mánadagur 11. juli 2011síða 6
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 11. juli 2011 · Nr. 79
6
Sosialurin
Áki Bertholdsen
– Vit vistu av ongum!
Tað staðfesta teir báðir
Gerhard
Lognberg,
ting
maður og Mikkjal Sørensen,
varatingmaður fyri Javnaðar
flokkin.
Nú er av álvara farið at
ridla undir sokallaðu polit
isku semjuni um at leggja
kommunurnar saman.
Í
farnu
viku
boðaðu
Helena Dam á Neystabø,
landsstýriskvinna, frá, at ein
semja varð gjørd ímillum sam
gonguna og aðrar flokkar um
at leggja landið í sjey ella átta
kommunur á nýggjárinum
2013 og at leggja eldraøkið
undir
kommunurnar
at
umsita eitt ár seinni.
Eitt nú hava Sjálvstýris
flokkurin,
Framsókn
og
Sjúrður Skaale, uttanfloks
tingmaður, sagt seg taka
undir við ætlanini og áður
hevur Annika Olsen úr Fólka
flokkinum eisini boða frá, at
hon fer at taka undir við eini
samanlegging.
Ridlar
Undir
øllum
umstøðum
hevur tað alla tíðina verið
greitt, at tað fer at ríða um
snarið um tað fer at eydnast
at fáa Løgtingið at samtykkja
eina slíka ætlan.
Men nú verður ivi av álv
ara um ætlanina, tí nú siga
bæði Gerhard Lognberg, ting
maður fyri Javnaðarflokkin
og Mikkjal Sørensen, vara
maður, sum ofta er á tingi, at
teir kenna als ikki nakað til
nakra semju.
– Teir meinigu tinglimirnir
eru ikki kunnaðir um ætl
anina,
staðfesta
Gerhard
bæði Lognberg og Mikkjal
Sørensen.
– Vit hava ikki hoyrt eitt
tað einasta orð um hetta,
fyrrenn nú, tað brádliga
verður
almannakunngjørt
sum ein politisk semja, uttan
at vit vita av tí, siga teir.
Og teir staðfesta báðir, at
tað eru partar í uppskotinum,
teir als ikki kunnu taka undir
við.
Gerhard Lognberg sigur,
at hann fer ikki at taka undir
við uppskotinum, tí hann
heldur, at tað meiningsleyst
at leggja tað fram nú, beint
uppundir eitt val.
– Tað hoyrir ongastaðni
heima, at eitt fráfarandi Løg
ting skal taka støðu til eitt so
stórt mál, beint áðrenn val
verður útskrivað, tí tað er
lítið at ivast í, at tann næsta
samgongan bara tekur málið
upp aftur.
– Tí kann eg ikki taka tað
fyri fult.
Sjálvur tekur hann ikki
undir við, at kommunur verða
tvingaðar saman við lóg, tí
skulu kommunur
leggja sam
an,
skal
tað
vera
sjálvboðið.
Ikki búgvið
Mikkjal Sørensen tekur undir
við, at kommunur verða
lagdar saman og hann tekur
eisini undir við, at tað verður
við lóg.
Men sum støðan er í løt
uni, tekur hann als ikki undir
við, at eldraøkið verður lagt
undir kommunurnar.
– Politiskt er tað málið als
ikki viðgjørt nóg væl til, at
tað er búgvið til at verða lagt
fyri Løgtingið, sigur Mikkjal
Sørensen.
Hann staðfestir, at polit
iskt er tað viðgjørt so lítið í
Javnaðarflokkinum, at hann
ivast stórliga í, um Helenu
Dam á Neystabø yvirhøvur
hevur heimild frá flokkinum
at leggja tað fram.
Mikkjal Sørensen hugsar
serliga um tann fíggjarliga
partin í málinum.
– Tað eru alt ov fáar út
rokningar, sum lýsa fíggjar
liga
partin
í
málinum.
Nakrar útrokningar liggja í
málinum, men tær eru ikki
eftirkannaðar.
Hann sigur, at Javnaðar
flokkurin
hevur
viðgjørt
málið um at leggja eldraøkið
undir kommunurnar, men at
tað als ikki er semja í flokki
num um tað og tí heldur
hann ikki, at málið er búgvið
at leggja fyri tingið enn.
Kyrra Heðin Mortensen
Bæði Mikkjal Sørensen og
Gerhard Lognberg spyrja,
hvat varð av kommunalu
útjavningarskipanini,
sum
skuldi setast í verk, sam
stundis sum eldraøkið verður
lagt undir kommunurnar.
– Ein kommunal útjavn
ingarskipan hevur altíð verið
ein partur í ætlanini at leggja
eldraøkið undir kommun
urnar at umsita, men tað er
fullkomiliga slept, staðfesta
teir báðir.
Teir hava báðir ein illgruna
um, at útjavningarskipanin er
slept fyri at fáa borgarstjóran
í Havn at bíta á og taka undir
við samanleggingini, tí hann
hevur verið hart ímóti eini
útjavningarskipan
– Tað skal ikki undra meg,
um tað er ein partur í hesum
spælinum,
sigur
Mikkjal
Sørensen.
Gerhard
Lognberg
er
samdur.
– Útjavningarskipanin er
bara tikin burtur úr fyri at
tryggja sær undirtøku frá
borgarstjóranum
í
Havn,
heldur Gerhard Lognberg.
aki@sosialurin.fo
Hvalbingar ivast um samanlegging
Áki Bertholdsen
Í bygdaráðnum í Hvalba
eru teir ikki ovurfegnir um
ætlanina hjá landsstýrinum
at leggja kommunurnar sam
an á nýggjárinum næsta ár.
Bygdaráðið hevur viðgjørt
ætlanina á fundi hóskøldið,
men kom ikki til nakra
veruliga niðurstøðu.
Kommunan skal svara
fyri 18. juli og tað hildu teir
vera alt ov stutt skotbrá.
Annars staðfesti bygda
ráðið, at tað gjørdi neyvan
mun, hvat Hvalbingar søgdu.
Bygdaráðslimirnir vóru
samdir um, at á kommunala
økinum í Suðuroy er størsti
trupulleikin, at tær báðar
stóru kommunurnar í oynni,
Vágur og Tvøroyri, duga so
illa at tosa saman.
Fyrsta treytin fyri at fáa
eina semju í oynni er, at tær
báar kommunurnar fáast at
tosa saman, men tað hevur
víst seg at vera ómøguligt,
staðfesta hvalbingar.
– Tað er støðan hjá teim
um báðum stóru komm
ununum,
sum
verður
avgerandi, tí hvat tær minnu
kommunurnar siga, munar
neyvan nakað, halda bygda
ráðslimirnir í Hvalba.
Hinvegin vilja hvalbingar
hava, at kommunurnar í
Suðuroy tosa saman um
støðuna.
Annars
saknaðu
teir
meiri kunning um ætlanina
við samanlegging. Í hesum
sambandi sóknaðust teir
eftir teirri fólksligu til
gongdina, sum vera skuldi,
har landsstýrið skuldi ferð
ast kring landið at upplýsa
og greiða frá.
Í vár varð sagt, at hendan
fólksliga tilgongdin av alt
avgerðandi, men nú er hon
fullkomiliga slept.
Tí veit ongin í veru
leikanum, hvat tey skulu
leggja saman til og nógvir
spurningar eru ósvaraðir.
Ójavnt
Ein spurningur, sum nívur
bygdaráðslimur í Hvalba
illa, er fíggjarliga støðan hjá
kommununum.
Tvøroyri og Vágur hava
átikið sær stóra skuld, men
Hvalba, og aðrar kommunur,
eru skuldarfríar og tí er
ójavnin stórur.
Og avleiðingin verður, at
verður Suðuroy løgd saman
í eina kommunu fer hon
at fáa sera stóra skuld at
dragast við í nógv ár.
Hetta merkir, at borg
arar í Hvalbiar kommuna
verða noyddir at átaka
sær at rinda skuldina, sum
vágbingar og tvørafólk hava
átikið sær og tað dámar
hvalbingum illa.
aki@sosialurin.fo
Hann ivast stórliga
í, um Helenu Dam á
Neystabø yvirhøvur
hevur heimild frá
Javnaðarflokkinum til at
leggja tað fram
Ridlar undir semjuni
KOMMUNUSAMANLEGGING Tingmenn í samgonguni taka
ikki undir við ætlanini um at leggja kommunur saman
– Nú verður ivi av álvara
sáddur um politisku
semjuna um at
leggja kommunur
saman. Vanligir
tinglimir eru ikki
eftirspurdir og tveir
javnaðarmenn,
vit hava tosað við,
taka ikki undir
við ætlanini
Ongin semja