mánadagur 11. juli 2011síða 36
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
vika 28 l 11. juli 2011
4
fjarðastevna
Vilmund Jacobsen
Tað eru Strálan og StÍF, ið standa
aftan fyri Fjarðastevnuna, sum í ár
verður hildin á Strondum næsta viku
skifti. Fjarðastevna er 4. hvørt ár á
Strondum, 4. hvørt ár á Skála og 2.
hvørt ár í Vestmanna. Tað merkir, at
stevnan er hvørja ferð í Vestmanna í
skiftinum millum Strendur og Skála.
Feløgini, Strálan og StÍF, hava sett
Tummas Johannesen, sum annars er
tekniskur leiðari hjá Sjóvar kommunu,
til at samskipa stevnuna í ár, og í
hesum sambandi hevur kommunan
leysgivið leiðaran í nakrar dagar at
taka sær av hesi uppgávu.
Nógv í sving
Tummas Johannesen sigur, at aftan
fyri seg hevur hann góðar kreftir í fe
løgunum báðum, men nógv er, sum
skal fáast upp á pláss, nú Fjarðastevna
stundar til.
– Kappróðurin er hin størsta ein
staka uppgávan, og her er brúk fyri
nógvum góðum fólki. Sama er við
teimum tiltøkum, sum eru í Bygdar
húsinum og á økinum við Bygdarhúsið,
har eitt nú tivoli, hoppiborgir og karu
sell eru. Har verða eisini ymisk onnur
tiltøk, sum krevja hjálparfólk.
– Eg haldi, at vit hava fingið eina
góða, forvitnisliga og áhugaverda
skrá, har allir aldursbólkar kunnu fáa
nakað burturúr – og okkurt nýtt, sum
ikki hevur verið áður, er eisini á skránni
hesaferð, sigur Tummas.
Felagsdøgurði
Eitt, sum verður nýtt á Fjarðastevnu
í ár, er, at ein stórur felagsdøgurði
verður í Bygdarhúsinum sunnudagin
frá klokkan 12.30-14. Hetta verður
ein døgurði, sum ein og hvør, bæði
børn og vaksin, kunnu tekna seg til,
og tekning skal helst fara fram fyri
midnátt fríggjakvøldið komandi.
Samskiparin sigur, at tað verða
roynd fólk, sum koma at taka sær av
døgurðanum, har borðreitt verður við
oksasteik, dessert og kaffi omaná.
– Tiltakið verður alment, og fólk
koma at gjalda sjálvi. Ætlanin er
hinvegin, at prísurin fyri døgurðan
skal vera sámuligur, soleiðis at hetta
ikki heldur fólki aftur. Ætlanin er,
at børn undir 12 ár skulu kunna
eta fyri hálvan prís ella so,
leggur hann aftrat.
Ógvuliga spent
Tummas sigur, at plássið í
Bygdarhúsinum so at siga
er óavmarkað, tí umframt
matstovuna, hava tey eisini
stórasal í Bygdarhúsinum, um
áhugin verður so stórur.
– Vit eru ógvuliga spent upp á
hetta tiltak, og vit vóna, at nógv fólk
fara at tekna seg til felagsdøgurðan
og soleiðis kunnu hugna sær saman
hendan sunnudagin, sigur Tummas
Johannesen, sum hevur verið tekniskur
leiðari hjá Sjóvar kommunu síðan
2003.
Felagsdøgurði á Strondum
Kapp
róður og
andlits
máling
Meðan kappróður er á Strondum,
verður eitt minni tivoli á Hulki,
og her verður eisini høvi til and
litsmáling, sum starvsfólk í barna
garðinum á Strondum fara at taka
sær av.
Kappróður verður á Fjarða
stevnu, og her verður tað, sum van
ligt, at barnaróðrarnir byrja klokkan
13 – og FM-róðurin klokkan 15.
Kappróðurin er størsta einstaka
tiltakið á eini summarstevnu og
hetta tjóðartiltak, sum kappróðurin
ofta verður róptur, savnar framvegis
nógv fólk – og lurtarar kring landið.
Hetta er ein hátíðarlig ítrótt, sum
so avgjørt eisini fer at seta sín
dám á Fjarðastevnu, nú stevnurnar
fækkast, og spenningurin um FM-
heitini økist.
Meðan róð verður kapp, verður
ymiskt áhugavert inni á Hulki á
Strondum, har kappróðrarmálið
liggur. Her verður eitt minni tivoli
øki við eitt nú 21-spæli, tombola
og skjótibreytum.
Eitt tiltak, sum hevur havt
stóran áhuga millum børn og ung
í seinastuni, er andtlitsmáling, og
hetta høvi verður eisini á Hulki,
meðan kappróðurin fer fram.
Tað verða starvsfólk í barna
garðinum á Strondum, sum fara at
taka sær av andlitsmáling.
– Tá tey fyrstu børnini hava
latið seg málað, komu onnur
teimum eftir og viljað eisini hava
síni andlit málað. Hetta vísir seg
at vera rættiliga »in« á stevnum í
løtuni, verður sagt av Strondum.
– Tiltakið verður alment. Ætlanin er, at prísurin fyri døgurðan skal verða sámuligur,
soleiðis at hetta ikki heldur fólki aftur. Børn undir 12 ár kunna eta fyri hálvan prís ella
so. Vit eru ógvuliga spent upp á hetta tiltak, og vit vóna, at nógv fólk fara at tekna
seg til felagsdøgurðan, sigur Tummas Johannesen, samskipari av Fjarðastevnu
Nú Fjarðastevna verður sama viku
skifti, sum G Festivalur er í Gøtu,
ætla strandingar at ”lokka” tey
tilkomnu í dans í Bygdarhúsinum
á Strondum, har LM Band fara at
spæla til dans.
Leygarkvøldið klokkan 20 verð
ur kvøldseta í Bygdarhúsinum á
Strondum. Hetta er eitt afturvend
andi stevnutiltak, sum strandingar
hava havt hepnar royndir við.
Á kvøldsetuni, har ymiskt undir
hald verður við smáum aktuellum
leikum, skemti, sangi og tónleiki,
plaga nógv fólk at savnast. Tað
er Anna Joensen, sum aftur í ár
verður høvuðsfyriskipari av hugna
kvøldinum.
– Vit hava skipað so fyri, at
familjur við børnum ikki skulu nýt
ast at halda seg aftur at koma til
hugnaløtuna. Hetta hava vit gjørt
við eisini at geva børnunum ein
møguleika í Bygdarhúsinum, har
teknifilmar verða vístir – ókeypis – í
biografsalinum, meðan hugnaløtan
er. Tey størru børnini, sum ikki tíma
at hyggja eftir teknifilmi, kunnu fara
á tivoliøkið omanfyri Bygdarhúsið,
har nógvir ymiskir møguleikar eru.
Tummas sigur, at tá hugnaløtan
er liðug, kunnu foreldur fara eftir
børnunum, sum antin hava sæð
teknifilm – ella hava hugnað sær á
tivoliøkinum.
LM Band á pall
Tummas Johannesen, sum samskipar
Fjarðastevnu á Strondum, vísir á, at
hugnakvøldið eisini kann brúkast
sum ein ávís »upphiting« til dansin,
sum byrjar á midnátt.
– Nú er tað so, at Fjarðastevna
fellir saman við G Festivalinum, og
tí nyttar ivaleyst lítið hjá okkum at
satsa upp á at fáa tey ungu í dans
í Bygdarhúsinum. Vit hava tí valt at
leggja okkum eftir at fáa eitt gott
dansikvøld á Strondum, har kjarnan
verður tey tilkomnu – og kanska
gomlu. Tí hava vit eisini valt eitt
dansiorkestur, ið spælir tónleik,
sum teimum tilkomnu dámar. Mid
náttarrøða verður klokkan 23.30,
og síðan byrjar dansurin á midnátt,
sigur samskiparin.
Lokka tey tilkomnu
- Plássið í Bygdarhúsinum er so at siga er óavmarkað,
tí umframt matstovuna, hava vit eisini stórasal, um
áhugin fyri døgurðatiltakinum verður so stórur, sigur
Tummas Johannesen, samskipari
Vit hava fingið eina
góða, forvitnisliga
og áhugaverda
skrá – og okkurt
nýtt er eisini á
skránni hesaferð
Meðan tey tilkomnu
eru til hugnaløtu,
kunnu børnini –
ókeypis – hyggja
eftir teknifilmi í
biografsalinum