Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-07-11, síða 46
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 11. juli 2011síða 46

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

vika 28 l 11. juli 2011 14 bleyti stólurin Lýs teg sjálvan við trimum orðum? Alt for fittur, øgiliga raskur og pliktuppfyllandi. Hvat orð ella hvønn setning nýtir tú oftast? Onki problem, tað orðna vit. Hvørjum hyggur tú at hjá hinum kyninum? Heildini, nei tvætl reyvini. Hvat er tað fyrsta tú gert um morgunin? Sløkki vekkaran og vaki børnini. Hvat stressar teg? Negativ fólk og tað sum eg ikki fái gjørt. Hvat gleðir teg? Tá tað gongst familju, vinum og kenningum væl. Nær feldi tú seinast eitt tár? Tá eg møtti einum fyrrverandi starvsfelaga, sum eg ikki visti av var vorðin blindur... Tað rørdi meg virkuliga. Hvat var seinasta ynski, sum tú fekst uppfylt? At sleppa á ølfestival. Hvar arbeiðir tú? Hjá OKKARA bryggjaríið á Velbastað. Hví valdi tú at arbeiða innan ølvinnuna? Eg eri føddur til tað. Hvat lag er heimsins besta? Nr. 5 á nýggjastu fløguni hjá Halli Joensen. Hvat er besta uppfinningin og hví? Uppvaskimaskinan – tí eg havi roynt at arbeiða sum uppvaskari. Hvat hevur tú í lummunum beint nú? 137,50 kr. Og tvær ølpolettir frá ølfestivalinum. Hvat er títt besta heimaráð? Forkela konuna. Hvat er keðiligast við Føroyum og hví? Regnið og vindurin – tí eg eri nógv úti. Hvussu ofta speglar tú tær? Tá tað er framman fyri mær. Hvussu ofta ert tú hjá frisør? Uml. sættu hvørja viku. Hvar ert tú um 10 ár? Á Cruise-ferð í Caribia. Hvør er tín stuttligasta uppliving innan arbeiði á OKKARA? Ølfestivalurin – tað var ein góður túrur. Besta heimaráðið: Forkela konuna! Navn: Petur Petersen Starv: Stjóri á Okkara Eg eri føddur at arbeiða innan ølvinnuna