Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-07-11, síða 40
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 11. juli 2011síða 40

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

vika 28 l 11. juli 2011 8 Tíðindi 100 milli­ ardir liggja undir gomlum templi Í India hava myndugleikarnir styrkt vaktarhaldið við eitt tempul í bý­ num Trivandrum, eftir at tað er komið fram, at eitt ovurhonds stórt ríkidømi er fjalt undir templinum. Talan er um fleiri pengaskáp. Tey hava verið afturlatin í 150 ár, men nú eru tey latin upp, tí myndug­ leikarnir vilja hava greiði á, hvussu nógv teir ymsu átrúnaðarligu bólk­ arnir eiga. Reuters skrivar, at tað er ikki hissini virði, sum er komið und­ an kavi. Fornfrøðingar, sum hava kannað goymslurnar undir templi­ num í Trivandrum, halda, at har eru gull, prýðislutir og annað virðis­mikið fyri einar 100 milliardir krón­ur. Eitt nú hava fornfrøðingarnir funnið kokosnøtir úr gulli og gull­ ketur, sum eru tríggjar metrar lang­ ar. Hetta hevur sjálvandi áhuga hjá øðrum enn teimum, sum eiga tað, og tí hava myndugleikarnir styrkt vaktarhaldið kring templið munandi. Jarðaðu hval á strondini Nú um dagarnar gjørdi ein tólv metrar long kúlubøka land­ gongd á kyrrahavsstrondini í mið­ amerikanska landinum El Salvador. Strondin er einar 50 kilometrar frá høvuðsstaðnum San Salvador, og myndugleikarnir siga, at fólk tustu til strondina at hyggja at tí sjáld­ sama gestinum. Fólk, sum vóru á staðnum, hava greitt frá, at hvalurin gav ljóð frá sær, meðan hann stríddist fyri lívinum. Men alt var til fánýtis, og nakrar tímar seinni doyði hann. Myndugleikarnir hildu tað ikki vera ráðiligt at lata tann stóra hvalin liggja í sjóvarmálanum, so teir sendu boð eftir gravimaskinum, sum jarðaðu tað stóra djórið á sandinum. Marjun vann fyri 50.000 av olju Týsdagin 5. juli handaði Sverri Kallsberg frá orkufelagnum Effo ein gávukekk upp á 50.000 krónur til Marjun Dam í Havn, sum vann høvuðsvinningin í Dinero-spælinum hjá Rás2. Dinero er eitt bingospæl, sum hevur verið á Rás2 hvørt sunnukvøld. Mynd: Álvur Haraldsen Sverri Kallsberg frá orkufelagnum Effo handar gávukekkin upp á 50.000 krónur til Marjun Dam. Uttanst til høgru Birgir Waag Høgnesen marknaðarleiðari í Miðlahúsinum. Eydna Skaale Donatella Versace skal sniðgeva heystkollektiónina hjá Hennes & Mauritz. Tað gevur vanligum fólkum møguleika at fáa sniðgevaramerki fyri ein bíligan penga Seinastu árini hevur handilsrøðin H&M havt ymsar kendar gestasnið­ gevar millum annað Lanvin, Sonia Rykiel, Jimmy Choo og Stella Mc Cartney. Í ár verður tað eftir øllum at døma Versace, sum verður at fáa í Hennes & Mauritz. Donatella Versace hevur annars fyrr sagt, at eitt samstarv við eitt high street merki, sum Hennes & Mauritz er, als ikki kundi koma uppá tal. Hon segði seg hava arbeitt alt ov leingi og ov hart til at fáa Versace til at gerast eitt luksusmerki, til at hon nú kundi fara at tvinna tað saman við einum bíligum merki. Men nú er eftir øllum at døma vent í holuni. – Hetta er eitt gott høvi at røkka einum breiðari skara av keyparum, sigur hon nú. Versaci kollektiónin kann keypast í Hennes & Mauritz frá november. Versace fyri H&M Fyrsta Dinero-vinningin vann Marjun, tá hon sunnukvøldið 19. juni vann eina flogferð frá Atlantsflog til Dan­ markar, og sunnukvøldið 26. juni vann hon høvuðsvinningin, sum var ein gávukekkur frá Effo upp á 50.000 krónur og eina Nokia fartelefon. Marjun Dam sigur, at hóast mað­ ur­in, Ove Dam, í eini 35 ár arbeiddi á Shellstøðini á Frælsinum, hava tey seinastu árini verið kundar hjá Effo. Dinero-pláturnar eru keyptir frá Effo í Gundadali, og nú vunnu tey høvuðsvinningin, sum eisini var frá Effo. Marjun sigur, at fyri henni virkar tað so óveruligt at hon hevur vunnið so nógvar vinningar. Hetta kom ómetaliga væl við. Vit ætla at nýta allar tær 50.000 krónurnar til húsar­ haldsolju. Pengarnir strekkja nokk til millum tvey og trý ára oljuforbrúk. Birgir Waag Høgnesen, marknaðar­ leiðari í Miðlahúsinum, sigur, at Rás2 hevur sett tvey nýggj átøk í gongd í 2011, tey eru heilsu- og fimleikaløtan, sum verður send hvønn morgun og hvørt hvøld, hitt er bingo Dinero, sum hevur verið sent hvørt sunnukvøld. Vit byrja aftur í heyst við bingo–dinero, sigur Birgir.