fríggjadagur 8. juli 2011síða 12
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 8. juli 2011 · Nr. 78
12
Sosialurin
Í
gamla kirkjugarði undir Svína
ryggi eru um 300 gravsteinar.
Tað koma eisini fleiri og fleiri. Í
sambandi við ættarstevnu hjá
Lindenskov-ættini fyri kortum,
vórðu settir nýggir gravsteinar hjá
Jacob Lindenskov og hansara tveim
um konum. Tí er tað rímiligt at taka
fram teirra søgu.
Konan gekk á odda
Ein av stovnarunum av losjuni í
Havn Støt Viljen í 1902 var Maria
Elisabeth Jacobsen, f. 30. september
1879, ættað úr Køk í Havn. Hon
giftist í 1907 við Jacob Lindenskov í
Rættará. Hann var tá einkjumaður
eftir Katrinu í Baianstovu , ið doyði
í barsilssong frá fýra smábørnum á
jóansøku 1900.
Men eydnan var ikki long. Maria
doyði av lungnabruna í 1909 frá teirri
ikki ársgomlu Onnu. Tað gjørdist
tískil ikki nógv Maria fekk avrikað
í losjuni, men hon var í hvussu
er virkin í barnalosjuni Chr. IXs
Minde, sum var ein týdningarmikil
táttur í losjuarbeiðinum tá.
Jacob gjørdist so eisini virkin
losjulimur. Tað gekk so væl við
nýggju losjuni í 1902, at longu í
1903 varð stovnað ein losja afturat
»Polarstjernen«. Millum stovnarar
nar av hesi losju var Jacob Linden
skov. Henda losjan fekk eisini skjótt
nógvar limir. Jacob gjørdist eisini í
fleiri umførum “ovasti templari” i
hesi losju.
Viltist á agitatónsferð
í 1907
Tað var í november 1907, at fólka
atkvøðan um bann av fríari rús
drekkasølu skuldi verða, og í hesum
sambandi varð arbeitt fyri at fáa
eina danskan agitator til Føroya.
Hetta gjørdist Peter Jensen, sum
kom at hava so stóran týdning fyri
føroyska samfelagið á fleiri økjum.
Bert eitt dømi um hetta er mjólka
forsýningini.
Hann kom fyrst á fundir hjá
losjunum í Havn, og í »Polarstjern
en« varð hann ynsktur vælkomin av
Jacob Lindenskov. Her var so tosað
um, hvussu valstríðið í samband við
fólkaatkvøðuna skuldi skipast.
Jacob var vegna losjuna við
á fyrstu agitatiónsferð hjá Peter
Jensen saman við Petur Jacob
Mittún fyri avhaldsfelagið.
Teir fóru við »Smirli« úr Havn
til Vestmanna 25. september. Eftir
12 tímar, har lagt var at í ymiskum
bygdum, komu teir til Vestmanna,
har teir hildu fund. Tað var so
óheppið, at beint tá var grind, og
nógvir menn høvdu drukkið. Kort
ini vóru eini 40 fólk á fundi, flest
kvinnur.
Longu kl. 6 morgunin eftir fóru
hesir tríggir við báti um Vestmanna
sund. Á Vágalandinum vórðu teir
settir av á Fútakletti. Teir fingu at
vita, at teir skuldu halda seg sunn
anfyri ánna, sum rann í havið. Men
hetta vóru skeiv beskeð. Teir skuldu
halda seg norðanfyri.
Teir skuldu vera í Sandavági kl.
10 á morgni. Men mjørki kom á teir,
og eingir varðar vóru. Teir máttu so
royna sum frægast at leita seg fram.
Jacob gekk á odda. Hinir ivaðust
ikki í, at hetta fer at verða ein galin
endi, men ikki bilaði.
Út á seinnapartin hoyrdu teir
eina kúgv belja. Teir gingu eftir
ljóðinum, tí tað kundi hent, at ein
rás var oman til Sandavágs, har
kúgvin var. So var, og klokkan trý
seinnapartin vóru teir í Sandavági.
Her komu teir í prestagarðin, har
teir vóru væl móttiknir hjá Carl
Johansen, presti. Teir fóru so víðari
til Sørvágs. Her vóru ikki færri enn
80 fólk á fundi, sum vardi í heilar
tríggjar tímar.
So til gongu til Miðvágs, har tað
vóru 60 fólk á fundi.
Í Kvívík var fundur í kirkju
túninum. Her byrjaði Peter Jensen
eina frálíka røðu. Men eftir 20
minuttir kom róp í, og í somu løtu
hvarv mannamúgvan. Hetta skilti
Jensen einki av, men tá vóru tað
grindaboð. Úr Kvívík var farið til
Kollafjarðar, men her var fólkið
farið í grind, so tað vóru bert 20
fólk á fundi. Dagin eftir 2. oktober
róði manning teir yvir á Hvítanes,
haðani teir gingu til Havnar. Har
var fundur hildin um kvøldið fyri
fullum húsi.
Eftirlitið við
rúsdrekkalógini
Fólkaatkvøðan gekk eftir vild, og
stórur meiriluti var fyri nýggju rús
drekkalógini, sum bannaði fríari
sølu.
Í 1908 varð arbeitt við at gera
eina »kredslosju« fyri Føroyar, t.v.s.
eitt meginfelag fyri losjur. Jacob
Lindenskov gjørdist eitt av umboð
unum hjá »Polarstjernen«, tá kreds
losjuni varð stovnað 14. oktober, og
hann gjørdist eisini nevndarlimur.
Ein stór uppgáva hjá kredslosjuni
var at hava eftirliti við, at nýggja
rúsdrekkalógin varð fylgd.
Hetta var ikki ov gott. Jacob
Lindenskov greiddi frá á einum
fundi, at meðan hann var í Klaksvík
legði ein grind beinini, og »Spiritus
flød ligefrem í Strømme«, so nógv
sum grindamenninir drukku. Hann
hevði sæð ein handil, sum seldi
rúsdrekka fyri minst líka nógv, sum
øll grindin var verd. Á heimvegnum
hevði hann eisini lagt til merkis,
at sera nógv varð drukkið millum
danskarar, sum løgdu telefonina á
Skálafjørðinum.
Men hóast hetta var kortini ein
stór minking í samlaðu rúsdrekka
nýtsluni.
Ætlanin var alla tíðina, at rús
drekkalógin skuldi endurskoðast.
Í hesum sambandi heittu Peter
Jensen og Jacob Lindenskov í 1911
vegna kredslosjuna á fútin fyri at
finna fram tølini fyri rúsdrekka
innflutningin undanfarnu fimm
árini. Losjurnar skuldu gjalda út
reiðlurnar av hesi kanning.
Hetta vóru hugalig tøl fyri frá
haldsrørsluna. Tey vístu til dømis,
at innflutningurin av brennivíni
var minkaður úr um 150.000 pottar í
fíggjarárinum 1906/07 til um 60.000
pottar í 1910/11.
Í 1909 verður »Polarstjernen«
niðurløgd og limirnir fluttir í »Støt
Viljen«. Her gjørdist Jacob Linden
skov varatemplari.
Nýggja ættarliðið tekur við
Tað seinasta, sum verður sagt um
Jacob Lindenskov í losjuhøpi, er, at
nýggja ættarliðið tekur við. Í 1927
verða tvey børn og ein verdóttir hjá
honum vígd sum limir.
Ein av teimum hevur verið
Edvard, sum nógvar tilvísingar eru
til í losjubókini. Ein sonur hansara,
Jákup, hevur alt sítt lív verið sera
virkin í losjuni og fyri fráhalds
arbeiðinum yvirhøvur. Av hansara
børnum hevur Elin sum ung verið
virkin í ungdómsarbeiðinum hjá
Losjuni. Her eru tískil fýra ættarlið,
sum eru umboðað í losjusøguni.
Børnini hjá Jacob Lindenskov vóru:
Í fyrra hjúnalagnum
Johanna Sofía (1894-1953)
Hans Sigurd f. 1896
Johannes Edvard (1897-1986)
Christina Maria f. 1898
Og í seinna hjúnalagnum
Anna Cathrina f. 1908.
Seinni fekk hann Birtu Helenu
(1913-1986) við Elsebeth Sofíu Fred
rikki Egholm f. 1882.
Kelda:
Erling Isholm: Losjan Støt Viljen
– 100 ár.
Jákup Lindenskov
he
n
d
u
r
ið
sl
ep
t
u
Í gamla kirkjugarði undir Svínaryggi eru fleiri minni um tey, sum slóðaðu fyri
fráhaldsrørsluni í »avhaldinum« og losjuni. Maria og Jacob Lindenskov vóru tvey teirra
Lindenskov:
Fýra ættarlið í losjuni
Jacob Lindenskov
Fyrra kona Jacob, Katrina,
gjørdist bert 33 ár
Seinna kona Jacob, Maria,
gjørdist bert 29 ár
Katrina í Baianstovu
1866-1900
Jákup í Rættará
1869-1933
Maria í Køk
1879-1909
Í komandi parti um tvær
vikur verður greitt frá Heina
á Trøðna og konu hansara
Mariane Elise