mánadagur 11. juli 2011síða 44
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
vika 28 l 11. juli 2011
12
g!-festivalurin
Bólkar á G!
Komandi vikuskifti verður árligi G!-festivalurin í Gøtu. Niðanfyri verða nakrir av bólkunum lýstir.
á G! í ár, er danska Fallulah. Hon átti eitt nú mest spælda lagið á P3 útvarpsrásini í fjør
og hevur fingið lovorð oman á lovorð bæði fyri fyrstu fløguna og sínar live framførslur.
Eitt av størru nøvnunum
Fløguaktuellu Týr
spæla konsertir um allan heim, og skulu í summar m.a. á konsertferð í Suðuramerika og Europa.
Eittans rend gera teir til Føroya í summar, og tað er á G!
Meshuggah
Svenski bólkurin er millum mest virdu bólkarnar í
metalumhvørvinum og hevur havt grundleggjandi ávirkan
á hvussu metaltónleikur ljóðar í dag. Rolling Stone Maga
zine skrivar: ”ein av tíggju teimum týdningarmiklastu
bólkunum innan heavy og harðan tónleik”. Alternative
Press skrivar: “mest týðandi bólkurin innan fyri metal”,
og Eddie Jacobsen, SIC, sigur: "Genialt, svakt, intenst,
skitzofreniskt, vakurt, komplekst...heilt egið og púra
svakt genialt - ein av bólkunum sum hevur havt størstan
týdning fyri meg tey seinastu 15 árini."
og mest fagnaði svarti gospel-kvartett-bólkur, The Blind Boys of Alabama lat sína fyrstu útgávu
úr hondum fyri meira enn 60 árum síðani, hevur hesi seinastu tíggju árini vunnið m.a. 5 Grammy®
Awards, Grammy® Lifetime Achievement Award, National Endowment for the Arts Lifetime,
Achievement Award og 4 Dove Awards. Tríggir forsetar hava boðið teimum í Hvítu Húsini at spæla,
Clinton í 1994, Bush í 2002 og seinast Obama í 2010. Í summar fáa føroyingar høvi at hoyra bólkin
á Gøtusandi.
Heimsins kendasti
verður høvuðsnavn á G! 2011. Føroyingar munnu serliga kenna hittini Why Does It Always Rain On
Me? og Sing, sum leiðarin og sangarin í bólkinum, Fran Healey, hevur skrivað. Tvær ferðir (í 2000 og
2002) hevur bólkurin vunnið Brit Awards fyri at vera besti bretski bólkur og í 2000 eisini fyri at eiga
bestu útgávuna fyri ”The Man Who”. Travis hava eisini fingið Ivor Novello sangskrivara virðislønina
hjá British Academy of Songwriters, Composers and Authors (BASCA) og vera mettir at vera millum
3-4 teir mest týðandi bretsku rockbólkarnar seinastu 20 árini.
Travis
Orka
man vera ein av mest hugtakandi og nýskapandi bólkunum í Føroyum
yvirhøvur. Við heimagjørdum ljóðførum, knortli og fingerspitzgefühl hevur
Orka eisini vunnið sær støðu sum ein hin mest umbidni bólkurin uttanfyri
landoddarnar.
beint uttanfyri Nashville í Tennessee koma The Tennesee
Mafia Jug Band – fimm fýrar, eitt vaskibretti, og røtur so
djúpar sum vísdómstenn. Hesin ovfarakáti fimm-manna
bólkurin lýsir pallin upp við rivjabeins-kitlandi gomlum
sangum. The Tennessee Mafia Jug Band kenna ikki bert
tónleikin, teir hava eisini klæðini, hálvvánaligu skemti
søgurnar og framføra eisini skemt á høgum støði ímeðan.
Frá Goodletsville
Movits! tekur seg í løtuni fram á tónleikapallinum báðumegin
Atlantshavið. Eftir útgávuna av fyrstu fløguni "Äppelknyckarjazz"
seint í '08, túraðu teir í Norðurlondum í eitt ár. Hæddarpunktið
á túrinum varð, tá Stephen Colbert bjóðaði teimum til New
York at spæla á hansara showi, "The Colbert Report". Hendan
framførslan hevði við sær, at Movits! endaðu á nummar 1 á
hiphop-hittlistunum hjá bæði iTunes og Amazon. Tað, ið ger hetta
til eitt serligt bragd er, at Movits! framførir á svenskum.
Svenski hiphop/sving-bólkurin