða 4

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 8. juli 2011 · Nr. 78 4 Sosialurin Randi Jacobsen Lions Club í Havn gjørdi eitt vala arbeiði við eitt nú at fáa kvøld­ skúlarnar og aðrar skúlar at skipa fyri undir­vísing fyri orð­ blind­um og lesiveik­um fólk­um. Menta­mála­ ráðið hevur eisini givi út ein bókling um orð­ blindni. Nú eiga børnini tørn, og felagsskapurin hevur gjørt av, at alt yvir­skotini av listafram­ sýningini í Müllers pakkhúsi á ólavsøku fer til at seta kikaran á viðurskiftini hjá orð­ blindum børnum, sigur stigtakarin Rasmus Magnussen. Framsýningin er fyri bæði leik og lærd, men hon er serliga ætla teim­um, sum ikki eru von at sýna fram. Linons Club Tórs­ havnar ætlar annars í september at hava ein kunn­­andi fund í Miðla­ húsi­­num, har tríggir danskir orðblinda­kønir fyril­estra­haldarar fara at siga frá royndum aðra­staðni við at hjálpa orðblind­um børnum at læra at lesa. Orð­ blindu børnini eiga tørn Listafram­ sýningin hjá Lions Club á ólavsøku verður til frama fyri at kunna varpa ljós á viður­ skiftini hjá orð­blindum børnum Randi Jacobsen Athena, sum eldur kom í 9. mai, liggur framvegis í Runavík, og framvegis verður rátt frá at fiska á Skála­ fjørðinum. Heilsufrøðiliga Starvs­ stovan er ikki liðug við sínar kanningar enn. Eftir eldin varð sjógvur pumpaður úr skipinum á sjógv, og við tað at óvissa var um, hvørji heilsuskaðilig evni vóru farin úr Athenu tá, mælti Heilsufrøðiliga Starvs­ stovan frá at fiska á fjørði­ num. Hesi boð komu 15. mai. Tá varð sagt, at kanning­ arnar fóru at taka um ein mánað. Men kanningarnar eru ikki lidnar enn. Tær fyrstu kanningarnar vórðu kanningar bara gjørd­ ar av kræklingi og tá úrslit­in vístu, at nógv blýgg varð funn­ ið í einum sýni, varð avgjørt at gera fleiri kanningar. Nú eru sýni eisini tikin av hummara og fiski, og tey úrslitini verða væntandi greið í næstu viku. Fráráðingin hjá Heilsu­ frøðiligu Starvsstovuni um ikki at fiska á Skálafjørðinum stendur tí framvegis við. Heilsufrøðiliga Starvsstovan kann ikki tala fráráðingina aftur, fyrr enn vissa er fingin fyri, at lívið i sjónum á Skálafjørðinum ikki er eitrað av tí, sum lak út av Athenu Mæla framvegis frá at fiska Heilsufrøðiliga Starvsstovan er ikki liðug við sínar kanningar á Skála­fjørðinum, og tí er frámælið enn ikki tikið aftur Randi Jacobsen Reiðaríini hjá teimum fýra skipunum játtaðu beinan­ vegin, at skipini høvdu verið á stongdari leið, men tey góðtóku ikki bøturnar, og at hald varð lagt á veiðu og reiðskap. Tí enda málini í rættinum. Men fyri at kunna loysa noyddust reiðaríini at veita trygd fyri upphæddini, sum ákæriuvaldið kravdi tey eftir. Finnur Fríði skuldi gjalda smáar tvær milliónir krónur, og hini skipini nakað undir milliónina hvørt. Haraftrat verða skiparar­ nir kravdir eftir 200.000 krónum í bót. Reiðararnir hildu tað vera nóg mikið, at halda varð lagt á reiðskapin, sum brúktur verður til makrelveiðuna, men ákæruvaldið vildi leggja hald á allan reiðs­ kap­in umborð, eisini reiðs­ kapin, sum brúktur verður í Barents­havinum á á Íslands­ rygginum. Arne Hansen, sum er skipari á Finni Fríða, heldur lítið um mannagongdina hjá Fiskiveiðieftirlitinum í hesum málinum. Brimil lá hjá teimum, tá ið teir kastaðu, og í staðin fyri at bíða til teir høvdu gjørt nakað galið, átti Brimil at ávara og gjørt vart við, at teir vóru á veg til at gera nakað ólógligt. Øll kunnu eisini altíð síggja á skip.fo, hvar slík skip eru. – Tað er vanligt politi, sum liggur og lúrir upp á handan mátan, sigur Arne Hansen. Hann viðgongur, at skip­ar­ arnir høvdu lisið ov illa uppá, men tað er menniskjaligt at gera mistak. Beint tá ið teir vórðu tiknir, varð ein kassi stongdur fyri at halda skipini burtur frá sildini, og tað hugsaðu teir meira um. – Vit góðtaka ikki hasa revsingina, men tað ráddi bara um at koma út aftur, sigur Arne Hansen. randi@sosialurin.fo Tiknu skipini farin út aftur Reiðaríini hjá Næraberg, Gadus, Vesturvón og Finni Fríða skundaðu sær í gjár at veita trygdina, so skipini kundu fara aftur á makrelveiðu. Men mannagongdina hjá Fiskiveiðieftirlitinum er skiparin Arne Hansen alt annað enn nøgdur við Øll skipini uttan Næraberg eru farin út aftur. Næraberg hevði næstan fulla last, tá ið hann varð tikin og liggur framvegis í Kollafirði og landar