fríggjadagur 8. juli 2011síða 36
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Sosialurin nr. 78 · 8. juli 2011
4
SAMRØÐA
Rólant Waag Dam
rolant@sosialurin.fo
– For helviti, hatta er ein ringur spurn
ingur! Eg eri impulsiv, djørv, intelligent,
generøs, passionerað, humoristisk,
sjálvironisk og skítfull í kærleika. Eg
livi í einari boblu, har eg royni sum
frægast, at fáa alt at geva meining og
ganga upp í eina hægri eind. Sjongleri
við økonomi og húsarhaldi og barna
uppaling og psykiskari sjúku – og eg
haldi, tað gongur okay, fyri tað mesta.
Eg eri introvert og ósikkur og havi var
hugan av, at tað verður ofta uppfatað
sum arrongansa og yvirlegni. Eri nokk
heldur ikki klassiskt fitt, men heldur
ikki nakað ringt menniskja. Eg eri ein
góður vinur, tí eg eri loyal og trúføst
og vil forsvara mínar vinir við nevi og
klóm, so ver ikki fyri. Traðkar onkur
á meg, so traðki eg aftur Og so eri eg
pillhamrandi forvirrað.
Soleiðis ljóðar svarið frá Daniellu
Andreasen, tá eg spyrji hana, hvussu
hon er sum persónur.
Sjálvt svarið byrjaði annars við
klassisku vendingini um, at tað altíð
er lættari at spyrja onnur um, hvussu
tey uppfata hana, men Daniella svaraði.
Ikki stutt og ikki greitt, men hon svar
aði. Og hon svaraði erligt, uttan at
pakka nakað sum helst inn.
Hetta er eisini tað, sum hevur eyð
kent bloggar hennara á Tórsportal
inum. Hetta er tað, sum ger at bloggar
hennara fanga og hugtaka fólk. Bloggar,
sum snúgva seg um hennara gerandis
dag og álvarsom og viðkvom evni, ið
Daniella megnar at lýsa bæði lætt og
beinrakið.
Sjálv er Daniella 35 ár, býr í Århus, er
fyritíðarpensionist men debuteraði sum
rithøvundur í apríl í ár við savninum
Dilemma.
– Eg havi tvey børn. Eina 12 ára
gamla dóttir, Ivalo, sum býr hjá mær
og ein son, Bastian, sum er 7 ár og býr
hjá pápa sínum her í Århus. Hann er
hjá mær annaðhvørt vikuskifti. Also
sonurin, ikki pápin, fortelur Daniella
upp á sín heilt serliga máta.
Dylir ikki tað dulda
Daniella hevur verið, og er framvegis
hampiliga, virkin á kjak.org, og tá hon
sá, at Tórsportalurin leitaði eftir blogg
arum, var hon skjót at senda sín fyrsta
blogg.
– Motivatiónin kemur frá bobluni,
sum eg nevndi fyrr. Mínum pinkulítla
lívi. Tað, sum vekir tankar í mær.
Tankar, sum eg veit, at onnur eisini
hava, men sum tey bara tosa hart um,
har tað almenna ikki sleppur inn. Tað
motiverar meg enormt at seta orð á
teir tankarnar. Tí tað er onki galið við
teimum. Øll hava teir. Øll hava mót
gang og pínu – og øll hava hendingar
í lívinum, sum eru tabu. Og eg skilji
simpulthen ikki, at tað skal vera so
forboðið at siga teir hart. Eg skammist
ikki av, at eg eti, tá eg eri svong. Ella
gráti, tá eg eri kedd. Ella pissi, tá eg
havi drukkið tríggjar koppar av kaffi.
Øll gera tað. Hví skuldi eg so skammast
av at brúka sjúkrahúsverkið, sum hevur
gjørt deildir og útbúgvið læknar til at
hjálpa fólki sum mær? Hví skuldi eg
skammast av at hava sex, tá eg eri grað,
tá sex nú einaferð er har? Hví skuldi eg
skammast av at hava verið so sjúk, at tað
næstan drap meg, spyr Daniella, sum
leggur aftrat, at depression, ella tung
lyndi, drepur fleiri fólk á heimsbasis
enn krabbamein.
Veit ikki hvør hevur svarið upp á
hesar spurningar. Kann bara staðfesta,
at fjeppararnir til reglurnar, Daniella
skrivar á Tórsportalinum, eru nógvar
ferðir fleiri enn spurningarnir, Daniella
setur her.
Setir bara orð á
Men hvussu ber tað til, at Daniella ikki
himprast við at fortelja øllum, sum
hava hug at lesa hennara bloggar, so
opið og erligt um lív sítt?
– Eg veit ikki ordiliga, um eg kalli
tað erligheit. Tað er bara soleiðis, eg eri.
Eg eri tað og tann, sum lesarin fær. Og
tað og tann, sum tey, sum kenna meg,
fáa. Kanska skal man tola nokkso nógv
av, tá man er partur av mínari boblu. Eg
eri ein elendigur sjónleikari. Sinnisstøða
og kenslur eru uttan á sum innaní.
Glað, bangin, forelskað, botnólukkulig,
tóm, man sær tað á mær, og eg havi
uppgivið at kamuflera tað. Tað er jú
tað, man »eigur« at gera. At goyma
tað ljóta og vísa tað vakra. Hetta við
at passa inn hevur altíð verið ekstremt
ringt hjá mær at gjøgnumføra. Havi
havt periodur, har tað eydnaðist. Men
eg misti meg sjálva burtur og treivst so
illa við tí, at eg mátti venda aftur til at
vera løgin, asosial, ópopuler. Ikki tí eg
ynski at vera original. Men kanska bara
tí, eg eri tað, sigur Daniella, sum ikki
dugir at seta nakað mark fyri, hvat hon
ikki ynskir at deila við folk.
– Nei. Har er onki mark. Eg havi
respekt fyri lesarunum og kenni munin
á at deila í vulgeran forstand og subtilan
forstand. Tað kann gott vera, at eg deili
meir enn tey flestu. Og at eg fari út um
mark í gengsan forstand. Men eg deili
onki, sum vanligi borgarin ikki veit um
frammanundan. Seti bara fleiri direktað
orð á tað, enn borgarin er vanur við,
metir Daniella, sum kortini ynskir at
gera greitt, at hóast hon skrivar nógv,
onnur himprast við at siga við síni
nærmastu vinfólk, so hevur hon moral,
sum merkir hennara persón og soleiðis
eisini hennara skriving.
– Eg havi ein høgan moral. Kanska
tey sjokkeraðu ikki trúgva tí. Men hann
er sára einkul: Øll eru líka ymisk. Øll
hava okkurt at geva, men nógv hava
ongan móttakara. So tá onkur gevur,
so royn for helviti at taka ímóti. Um
tú ikki kanst brúka tað, so gev onkrum
øðrum tað, sigur Daniella Andreasen.
Daniella Andreasen telist millum mest lisnu føroysku bloggararnar.
Hon er bersøgin sum fáur, og sigur alt akkurát sum tað er. Sosialurin
fer aftur um kvinnuna, sum umframt at blogga, sjongulerar við
økonomi, húsarhaldi, barnauppaling og psykiskari sjúku. – Eg haldi,
at tað gongur okay, fyri tað mesta, sigur Daniella Andreasen
Tosar hart
um tað
hemmiliga