Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-07-11, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 11. juli 2011síða 4

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 11. juli 2011 · Nr. 79 4 Sosialurin Randi Jacobsen Nú kommunulæknarnir runt í landinum ikki longur hava vakt alt samdøgrið, hvílir meira ábyrgd á sjúkra­bila­ førarunum, sum oftast eru teir fyrstu til ein sjúkling ella eitt vanlukkustað. Millum annað tí hevur Lands­­sjúkrahúsið skriv­að und­­ir sáttmála við “Dansk præ­hospital Uddannelses­ center” í Silke­borg um at geva sjúkra­bila­­førar­unum meira útúgving. Allir sjúkrabilaførarar hava grund­útbúgving, og bara nakr­ ir fáir hava eyka út­­búgv­­ing­ ina, sum allir nú skulu hava. Í Føroyum Í staðin fyri at senda fólkið til Danmarkar á skeið, fer undirvísingin partvís at verða á netinum og partvís í Føroyum. Undirvísarar koma frá danska útúgvingar­stovni­ num og frá Lands­sjúkra­ húsinum sjálvum. Praktikk­in verður øll í Føroyum. Portørarnir skulu útbúgv­ ast í bæði at kunna geva ávís­ar viðgerðir og heilivág. Sjúkrabilarnir eru soleiðis inn­ rættaðir, at ein lækni á Lands­ sjúkra­húsinum kann fylgja við, hvat portørurin ger. Tað er eitt skjótt smskifti. Læknarnir á Landssjúkra­ húsinum fara nú at gera eina skrá yvir, hvør heilivágur skal vera í sjúkrabilunum. Forlongdi armurin Elektroniska sjúklinga­journ­ alin ger, at altíð er til at fara inn og lesa um støðuna hjá sjúk­linginum og meira mál­ rættað veita honum viðgerð. – Sjúkrabilaførarin verður tann forlongdi armurin hjá læknum og sjúkrahúsinum, sigur Tummas í Garði, læknastjóri. Hann heldur, at við eyka útbúgvingi, sum portørarnir fáa, verður tryggari at búgva í útjaðaranum, og vandin fyri at tað ringasta skal henda einum sjúklingi minkar. Ætlanin um at útbúgva portørar meira fevnir bara um portørarnar á Lands­ sjúkra­húsinum. Hans Jacob Simonsen, leiðandi yvirlækni á Bráð­ deplinum sigur tó, at Lands­ sjúkrahúsið gjarna vil sam­ starva við hini sjúkra­húsini, og at málið er, at øll í Føroyum skulu kunna fáa somu tæn­ astu frá sjúkrabilunum. Portørarnir skulu hava meira útbúgving Hereftir skulu allir sjúkrabilaførarar hjá Landssukrahúsinu hava meira útbúgving, sum gevur teimum førleika til m. a. at kunna geva sjuklinginum viðgerð og heilivág Hans Eiler Hammer hevur tikið av ein­ um tilboði um eitt av­loysarastarv í Is­havskatedralen í Tromsø. Hetta er bara eitt avloysarastarv í tríggjar mánaðir, men hann hevur fingið áheitan um at koma í fast starv aftur í Tromsø- øki­­num, har fleiri presta­­størv eru leys at søkja. Hans Eiler Hammer sigur, at hann fyribils bert vil taka eitt av­ loysara­starv fyri at vita, hvussu tað er at koma aftur í presta­ tænastuna eftir alt, sum hann og familja hansara hava verið ígjøgnum. Meðan Hans Eiler Hammer var prestur í Berlevaag, varð hann skuld­ settur fyri at hava sent dóttrini eini sms-boð við ónæri­lig­ um inni­haldur. Rætt­ urin frí­dømdi Hans Eiler Hammer, sum tá ikki long­ur vildi vera í Berlevaag. Ein 19 ára gamal maður varð í grund­ lóg­ar­hoyri sunnu­ dag­­in varð­­halds­ fongsl­­að­ur í 12 dag­ar. Hann játt­aði seg sekan. Um hálvgum trý tíðina leyp maðurin á fólk í miðbýnum, slerdi og sparkaði, og samanlagt hevði hann lagt á fimm fólk. Maðurinv ar frá sær sjálvum. Alt byrjaði við onkrari ósemju millum mannin og fyrr­verandi unn­ ustu hansara, sigur politiið. Var frá sær sjálvum Prestur fer til Noregs Randi Jacobsen Eva Nesstein av Skipanesi, døtur hennara og beiggin eru og ferðast í Danmark, og mikudagin fóru tey ein túr í Djurs Sommerland. Har vildu tey royna russji­ banan Piraten, sum er frá 2009 og er sagdur at verða tann sætt besti í heiminum. Samanlagt 16 fólk sluppu við, men tá ið tey vóru komin næstan heilt upp, steðgaði russjibanin í 30 metra hædd. – Tað var eitt sindur ræð­ andi at hyggja niður, tí vit vendu upp og niður, men bangin var eg ikki. Eg hugsaði bara: Hvat hendir her? sigur Eva Nesstein. Onnur dóttirin var eitt sindur bangin, men ikki so tað bilti. Hjálpt niður Tað gekk ein lítil løta, so kom fráboðan í hátalaranum um, at tekniskt brek var orsøkin. Eva Nesstein heldur, at tað gekk eitt korter ella 20 minuttir, til tey komu niður. Fólk frá Falck komu við línum og fingu tey ein og ein niður gjøgnum trappurnar. Niðurkomin fingu tey bjóðað vatn og ís og teimum varð boðin kreppuhjálp, men tað hildu í hvussu er føroy­ ingarnir ikki vera neyðugt. Tey fingu eisini eina vátt­ an um, at komu tey aftur ein annan dag til Piraten, skuldu tey sleppa inn aftan fyri og sleppa frá at standa í bíðirøðini. Eva Nónsstein og tey hava ikki fingið nog mikið av russjibanum nú. – Piraten er tann størsti banin, og vit fóru beint í tann næststørsta, sigur hon. randi@sosialurin.fo Sótu føst í russjibana Eva Nesstein á Skipanesi var millum tey 16 fólkini, sum vóru í russjibananum Piraten í Djurs Sommerland, tá ið banin mikudagin knappliga steðgaði. – Tvætl, vit vóru ikki bangin, sigur hon Fríggjadagin varð útbúgving­aravtalan undir­skrivað av Karen Roed varastjóra á danska útbúgvingar­stovninum, Tummasi í Garði, læknastjóra og Hans Jákupi Simonsen, yvirlækna Mynd: Jens kristian Vang Tað er hent eina ferð áður, at russjibanin hevur havt tekniskt brek og er steðgaður upp