Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-07-11, síða 42
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 11. juli 2011síða 42

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

vika 28 l 11. juli 2011 10 stjórin Vilmund Jacobsen Ólavur Weihe er stjóri í familju­fyri­ tøkuni, P/F Jógvan Weihe, sum húsast í Stiðjagøtu 10 í Havn. Nevndar­ for­maður er bróðirin, Gunnar Oluf Weihe. Tað var pápin, Jógvan Weihe, sum saman við konu síni, Hildibjørg, stovn­ aði fyritøkuna fyri 20 árum síðan. Úr søguni kunnu vit nevna, at Jógvan Weihe var arbeiðsleysur um tað mundið, tá tey fóru undir handilin, ið byrj­aði sum heilsøla í 1991. Hann hevði arbeitt hjá aðrari fyritøku, sum helt upp at – og at ganga arbeiðsleysur hóvaði honum slett ikki. Fyritøkan byrjaði í leigaðum hølum í Havn. Hildibjørg passaði handilin, með­an Jógvan sjálvur ferðaðist kring land­ið at banka á dyr og vitja diskar og skrivstovur. Eftir at hava húsast í leigaðum hølum ymsastaðni í býnum, flutti fyri­ tøkan í 2004 í nýggjan og rúmligan handils­bygning. Í dag er handilin í Stiðja­gøtu ein av kendastu av sínum slagi í landinum yvirhøvur. Næstan alt Í nøkur ár var Ólavur stjóri í fyritøkuni saman við pápa sínum, men tvey tey seinastu árini hevur hann verið einsamallur stjóri og hevur soleiðis havt ovastu leiðsluna av fyritøkuni um hendi. – Tá hetta er ein familjufyritøka, eru vit saman um avgerðir og rakstur. Vit eru seks fólk, pluss tað leysa, sum dagliga starvast í fyritøkuni. Tá hetta er eitt lutfalsliga lítið manningartal, kanst tú ikki bara vera stjóri, men noyðist at taka tær av nógvum ymisk­ um uppgávum. Eg vil siga, at eg eri um alla fyritøkuna. Soleiðis er tað bara í eini fyritøku sum okkara, sigur Ólavur Weihe, stjóri. P/F Jógvan Weihe er kend fyri at hava nógvar ymiskar vørur í sínum útboði, og tað er næstan ikki tað ting, tú ikki fært í handilsbygninginum í Stiðjagøtu. – Eg vil tó siga, at okkara størsti marknaður er frítíðarklæði, arbeiðs­ klæði, fiskireiðskapur, ymiskt til land­ búnaðin og alt, sum hevur við kamping og frítíðarsigling at gera. Ólavur Weihe sigur, at fyritøkan frá at vera ein rímiligur veitari til vinnu­ ligar útróðrarmenn, heldur hevur lagt seg eftir at røkja tann partin, sum hevur við frítíðarfisking, bæði á sjógvi og landi, at gera. – Okkara stóri kundaskari í dag er soleiðis privatkundar – og ikki vinnu­ ligir kundar. Hann sigur, at tá tú selir til vinnuna, er vandin at missa pengar rímiliga stórur, serliga tá umstøður broytast, og tað gongur verri í vinnuni. – Vit hava soleiðis mist nokso nógvar hundrað túsund krónur millum ár og dag. Hetta hevur serliga verið reið­skapur til vinnuliga fiskiveiði. Nú hava vit sum nevnt lagt okkum meiri eftir at røkja privatkundamarknaðin heldur enn hin vinnuliga. Ólavur vísir á, at eitt, sum eisini hevur vundið nógv upp á seg, er søla av ymiskum útbúnaði og amboðum til ymiskt frítíðarvirksemi, eitt nú til eina veksandi kampingvinnu. – Her hava vit tjøld, soviposar, styvlar, klæði og at kalla alt, sum hevur verið grill og matgerð í slíkum frí­tíðar­virksemi at gera. Sama er við ymiskum útbúnaði til frítíðarsigling og frí­tíðarfisking, sum eisini hevur verið ein veksandi marknaður seinnu árini. Haldi, eg tori at siga, at neyvan nakar hevur eitt størri út­boð til frítíðarfisking, enn vit hava í Stiðja­ gøtu. Sær positivt út Vit spurdu eisini Ólav Weihe, hvussu sølan gongur, og um handilsvinnan hevur eina meting av, hvønn veg tað ber. – Vit merktu eina afturgongd í fyrraári, men árið í fjør var í lagi, og árið í ár sær positivt út, sigur hann. Stjórin leggur aftrat, at tað er altíð torført at spáa um framtíðina, men fyritøkan hevur roynt at flutt seg og fingið sær fleiri bein at standa á, sum hann tekur til. – Í truplum tíðum er neyðugt at til­laga seg, og tað kann eisini gerast neyðugt at finna sær nýggj bein at standa á, sigur Ólavur Weihe, stjóri hjá P/F Jógvan Weihe. vilmund@sosialurin.fo Stjóri í eini familjufyritøku – Tá talið av starvsfólki er lutfalsliga lítið, kanst tú ikki bara vera stjóri, men noyðist at taka tær av nógvum ymiskum uppgávum. Eg vil siga, at eg eri um alla fyritøkuna. Soleiðis er tað í eini handilsfyritøku sum okkara, sigur Ólavur Weihe, stjóri hjá P/F Jógvan Weihe Fyritøka: P/F Jógvan Weihe Adressa: Stiðjagøta 10, Tórshavn Aldur: 20 ár Starvsfólk: 6, pluss tað leysa Navn: Ólavur Weihe Starv: Stjóri Aldur: 47 Sambúgvi: Majbritt Børn: 2 (4 og 7 ár) – Vit merktu eina afturgongd í fyrraári, men árið í fjør var í lagi, og árið í ár sær positivt út, sigur Ólavur Weihe, stjóri í fyritøkuni, P/F Jógvan Weihe Mynd: jens kristian vang