fríggjadagur 8. juli 2011síða 29
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
29
Fríggjadagur 8. juli 2011 · Nr. 78
Sosialurin
Landsverk, Tinghúsvegur 5,
Postsmoga 78, 110 Tórshavn
Tel. 340 800, Faks 340 801,
lv@lv.fo, www.landsverk.fo
Vilt tú seta tíni fingramerki á framtíðarbygging í Føroyum við týdningar-
miklum og stásiligum bygningsverkum, so er Landsverk rætta arbeiðs-
plássið. Sum stovnur bjóða vit tær eitt spennandi og avbjóðandi starv
sum deildarleiðari á nýggjari byggideild.
Arbeiðsuppgávur
Byggideildini varðar av strategiskum ætlanum og raðfestingum í sambandi við
alla nýbygging og viðlíkahald undir landinum. Uppgávurnar fevna bæði um
smærri verkætlanir frá eini hálvthundrað túsund krónum og heilt upp í risaverk
ætlanir sum eitt nú Skúladepilin við Marknagil fyri fleiri hundrað mió. krónur.
Harafturat umsitur deildin leigumál hjá landsmyndugleikunum og reglur við
víkjandi bygging; herundir ávegis byggireglugerð. Í løtuni starvast 11 starvsfólk
á byggideildini, men væntandi fer deildin at vaksa.
Førleikakrøv
Tú hevur viðkomandi útbúgving frá hægri lærustovni. Harafturat hevur tú gott
innlit í byggivinnu, leiðsluroyndir og førleikar innan verkætlanarstýring og eftirlit.
Sum persóni dámar tær at ganga undan, eins og tú ert savnandi og evnar at
skapa eitt gott og avbjóðandi arbeiðsumhvørvi. Harafturat ert tú bæði væl
skipað/ur og hevur góð analytisk evni.
Setanartreytir
Løn og setanartreytir eru sambært sáttmálanum millum Fíggjarmálaráðið og
avvarðandi yrkisfelag.
Deildarleiðari til nýggja byggideild á Landsverki
Landsverk er undir Innlendismálaráðnum og hevur um hendi vega- og havnamyndugleikauppgávur og
byggiharrauppgávur. Stovnurin ger ætlanir, útinnir, rekur og viðlíkaheldur landsvegir, havnir, bygningar og
flogvallamál, herundir tyrlupallar. Við umleið 140 starvsfólkum er Landsverk ikki bert ein av størstu almennu
stovnunum í Føroyum, men eisini millum teirra, sum hevur størstu serfrøðina savnaða undir sama taki.
Umsóknir
Umsókn við prógvum og lívsgongdarlýsing skal sendast umvegis landsverk.fo. Umsóknin skal vera okkum í hendi í seinasta lagi 11. juli 2011 kl. 08.00.
Fleiri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Ewald Kjølbro, stjóra, á tlf. 290 801 ella ek@lv.fo
Brót upp úr nýggjum
Starvslýsing
CHILL OUT
WITH A COLD ONE
NÝTT!
SOFT ICE
Við sós: 9 kr.
7 kr.