Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-07-08, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 8. juli 2011síða 14

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 8. juli 2011 · Nr. 78 14 Sosialurin Kjak Í áravís hava sjónar­miðini um køvandi lutin við høg­um skattatrýsti átt lítlan áhuga millum leik og lærd. At føroyskir løntak­arar síðani 1984 eru klintraðir upp­eftir progressiva skatta­­ stig­an­um, og tí ótil­vit­að ár undan ári eru skatt­aðir við 10-tals mio kr eyka, átti einki afturljóð frá ser­frøðini. At vanlig tímalønt frá at vera lágskattað í 1984 til at verða marginal­skattað í 2004, vakti lítlan almennan ans. Men tá avgerð í 2004 varð tikin um at stilla skatta­ stigan so at lág- og miðal­ inntøkurnar sluppu undan marginal­skatt­ing, var ser­ frøðin á gosi. Løg­ting­ið var vorðið ábyrgd­ ar­leyst?! Vanligir løntakarar Frá 2004 til 2008 vóru skatta­ lættar lætnir til tey skattliga mest trongdu. Hetta gagnaði 4500 løn­tak­ar­um í inn­tøku­ bólki­num millum 170.000 og 270.000 kr. Hetta vóru vanligir løn­ tak­­arar, tímalønt, hand­­­verk­ arar, starvsett, banka­­­fólk, tíð­indafólk, lærarar, assis­ tent­ar, sjúkra­­­røkrar­frøð­ ing­­ar, peda­gogar o.s.fr, ið ikki longur vóru marginal­ skattað. Í sama viðfangi fingu tey í miðal eina netto­løn­ar­hækk­ ing uppá 1000 kr um mán­ aðin, sum skuldi lætt trýst­ ið á lønarkrøvini og har­­við styrkt um kappingar­førið. Men í 2008 var so skatta­ skrúvan aftur tátt­að, so marginal­­skatta­markið fór niður á 250.000 kr. Hetta vakti almindiligt nøgd­ semi hjá ser­­frøðini og sosialist­ isku flokk­un­um. Kortini vóru eingi mótmæli frá vinnu og løntakarum?! Breiðu herðarnar rinda Hildið var uppá, at skatta­ lætt­­in var asosial­ur, at lætt­ in var til tey ríku. Hetta var bein­leiðis skeivt. Verður hugt eftir býti­ num í lands­skatti­num í 2009 sæst, at 2/3 av skatt­ gjaldarunum (um 23.000 í tali) tjentu undir 200.000 kr. Hesi rind­aðu 165 mio kr í landsskatti. 1/3 av skattgjaldar­un­um (um 17.000 í tali) tjentu meira enn 200.000 kr. Hesir skatt­ gjald­arar rindaðu heil­ar 1275 milliónir kr í landsskatti. Sostatt rindaðu inntøk­ urnar omanfyri 200.000 kr (breiðu herðarnar) góð 88 % av av landsskattinum, með­ an inntøkurnar niðan­fyri undir 12%. Tí er sólarklárt, at skatta­ lættarnir vendu sosialt rætt, umframt at skatta­politikk­ urin tá var ávegis at egg ja løntak­arum at arbeiða eyka, tí vissa var fyri, at sein­asta for­­vunna krónan ikki bleiv brand­skattað (margi­ nal­ skattað). Loysa seg at arbeiða Um dagarnar hevur Før­oya Arbeiðs­gevara­felag so víst á týdningin av at gera broyt­ ingar í skatta­skipanini, so tað fer at loysa seg betur at arbeiða - eftir sama leisti sum skatta­politikkurin var frá 2004 til 08. Eitt er vist, vinnan skal ikki ivast í støðu fólka­ floksins í hesum týdningar­ mikla máli. Verri er kanska at sann­føra tey, sum vilja økja inntøkurnar hjá lands­­kassanum, og sum loysn tosa um at breiðka skatta­­­grund­ar­lagið, hækka avgjøld, fremja ognarskatt, legg ja fleiri gjøld á vinnuna, ja – har bara fantasiurin setir mørkini. So, vit ynskja nýgg ja skatta­­átakinum serliga væl­komið. Serstakliga huga­­ ligt, at áratígg ju politisk­ur boð­skapur nú fær positivt afturljóð frá teim­um, sum eru súlurnar undir samfelagnum. SkattaFøroyar Bjarni Djurholm løgtingsmaður www.djurholm.fo Hugaligt, at áratíggju politiskur boð­skap­ ur nú fær positivt aftur­ljóð frá teim­um, sum eru súlurnar undir samfelagnum Meginskrivstovan · Argjavegur 26 · Postsmoga 3037 · 110 Tórshavn Tel 360000 · Faks 360001 · naerverk@naerverk.fo · www.naerverk.fo www.naerverk.fo Lesið alla lýsingina á heimasíðu okkara: www.naerver.fo / leys størv Nærverkið veitir tænastur til borgarar við serligum tørvi, sum búgva heima, á bústovnum ella á sambýlum. Vit skapa møguleikar fyri lívsgóðsku við støði í tørvi og førleika hjá tí einstaka. Okkara eyðkenni er, at starvsfólkið leggur dent á professionalismu, dygd og nærleika. Nærverkið er sjálvstøðugur stovnur undir Almannamálaráðnum. Umframt Meginskrivstovuna, ið hevur yvirskipaðu leiðsluna, eru fýra deildir: Heimatænastan, Trivnaðartænastan, Stuðulstænastan og Børn & Ung. Umleið 1600 fólk starvast í Nærverkinum. Starvslýsing Leys størv í Nærverkinum J. Broncksgøta 16 · Tórshavn · Tel 310901 · menta@menta.fo · www.menta.fo Summarfrí Vit lata skrivstovuna aftur vegna summarfrí frá mánadegnum 18. juli 2011. Opið verður aftur mánadagin 15. august 2011. Øllum viðskiftafólki verður ynskt eitt gott summar. NiNG · Tel 215 315 GRA RAVSTEINAR VSTEINAR Velbastaðvegur 45 Box 336 110 Tórshavn Tlf. 320370 Fax. 321470 Far. 214270 Opið: mánadag - fríggjadag 900-1700 annars sambært avtalu. Sjónband - 31 77 74 Nýggj vøruskrá fæst! Sp/f. Sp/f.