fríggjadagur 8. juli 2011síða 8
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 8. juli 2011 · Nr. 78
8
Sosialurin
Ítróttur
Heri Simonsen
Fuglfirðingar eru eina euro
peiska roynd ríkari, men saml
aða 2-8 tapið ímóti KR úr Reykja
vík ber boð um, at kanska júst
royndirnar væntaðu tá saman
um kom. Ikki tí, ÍF var væl við
í fyrra dystinum á ovara vølli
í Gundadali. Teir vóru eisini
tíðum við í tí seinna dystinum á
KR-vøllinum í Reykjavík. Bartal
Eliasen stútaði nakrar góðar
royndir ímóti málinum hjá KR,
og Høgni Zachariasen, Bogi
Løkin, Christian Muomaife og
Dánjal á Lakjuni høvdu eisini
nakrar atsóknir.
Fleiri hornaspørk
ÍF hevði eisini væl fleiri horna
spørk enn KR. ÍF hevði átta
hornaspørk, meðan KR hevði
fimm. ÍF hevði 8 atsóknir, sum
fóru framvið málinum, með
an KR hevði 7 atsóknir, sum
fóru framvið málinum. Men
munurin varð eyðsýndur, har
sum mest um ráddi. KR hevði
11 atsóknir innanfyri mál
stengurnar, meðan ÍF bert
hevði tvær royndir innan mál
stengurnar. Manglandi máltev
hevur higartil kostað ÍF dýrt,
og tað gjørdi tað eisini í Europa
League. Í ÍF kunnu tey kortini
ugga seg við, at liðið skoraði í
báðum dystunum, og tað er
meiri sjáldsamt, tá føroysk lið
royna seg í Europa. Ígjár skor
aði Nenad Saric til 1-4 aftaná
eina góða sending frá Karli
Løkin.
Íslendskur fótbóltur
er betur!
Venjarin hjá KR, gamla lands
liðskempan, Rúnar Kristinsson
greiddi Morgunblaðnum frá
aftaná dystin, at teir vildu
prógvað, at FIFA ikki hevur
rætt, tá teir í sínum styrkislista
siga, at Føroyar eru betur enn
Ísland, sum fótbóltstjóð. –
Hasin styrkislistin hjá FIFA
sigur ógvuliga lítið um støðuna
hjá liðunum. Í kvøld vildu vit
prógvað, at íslendskur fótbóltur
er betur, bæði hjá felagsliðum
og hjá landsliðnum, staðfesti
Rúnar Kristinsson, uttan at
greiða frá, at tað var nummar
eitt í Íslandi, sum spældi ímóti
nummar 9 í Føroyum.
heris@sosialurin.fo
KR - ÍF 5-1 (2-0)
1-0 Guðjón Baldvinsson (19.)
2-0 Björn Jónsson (23.)
3-0 Kjartan Henry Finnbogason (47.)
4-0 Guðjón Baldvinsson (56.)
4-1 Nenad Saric (88.)
5-1 Óskar Örn Hauksson (90.)
Tvey mál
í samlaðum
stórtapi
Evropa-league KR setti ÍF
samanlagt uppá pláss í tveimum
dystum, men ÌF megnaði so at
skora í báðum uppgerðunum ímóti
KR, sum eisini hevði sum mál at
prógva, at íslendskur fótbóltur er
betri enn føroyskur fótbóltur
KR skorar enn eitt mál í 5-1 heimasigrinum á ÍF
Rólant Waag Dam
Millum teir stívliga 1200 áskoðar
arnar, sum fylgdu slagnum millum
NSÍ og Fulham á Svangaskarði í
gjár, var 23 ára gamli gøtumaðurin
Rógvi Hansen Djurhuus. Sum øll
onnur helt hann tað vera stutt
ligt, at eitt føroyskt lið hitti heims
stjørnur úr Premier League, men
fyri Rógva hevði dysturin heilt
serligan týdning. Rógvi er svorðin
Fulhamfjeppari og var ivaleyst ein
asti føroyingurin í Fulham-troyggju
til dystin á Toftum.
Hóast hann stuðlar liðinum úr
London í dag, var tað meiri tilvild
enn nakað annað, at Fulham gjørd
ist Rógvasa lið.
– Eg veit ikki, men eg mátti við
halda við onkrum, tá eg var yngri
og tað bleiv bara Fulham, flennir
Rógvi Hansen Djurhuus, sum gav
sær stundir at tosa við Sosialin,
hóast hann bíðaði eftir at koma
í tal við fyrimyndir sínar í enska
felagnum.
NSÍ hevði nevniliga borið so í
bandi, at Rógvi slapp at heilsa upp
á liðið eftir leiklok, sum teir dyst
aðust við.
Fyrsti maðurin, Rógvi fekk
orðið á, var liðformaðurin Brede
Hangeland, sum spældi við FCK fyri
trimum árum síðani, men nú telist
millum stinnastu verjuleikararnar
í Premier League.
– Hann spurdi, um eg var her frá
oynni og gjørdist annars bilsin, tá
hann hoyrdi, at eg dugdi eitt sindur
av norskum. Annars tosaðu vit fyri
tað mesta danskt sammen, segði
Rógvi Hansen stórsmílandi, áðrenn
hann fór aftur at heilsa upp á fleiri
stjørnur í yndisfelagi sínum.
rolant@sosialurin.fo
Rógvi hitti hetjurnar
FJEPPARI Rógvi Hansen Djurhuus hevur stuðlað Fulham síðani
hann var smádrongur, og í gjár gjørdist ein dreymur veruleiki,
tá hann hitti Brede Hangeland og hinar hetjurnar í Fulham
Rógvi Hansen Djurhuus saman við Brede Hangeland, liðformanni hjá Fulham, sum
her hevur latið seg í eina NSÍ-blusu, sum hann býtti seg til eftir dystin
Mynd: Álvur Haraldsen
Tróndur Arge – Svangaskarð
Martin Jol væntaði tað ringasta, tá
hann tíðliga hósdagin fekk at vita,
at møguliga kundi ikki spælast á
grasinum á Svangaskarði.
– Leikvøllurin var betri enn vit
væntaðu og tað var NSÍ eisini, sigur
ein brosandi Martin Jol og leggur
afturat; – Vit fingu at vita fyrr í dag,
at vit møguliga ikki kundu spæla á
vøllinum og tí skuldu spæla á einum
vølli tættari upp á gistingarhúsið
hjá okkum. Tí var eg skeptiskur tá
vit so alíkavæl skuldu spæla her,
segði Martin Jol á tíðindafundinum
eftir dystin í gjár.
Tað eru ikki øll útlendsk lið, ið
eru eins glað fyri at spæla í Før
oyum. Martin Jol er ikki ein av
teimum.
– Fótbóltur verður spældur um
allan heimin. Føroyingar hava ikki
somu umstøður sum vit hava í Ong
landi, tí verður grasið ikki eins gott.
Eisini er leikvøllurin lítil, men sum
heild var hetta betri enn væntaði,
segði Martin Jol.
Martin Jol var undan dystinum
ávaraður um, at tað kundi gerast
ein torfør uppgáva.
– Mær er fortalt at Frakland var
her og tapti bara 1-0. Eisini fortaldi
Philippe Senderos mær, at hann
var her við Sveits og teir høvdu tað
eisini trupult her, segði Martin Jol.
– Vit vistu eisini frá fyrra dyst
inum hvørjar dygdir NSÍ hevur. Tó
so, so skapa vit fleiri møguleikar
í fyrra hálvleiki og skulu skora. Í
seinna hálvleiki skapa vit bara einir
tveir málmøguleikar og tað er ikki
gott nokk, segði Martin Jol víðari.
– Tað kundi eisini gingið heilt
gali, tá teir fáa ein fríleypara í
seinna hálvleiki. Teir hava fleiri
leikarar, ið stóðu seg væl og teir
hava uppiborið alt rós, segði Martin
Jol at enda.
trondur@sosialurin.fo
NSÍ betri enn vit væntaðu
Martin Jol:
Europa-league Tað segði venjarin hjá Fulham eftir málleysa
javnleikin á Toftum í gjár. Hann væntaði tað ringasta av vøllinum
á Svangaskarði, men tá alt kom til alt, so var hann bara væl
nøgdur og skiljandi fyri teimum føroysku umstøðunum