mánadagur 11. juli 2011síða 52
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
vika 28 l 11. juli 2011
20
fjarðastevna
Vilmund Jacobsen
Artur Johansen er borgarstjóri í Sjóv
ar kommunu. Hetta er tó ikki fyrstu
royndirnar, hann ger sær í bygda
ráðsarbeiði. Árini 2001-2004 sat
hann eisini í bygdaráðnum, men ikki
í skeiðnum frá 2004-2008.
Borgarstjórin fegnast um tað vinnu
lív, sum er í kommununi, bæði tað,
sum er á sjónum við útróðrarbátum og
skipum, við sjóvarmálan og tað, sum
er í kring um í kommununi annars.
Størsta einstaka arbeiðsplássið í
kommununi er saltfiskavirkið Vaðhorn,
sum eisini hevur aktiverað fitt av
skúlaungdómi gjøgnum árini.
– Vaðhorn ger nógv fyri síni ar
beiðsfólk, sum eisini trívast væl í
saltfiskinum. Vit fegnast um, at virkið
eisini tekur skúlaungdóm inn, tá høvi
er, sigur Artur Johansen.
Annað virksemi
Borgarstjórin vísir á, at við sjóvarmálan
er eisini laksavirkið Viking Seafood,
sum hevur fitt av virksemi, tá laksur
verður tikin, og her er eisini Andersens
Beding, sum gjøgnum mong ár hevur
verið ein støðug fyritøka í kommun
uni.
Á bryggjuni er eisini annað virksemi,
og eitt nú er nakað av útróðri, sum
gevur egning og umreking á landi.
– Kommunan eigur níggju egn
ingarskúrar, sum allir hava frystarí,
og nakrir av hesum eru leigaðir út
til útróðrarmenn. Allir skúrarnir eru
tó ikki í brúki, tí tørvurin er ikki so
stórur. Í onkrum føri deilast menn um
skúrar, tí frystiorkan til hvønn skúrin
sær røkkur til meiri enn tann eina út
róðrarmannin.
Artur Johansen sigur, at tað eru
mest pensjónistar, sum hjálpa út
róðrarmonnum at egna og rekja um.
– Lítið sæst til ungdóm í egningar
skúrunum í dag. Tað er ikki sum fyrr,
leggur hann aftrat.
Nú borgarstjórin hevur nevnt
vinnulívið, sum hevur við sjógvin at
gera, vísir hann á, at virksemi, sum er
uppi á landi, so sanniliga eisini hevur
sín stóra týdning fyri Sjóvar komm
unu.
– Vit hava nýútbygdan skúla, fólk
sum arbeiða innan tænastuvinnu,
og vit hava fólk, sum starvast innan
barna-og eldraøki.
Artur Johansen fegnast eisini um
tað virksemi, sum Snældan gjøgnum
mong ár hevur skapt í kommununi,
eins og hann fegnast um, at Málinga
virkið á Strondum nú aftur er komið
upp at koyra.
Minni sveiggj
Skattainntøkurnar í Sjóvar kommunu
eru heldur minni enn inntøkurnar í fyri
hvønn íbúgva í eitt nú Nes kommunu
og Runavíkar kommunu.
– Okkara miðalskattainntøkur fyri
hvønn borgara liggja nakað lægri enn
í grannakommununum, men hetta
merkir so eisini, at sveiggini hjá okkum
ikki gerast so stór, tá kreppa er. Í verri
tíðum hava vit soleiðis ikki merkt so
stóra afturgongd í skattainntøkum,
sum onkrar aðrar kommunur hava
gjørt.
Artur Johansen vísir á, at miðal
skattainntøkan fyri hvønn borgara
í Sjóvar kommunu liggur um góðar
23.000 krónur, meðan inntøkan í
eitt nú Runavíkar kommunu og Nes
kommunu liggur nakrar túsund krónur
hægri.
Hvørt einasta arbeiðspláss
hevur týdning
Skattainntøkurnar hjá Sjóvar kommunu teljast ikki millum tær hægstu fyri hvønn borgara í landinum. Positiva
síðan av hesum er, at sveiggini heldur ikki gerast so stór, tá kreppa er. - Í verri tíðum hava vit soleiðis ikki merkt
so stóra afturgongd í inntøkunum, sum onkrar aðrar kommunur hava gjørt, sigur Artur Johansen, borgarstjóri
Vilmund Jacobsen
Sjóvar kommuna røkkur úr markinum
móti Skála bygd og heilt vestur til Sela
traðar. Í løtuni búgva sløk 1000 fólk
í kommununi. Talið hevur verið størri,
men tað
hevur eisini verið minni. Tá fólkatalið
var størst, lá tað um 1045. Eitt skifti
fyri stuttari tíð síðan var fólkatalið
niðri á 970, men liggur nú beint undir
1000 aftur.
– Í løtuni veksur fólkatalið spaku
liga, sigur borgarstjórin, Artur Johan
sen.
Hann vísir á, at tað serliga
er tíðliga um heystarnar,
at nøkur fólk flyta, og tá
eru hetta í flestu førum
ungdómar,
sum
fara
burtur í lestrarørindum.
– Nú vóna vit at síggja
ein lítlan vøkstur í fólka
talinum tey næstu árini,
leggur borgarstjórin aftrat.
Byggja á Strondum
Tann sethúsabygging, sum hevur ver
ið í kommununi seinnu árini, hevur
serliga verið á Strondum.
– Nøkur ár herfyri høvdu vit nógv
fólk á bíðilista til grundøki, men tá
tíðirnar broyttust, minkaði eftirspurn
ingurin eftir grundøkjum niður í lítið
og lætt.
Artur Johansen vísir á, at Sjóvar
kommuna í 2007 hevði eina útstykking
við 23 gundøkjum Úti á Lág, sum tá
vóru tøk at byggja á.
– Øll vórðu seld beinanvegin,
samstundis sum nógv onnur stóðu á
bíðilista. Tí valdi kommunan eisini at
geva teimum, sum høvdu keypt hesi
byggiøki, lutfalsliga stuttan skáa til
bygging. Men, sum tíðin leið, vísti tað
seg, at bert nøkur fá grundøki vórðu
bygd, kanska eini seks av hesum 23.
Restin fall aftur til kommununa.
Artur Johansen vísir á, at framvegis
eru eini 8-10 grundøki tøk í hesi
útstykkingarætlan.
– Vit selja hesi grundøkini fyri 200
krónur fyri fermeturin, meðan onnur
grundøki á Strondum, sum eru partur
av útstykking, fara fyri 150 krónur fyri
fermeturin.
Borgarstjórin sigur, at fýra grundøki
eisini eru uppi í Hálsagøtu, har eini
sethús nú eru bygd, og eitt byggiloyvi
aftrat er útskrivað.
– Her eru so tvey grundøki etir,
leggur hann aftrat.
Hann veit eisini at siga, at Innan
Glyvur – ella inn móti Gjarnanesi –
verða eisini hús bygd innan stutta tíð,
og her verður helst talan um eini 2-3
nýggj sethús áðrenn langt um líður.
– Fólk, sum umhugsa at byggja, eru
vælkomin at seta seg í samband við
kommununa, sigur Artur Johansen.
Einki vestanfyri
Borgarstjórin í Sjóvar kommunu sigur,
at vestanfyri Lágháls og í bygdunum
ávegis norður til Selatraðar hevur
eingin bygging verið seinnu árini.
– Tað vísir seg ikki at vera nakar
serligur áhugi at byggja í Kolbana
gjógv, Morskranesi ella Selatrað.
Heldur er tað so, at onkur, sum hevur
búð vestanfyri, hevur sett seg niður á
Strondum.
Artur Johansen sigur seg onga
løtu ivast í, at vegurin vestan fyri er
ein orsøk til, at fólk aftra seg við at
byggja sær hús í smáu bygdunum
vestanfyri.
– Onkur pettir av vegnum eru
breiðkað, men í síni heild er vegurin
alt ov vánaligur og smalur, sigur borg
arstjórin.
Kreppan helt fólki aftur
Tá Sjóvar kommuna í 2007 varð liðug við eina útstykking Úti í Lág, sum fevndi um 23
grundøkir, var byggihugurin stórur. Men kreppan, sum rakti fíggjarheimin árið eftir, gjørdi,
at nógv grundøkir fullu aftur til kommununa – og bert nøkur fá sethús vórðu bygd
Artur Johansen, borgarstjóri,
fegnast um tað vinnulív, sum
er í Sjóvar kommunu, bæði á
sjógvi, á bryggjuni og ymsastaðni
kring um í kommununi
– Kommunan eigur egningarskúrar, sum hava frystarí. Allir skúrarnir eru tó
ikki í brúki, tí tørvurin er ikki so stórur, sigur borgarstjórin
Fólk, sum umhugsa
at byggja, eru
vælkomin at seta
seg í samband við
kommununa
Myndir: Jens Kristian Vang