Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-07-11, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 11. juli 2011síða 2

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 11. juli 2011 · Nr. 79 mánadagsblaðið Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Útgevari: Sp/f Sosialurin Uppseting: Sosialurin Prent: Prentmiðstøðin Avgreiðsla: mán - frí kl. 08.00 - 16.00 Marknaðardeild lysing@sosialurin.fo Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo Norðoyggjar Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687, klaksvik@sosialurin.fo Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814, aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá. Tel. 341800 www.sosialurin.fo Oddagrein Dagsins redaktørur: Eyðun Klakstein Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Eftir summarsteðgin í fjør varð soppur staðfestur í elsta parti av Skúlanum á Ziskatrøð. Seinni ynsktu skúlans leiðsla og skúlastyrið, at hesin partur av skúlanum varð tikin niður. Samráðingar vóru við býráðið í Klaksvík um hetta, og neyðugur pen­ ing­ur avsettur til endamálið. P/F Norðhús, sum stendur fyri niðurtøkuni, valdi at bíða við hesum arbeiði til summ­ arsteðgin. Nú eru vindeygu, hitarør og aðrar installatiónir tiknar úr, og síðani verða timbur og loft tikin niður, so bert beton stendur eftir at taka niður. Niðurtøkan, burtur­bein­ ing og afturgerð av lendi er ætlað at verða liðugt fyri skúla­byrjan í august. Jógvan Skorheim, virk­ andi borgarstjóri, fegnast um, at hesin parturin av skúl­ anum nú verður tikin nið­ur. Hetta tí hann ikki er í tíðar­ hóskandi standi. – Ætlanin er at byggja nýggj­an skúla og verður farið undir at skipa hetta arbeiðið eftir summ­arsteðgin, sigur virkandi borgar­stjórin, Jógv­ an Skorheim við klaksvik.fo. Í langa tíð hava vit vitað, at um­ hvørvisstríðsfólk ætla sær til Før­oya í summar at stríðast ímóti grinda­ drápinum. Fleiri felagsskapir hava gjørt vart við seg, og líkt er eisini til, at álvari er í onkrari av ætlanunum. Fíggindi nummar 1 hjá grinda­dráp­ inum, Paul Watson, váttaði nú um dagarnar, at hann er ávegis til Føroya, og í dag sigur hann við Sosialin, at hann kemur til Føroya fríggjadagin. Retorikkurin hjá Paul Watson er, sum hann plagar at verða: “Før­oy­ ingar eru barbarar og fremja eirinda­ leyst hópdráp ímóti ósekum grinda­ hvalum. Grindadrápið er ein blóðug massakra, sum má steðgast. Og tá tað ikki er nóg mikið við munnligum og skrivligum mótmæli, skal leggjast uppí grindadrápið.” Í Føroyum hevur verið kjakast um, hvat er frægast at gera, nú lagt er upp til eitt heitt summar í Før­ oy­um. Summi hava róð fram undir, at vit skulu gevast við grinda­dráp­ inum, meðan umhvørvis­fólk eru í landinum, og onnur halda, at Før­oyar skulu ignorera mót­mælis­fólkini og halda fram sum vanligt. Løgreglan hevur fyrireikað seg við útgerð og mannskapi til vitjanina hjá Paul Watson og hinum, og tað kundi skjótt verið, at brúk var fyri báðum. Onkrir politikarar hava út­tal­að seg um støðuna. Fyrrver­andi lands­ stýrismaðurin í uttan­ríkis­málum hev­ur sagt, at føroyingar hava rætt at drepa grind og skulu halda fram við tí. Løgmaður, sum nú eisini umsitir uttanríkismál, hevur sagt, at fólk hava loyvi at verða ósamd og at mótmæla. Hóast mong kundu hugsa sær at fingið eina meira ítøkiliga fráboðan, so hevur politiski myndugleikin ikki sagt vanliga føroyinginum, hvussu vit skulu fara fram í summar. Halda vit fram at drepa grind, sum um eingi mótmælisfólk vóru til, ella skulu nøkur fyrivarni takast. Tað hevur uttan iva verið tutlað í krókunum millum grindafólk og onnur, men tað tykist rættiliga ógreitt, hvat føroy­ ingar skulu gera komandi vikurnar. Eitt skulu vit bara gera okkum greitt. Vit hava ongan kjans at vinna PR-kríggið við Watson og hans­ara líkar. Blóðugar myndir av grinda­ drápinum eru sera sterkar, møguligir samanbrestir við myndugleikar eru góðar søgur, og góðar søgur ferð­ ast skjótt. Miðlarnir eru skjótari og sterkari enn nakrantíð áður, og leik­luturin sum sosial netverk, YouTube og aðrar heimasíður hava spælt í kollveltingum seinasta árið, vísir bara, at tað er ógjørligt at stýra tíðindaflutningi. Tí kann grinda­ stríðið í summar raka Føroyar sera meint – bæði tá ið vit tosa um um- dømi og kanska eisini í utflutningi og øðrum samstørvum. Men tað er ikki líkt til, at landsstýrið sær álvaran í hesum máli, og kanska verður bara vónað, at tað spælir væl av, og at føroyingar ikki verða ov meint raktir. Tað er ikki serliga tryggjandi at vita sær. Grindastríðið í summar kann raka Føroyar sera meint Tað er framvegis dugur í David Beckham. Um viku­ skiftið bleiv hann pápi fyri fjórðu ferð, og í dysti fyri amerikanska felag sítt skoraði hann beinleiðis upp á hornaspark. Tað var í dysti ímóti Chicago Fire, og støðan var 1-1 tá LA Galaxy fekk horna í vinstru síðu. 36-ára gamli David Beckham legði bóltin til rættis, og sendi bóltin hart innfyri málið. Har royndu fleiri spælarar at fáa sett fótin á bóltin, men eing­in rakti bóltin, sum fór ímill­um vinir og fíggindar í málið. – Eg at málmaðurin var komin eitt sindur út, so eg visti at um eg legði bóltin har, so fór onkur at fáa ein fót á bóltin, ella fór hann b e i n ­ leiðis í mál. Til alla lukku, so fór hann beinleiðis í mál, segði David Beckham eftir dystin. Beckham skoraði upp á horna Nú er at hugsa seg væl um Skip hjá danska reiðarínum Torm skulu hava vápnaðar vaktarmenn umborð, tá tey sigla fram við Afrikanska Horninum. Tað hevur felagið kunnað síni starvsfólk um, skrivar danska kringvarpið. Claus Usen Jensen, sum er tekniskur stjóri hjá Torm, sigur, at tað eru mann­ ingarnar á skip­unum, sum sigla fram við Afrikanska Horn­inum, sum hava biðið um at fáa vápnaðar vaktar­ menn umborð. Tey hjá Torm hava hildið og halda fram­ vegis, at tað er ein altjóða upp­gáva at forða sjóráni, men at felagið noyðist at taka egin stig nú. Donsku myndug­leikarnir skulu geva loyvi, hvørja ferð eitt danskt handils­skip skal hava vápnaðar vaktar­menn. Hvønn dag eru umleið 50 donsk handilsskip í um­ráð­ num, sum er illa herjað av somaliskum sjórænarum. Vápnaðir vaktarmenn umborð á Torm-skip Gamli Ziskatrøð- skúlin má burtur Hví arbeiða kvinnur niðursetta tíð? kjak á síðu 12 Onki alternativ til Havnina kjak á síðu 11