mánadagur 11. juli 2011síða 50
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
vika 28 l 11. juli 2011
18
fjarðastevna
Vilmund Jacobsen
Eitt áhugavert tiltak, sum verður á
Fjarðastevnu á Strondum í vikuskift-
inum, er uppboðssøla av málningum
og lombum til heystar. Hetta tiltak
verður í matstovuni í Bygdarhúsinum
sunnudagin klokkan 17.30. Orsøkin til,
at tiltakið verður í matstovuni, er, at
bingo verður í stórasali klokkan 17.
– Men eisini í hesum er ein ávís
planlegging, sigur Tummas Johanne
sen, samskipari, brosandi.
Hann leggur aftrat, at meðan
menninir fara á uppboðssølu at kapp
ast um málningar og lomb til heystar,
kunnu kvinnurnar hugna sær á bingo.
– Gongur tú á bingo, velir tú upp
boðssøluna frá. Menninir kunnu nú
fylgja konunum á bingo og sjálvir fara
á uppboðssølu. Ikki tí; uppboðssølan
er eins væl fyri kvinnur sum menn,
leggur samskiparin
aftrat.
Tummas sig
ur, at flestu
málningarnir
eru málaðir av
fólki í bygd
ini, og tað vísir
seg nevniliga,
at tað eru fleiri,
sum eru kreativ
og duga væl at mála.
Einir tveir kendari málarar
hava eisini latið málningar til
uppboðssøluna.
– Vit eru ógvuliga spent eftir
at vita, hvussu hetta tiltak fer at
eydnast, og vit eru sera takksom fyri
málningar og lomb, sum fólk hava
latið, sigur hann.
Áðrenn vit fara víðari, leggur
Tummas Johannesen aftrat, at vøru
tombola eisini verð
ur í Bygdarhúsinum sunnudag
in klokkan 16.30 – ella, áðrenn
bingo og uppboðssøla byrja, og her
plaga nógvir og góðir matvinningar
verða at vinna.
Atelier á Strondum
Navnframi argjamaðurin og lista
maðurin, Finnleif Mortensen, hevur
bygt sær atelier Undir Torvbrekku
á Strondum. Hann og Guðrun, sum
er ættað av Strondum, hava búð á
Argjum í nógv ár. Nú ætla tey saman
við børnunum, Heiðriki, Onnu og
Tummasi, at flyta heim á Strendur at
búgva.
Finnleif hevur leingi havt ein dreym
um eitt atelier, so hann kann mála
burturav. Atelierið er 58 fermetrar
til støddar, og nú Fjarðastevna
verður á Strondum, verður atelierið
hjá argjamanninum eisini opið til
framsýningar.
Opið verður bæði leygardagin og
sunnudagin – leygardagin frá klokkan
14-18 og sunnudagin frá klokkan 14-
17.
Torvbrekka 12B, sum er adressan,
liggur ikki langt frá Bygdarhúsinum og
er avgjørt verd eina vitjan á stevnuni.
Uppboðssøla við list
og lombum á Fjarðastevnu
Tey
yngstu
spæla
fótbólt
Á Fjarðastevnu verður fótbóltur
fyri gentur og dreingir upp til eini
10 ár. Lagt verður fyri eftir døg
urða sunnudagin, og ætlanin er,
at fótbólturin skal verða liðugur
klokkan 15, tá onnur tiltøk verða.
Fyrst spæla gentur og síðan
dreingir.
Vøllurin við Bygdarhúsið er í
hálvari stødd, men liðini brúka bert
ein part av vøllinum í part.
Tá VikuBlaðið frætti av Strond
um miðskeiðis í síðstu viku, var ikki
endaliga gjørt av, hvørji liðini verða,
sum strandingar koma at kappast
ímóti, men tað verður greitt í góð
ari tíð undan stevnuni.
Pluss 45
Tá børnini eru liðug at spæla fót
bólt á vøllinum við Bygdarhúsið,
verða stuttligar kappingar millum
strandakonur og skálakonur. Hesar
kappingar byrjar klokkan 15, og lítið
man vera at ivast í, at her verður
nógv at flenna at. Sum skilst, ætla
fyrireikararnir, at aldursmarkið hjá
stranda-og skálakonum verður
45-pluss, sum tað verður rópt, og
her fara konurnar eitt nú at renna
í posa og annars at luttaka í øðrum
stuttligum kappingum.
Klokkan 16 verður skipað fyri
brotssparkskapping á fótbólts
vøllinum, og her verður høvi hjá
øllum at luttaka í ymiskum ald
ursbólkum, bæði fyri gentur og
dreingir.
Kapp
rógving
í gummi
bátum
Sunnukvøldið
klokkan
18.30
verður aftur eitt stuttligt og
skemtiligt tiltak á Strondum. Tá
verður skipað fyri kapprógving
í gummibátum, sum fer fram á
Heygsstøð. Sum skilst, er ætlanin
at skipa kappingina sum eina
stafettkapping, partvís millum
vinnufyritøkur í kommununi.
Strandingar miðja eftir, at einir
fýra gummibátar verða tøkir til
hesa skemtiligu kapprógving.
Barna
diskotek
Tey nógvu tiltøkini á Fjarðastevnu
verða leygardagin og sunnudagin.
Tó verður eitt barnatiltak longu
fríggjakvøldið við barnadiskoteki
og karogi í hølunum hjá Stráluni.
Tiltakið, sum verður frá klokkan 21
til midnátt, er ókeypis.
Missiónshúsið fer at hava útimøti
við Bygdarhúsið á Strondum leygar
kvøldið, samstundis sum farið verður
undir at grilla búffar við góðum
afturvið.
Millum klokkan 18 og 20 leygar
kvøldið á Fjarðastevnu fáa fólk høvi
at keypa sær ein grillaðan búff við
góðum afturvið. Hetta tiltak verður
eisini við Bygdarhúsið. Um viðrar
verður etið úti, men skuldi veðrið
spælt stevnufólki eitt puss, er
alternativið, at búffurin verður etin
í hølunum hjá Stráluni, sum eru í
kjallaranum í Bygdarhúsinum.
Sagt verður, at tá bygdarstevna
var á Skála, høvdu tey eisini tiltak,
har fólk høvdu høvi at keypa sær ein
grillaðan búff – og tá fingu búffarnir
bein at ganga á, sum tikið verður
til.
– Hetta er eitt tiltak, sum er meiri
og meiri vanligt á stevnum, og tað
vísir seg, at hetta er nakað, sum
veruliga hevur fangað. Vit vænta
tí eisini, at nógv fólk fara at nýta
høvi at keypa sær ein grillaðan búff
við góðum afturvið á Strondum
leygarkvøldið, siga fyrireikararnir av
Fjarðastevnu.
Leggjast kann aftrat, at Missións
húsið á Strondum fer at skipa fyri
útimøti við Bygdarhúsið klokkan
18.30 leygarkvøldið, og soleiðis fer
eisini at bera til at lurta eftir møtin
um, meðan búffurin verður etin.
Ætlanin var, at Keldan eisini skuldi
skipa fyri útimøti á Fjarðastevnu,
men tey fingu líka sum ikki manna
lið, nú fólk eru í summarfrí.
Grillaður búffur á útimøti
Gongur tú á bingo,
velir tú uppboðssøluna
frá. Menninir kunnu
nú fylgja konunum
á bingo og sjálvir
fara á uppboðssølu
Borgarstjórin, Artur Johansen og Finnleif Mortensen, tá atelierið læt upp. Finnleif
hevur bygt sær atelier á Strondum, sum verður opið um stevnuna
– Vit eru ógvuliga spent eftir at
vita, hvussu uppboðssølan fer at
eydnast, og vit eru sera takksom
fyri málningar og lomb, sum
fólk hav a latið, sigur Tummas
Johannesen, samskipari
Flestu málningarnir, sum verða seldir á uppboði, eru málaðir av fólki í bygdini.
– Tað eru fleiri, sum eru kreativ og duga væl at mála. Einir tveir kendari málarar
hava eisini latið málningar til uppboðssøluna, sigur Tummas Johannesen