Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-07-08, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 8. juli 2011síða 6

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 8. juli 2011 · Nr. 78 6 Sosialurin Ítróttur Hilmar Jan Hansen Turru hagtølini á heimasíðuni hjá UEFA søgdu, at hóast NSÍ bara hevði tríggjar royndir á málið og Fulham sínar 20, so endaði tað við ein­um málleysum javnleiki, sum hevði eitt sindur av søguskriving yvir sær, sjálvt um Fulham fer víð­ ari, tí liðið vann fyrra dystin við trim­um málum. – Hetta er fyrst og fremst fyri NSÍ eitt stórt úrslit, men eisini fyri føroyskan fótbólt. Og hetta er óivað nógv tað besta avrikið, nakað før­ oyskt lið hevur havt í europeisku kappingunum yvirhøvur, staðfesti sera væl nøgdi NSÍ-venjarin, Pauli Poulsen, eftir dystin. – Spælararnir vístu í fyrra dyst­ inum í London, at teir kundu ar­ beiða hart við høgari ferð, og í dag kláraðu vit enntá at halda eitt lítið sindur meira upp á bóltin. Sjálvt um trýstið frá Fulham var stórt til tíðir, so vóru vit ikki alla tíðina undir stórum trýsti. Kring allan vøllin avrikaði NSÍ ein sera væl skipaðan innsats, har allir stríddust fyri allar, so tað eydn­aðist at halda málið reint í 90 min­uttir. Burtur sæð frá onkrum hend­inga skoti, eitt nú frá Damien Duff á yvirliggjaran tíðliga í dyst­ inum, stóðust sjáldan veruligar vanda­støður burturúr, og fyri tað nógva sendi Fulham innfyri, har NSÍ ruddaði sera væl upp. Kundu tikið alt Serliga fyrst í dystinum var Fulham ágangandi, men verjuspælið hjá NSÍ bara styrknaði við tíðini, og nakað út á fyrra hálvleik fekk NSÍ meira luft og hættaði sær fleiri ferðir væl fram á vøllin. Í seinna hálvleiki var orkan at fara fram kanska ikki tann sama, men seint í dystinum kom tó ein møguleiki. Heðin á Lakjuni fekk prikað bóltin fram í vinstru síðu til Klæmint A. Olsen, sum gjørdist rætt­iliga leysur, tá Stephen Kelly á bakk­inum fór á glið. Rituvíkingurin setti ferð á beint ímóti málinum, men skotið fór beint við síðuna av. – Eg bleiv knappliga øgiliga fríur, men tá eg sá í eygnakrókinum, at verjuspælarin var í hølunum á mær, royndi eg at senda bóltin inn við aftaru stong, men tíverri sprakk bólturin beint áðrenn eg skjeyt, so eg ikki rakti nóg væl. Men tað hevði verið øgiliga stuttligt at fingið eitt mál har, segði Klæmint. – Hetta kennist næstan sum ein sigur, tí hetta er jú eitt stórfelag, vit hava spælt ímóti. Har frammi var ikki nógv at arbeiða við, tí tá vit spæla ein sovorðnan dyst, er tað ikki álopið, mest verður hugsað um, tí vit eru tá bara teir fremstu verju­ spælararnir. Stóri og einasti málkjansurin hjá NSÍ var 10 minuttir fyri tíð, so hevði hann farið inn, kundi tað blivið til eina enn størri sensatión. Kortini missir NSÍ-venjarin ikki svøvnin av tí: – Hinir høvdu fleiri av hasum slagnum, so at vit kiksa ein, kunnu vit væl liva við, flenti Pauli Poulsen, ið nú gevur spælarunum 10 væl uppibornar frídagar, áðrenn teir tørna til aftur. Verjan lukkaði av Ein av spælarunum hjá NSÍ, sum í fyrra dystinum í London veru­liga fekk víst seg frá síni bestu síðu, hóast trý mál fóru inn, var mál­ verjin, Andras Gango, sum ikki fekk líka nógv at gera hesa ferð. – Eg hevði ikki so nógv at gera í hesum dystinum, tí verjan dugdi so væl at lukka av framman fyri meg, serliga í seinna hálvleiki. Eg eri øgiliga glaður fyri 0-0, sum er eitt heilt fantastiskt úrslit, segði Gango. – Vit vildu royna at halda nullið, sjálvt um vit vistu, at tað var øgiliga torført at spæla ímóti einum so góð­um liði. Okkara innsatsur var øgiliga góður í báðum dystunum, men í London gjørdu vit feilir, ið kost­aðu mál, men tað gjørdu vit ikki hesa ferð. Fyrrapartin í gjár var vøllurin so vátur, at sveitsiski dómarin ikki vildi góðkenna hann, men tá tað so helt uppat við at regna og tofta­ menn høvdu verið á grasinum við eini hvísl, so vatnið slapp at seta frá vøllinum, batnaði støðan mun­ andi. – Allíkavæl var vøllurin tungur og øgiliga bleytur at renna á, so vit eru sera troyttir í beinunum eftir henda umgangin, men tíbetur gekk tað væl. Vit fóru inn fyri at leggja okkum eitt sindur aftur, so vit kundu halda teimum frá at skora so leingi sum gjørligt, men at vit so kláraðu tað í 90 minuttir, er ótrúliga gott, segði Jann Martin Mortensen. – Tað var heilt ótrúliga stórt at spæla ímóti sovorðnum stjørnum, sum vit eisini kenna frá Manchester United, Arsenal og øðrum liðum. Hetta er ein dreymur, sjálvur at sleppa at spæla ímóti slíkum spælarum. hilmarjan@sosialurin.fo NSÍ framdi bragdið Europa-league Við einum sera væl skipaðum innsatsi, ið rakk um allan vøllin, megnaði NSÍ at halda Fulham frá at skora á Svangaskarði. Og tá avtornaði, var NSÍ ímóti endanum líka nær sigrinum sum gestirnir NSÍ - Fulham 0-0 Europa League hóskvøldið 7. juli 2011 kl. 18.45 á Svangaskarði Dómari: Nikoloj Hänni, Sveits Áskoðarar: 1.245 NSÍ: Andras Gango – Jónhard Frederiksberg, Helgi L. Petersen, Jens Joensen, Einar T. Hansen – Jann Martin Mortensen (Debes Danielsen, 84.), Jústinus R. Hansen, Heðin á Lakjuni, Mamuka Toronjadze (Árni Frederiksberg, 90.) – Christian Høgni Jacobsen, Klæmint A. Olsen (Petur Pauli Mikkelsen, 92.) Gult kort: Jens Joensen, 38. Fulham: Mark Schwarzer – Stephen Kelly, Brede Hangeland, Philippe Senderos, Matthew Briggs – Damien Duff (Lauri Dalla Valle, 86.), Dickson Etuhu, Steve Sidwell, Jonathan Greening (Bjørn Helge Riise, 76.) – Bobby Zamora, Andrew Johnson (Kerim Frei, 72.) Gult kort: Steve Sidwell, 53. Mynd: Álvur Haraldsen