Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-07-11, síða 56
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 11. juli 2011síða 56

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

vika 28 l 11. juli 2011 24 Vilmund Jacobsen Eydna í Billustovu, sum eigur og rekur salongina Tondeo á Skálavegi 145 á Skála, lærdi í sínari tíð í Fríðkuni í SMS hjá Oddvør Jacobsen, har hon gjørdist liðug í 1989. – Tá eg varð liðug at læra, fór eg niður til Danmarkar, har eg í tvey ár arbeiddi hjá einum fraklendingi, sum hevði salong í Vesterbrogade í Keyp­ mannahavn. Hetta gav mær nógvan íblástur, tí her kom alt slag av fólki, bæði kvinnur og menn. Tá Eydna kom heimaftur til Føroy­ ar, byrjaði hon aftur at arbeiða hjá Oddvør, sum hon hevði lært hjá. Eitt styttri tíðarskeiði arbeiddi hon eisini hjá Ásu Perdomo. Byrjaði sjálv – Í 1990 byrjaði eg so mítt egna á Skála, har eg leigaði hølir við báta­ hylin. Eg arbeiddi eisini nakrar dagar fyri Oddvør, sum eisini hevði salong á Strondum. Eftir at hava leigað hølini við báta­ hylin í nøkur ár, fekk Eydna møgu­ leikan at keypa ein bygning hjá Arti­ con, sum síðan varð settur í stand til endamálið. Hesin bygningur hevur seinastu sløku fimm árini verið karmur um virksemið hjá henni. Fyrst hevði Eydna eina at hjálpa sær, sum var frisør, men hendan fór at lesa til pedagog. Síðan valdi hon at taka ein lærling, sum er Ester Berg, ið er av Strondum. – Ester er júst liðug at læra, og í næstu viku byrjar aftur ein lærlingur. Nýggi lærlingurin kallast Anja Bjerke­ nes. Anja, sum er av Strondum, hevur lært í tvey ár í Danmark og flytir nú heimaftur og heldur fram at læra hjá mær. Ester veit ikki í løtuni, um hon verður verandi, leggur Eydna aftrat. Eisini tímalærari Umframt at vera frisør og reka salong­ina Tondeo á Skála, hevur Eydna seinasta árið eisini tikið tímar á Tekn­iska skúla í Havn. – Eg haldi meg eisini uppdateraðan í fakinum við at ferðast til London á skeið. Hetta eru bæði skúlaskeið, og eisini eri eg á messum, tá slíkar eru innan mítt arbeiðsøki. Skeið eru eisini av og á í Føroyum í sambandi við tey merki, vit arbeiða við. Í salongini á Skála klippa tey bæði kvinnum, monnum og børnum. – Í bygninginum hava vit eisini eitt høli, sum faktist stendur tómt. Tí hava vit bjóðað hølini til ein tatovør. Av og á kemur eisini onkur handil heim úr Havn, sum hevur hug at hava eitt sølukvøld her inni. Hetta verður eisini gjørt fyri at skapa aktivitet í um­ hvørvinum. Vit plaga at gera eitt lítið hugnakvøld, tá handlar sýna fram, sigur oyndfjarðarkonan. Nógv viðskiftafólk Tondeo hevur viðskiftafólk víða um. Flestu eru tó úr økinum her um leiðir, men eg havi eisini viðskiftafólk úr eitt nú Suðuroy, tá hesi gera túrar norðureftir. – Umframt øll tey, sum koma aftur, og tað er eitt stórt tal, fáa vit alla tíðina eisini nýggj viðskiftafólk. Tann, sum er fyrst at bíleggja, fær tíð, men í tíðarskeiðum, tá mest er at gera, noyðast vit onkuntíð at siga nei. Eydna vísir á, at tað skal ikki so nógv til fyri at fylla upp til ein frisør, men líka so skjótt, sum tú hevur onkran aftrat tær, er neyðugt at hava væl meiri at gera. – Mándag hava vit stongt. Síðan arbeiða vit hinar dagarnar í vikuni – og sum oftast eisini leygardag, um vit ikki báðar hava okkurt serligt á skránni. Hon sigur, at tá hon byrjaði á Skála í 1999, var eingin salong á vestara armi á Skálafjørðinum – heilt úr Skálafirði og til Selatraðar, undantikið salongin hjá Katrini Kvilt. – Nú eru tvær salongir her á Skála, leggur Eydna í Billustovu aftrat. Kunning um Tondeo er annars at síggja á www.tondeo.fo Úr Oyndarfirði til Skálar at klippa Nýggj góð­ kenn­ing til Sp/f Kveik Málingaframleiðslan, sum í nógv ár hevur verið á Strondum, er nú tikin uppaftur, eftir at Sp/f Kveik hevur keypt virkið. Framleiðslan hevur nú eisini fingið nýggja um­hvørv­ isgóðkenning. Málingaframleiðslan hjá Sp/f Kveik á Strondum hevur fingið nýggja umhvørvisgóðkenning. Tað er Umhvørvisstovan, sum hevur góð­kent virkið. Verksmiðjan á Strondum hevur áður havt  umhvørvisgóðkenning, men nú nýggir eigarar eru, er um­ hvørvisgóðkenningin eisini vorðin endurnýggjað. Í nýggju góðkenningin er serligur dentur lagdur á at fyribyrgja og av­marka dálking av luft, havi og jørð, og dentur er eisini lagdur á megin­regluna um nýtslu og burtur­ beining. Vandin fyri óhappum, sum kunnu hava dálking við sær, skal eis­ini minkast mest møguligt sam­ bært nýggju góðkenningini, sum Umhvørvisstovan stendur aftan­ fyri. Seldu turran fisk sum turr høvd Tríggjar norskar fyritøkur hava fing­ið boð um at gjalda 8,5 milli­ ónir krónur, tí tær snýttu við tollupplýsingum, tá tær sendu turran fisk til Nigeria. Fyri­tøkurnar, sum eru í Bergen og Dramm­en, hava snýtt nigerisku myndug­ leikarnar fyri 15 milliónir krónur í tolli, og harafturat hava tær goldið norska ríkiskassanum ov lítið í út­ flutningsavgjaldi. Nigeria leggur tvær ferðir meiri toll á turran fisk enn á turr høvd, og tí høvdu teir norsku út­flyt­ ararnir skrivað turr høvd á út­flutn­ ingsskjølini, hóast talan í veru­ leikanum var um turran fisk. Men svik­ið bleiv avdúkað, tá norska toll­valdið kannaði ymisk viðurskifti hjá fyritøkum, sum selja fisk og fiskavørur av landinum. Men tað var ikki tað einasta, sum kanningin avdúkaði. Tað vísti seg, at útflytararnir høvdu flutt peng­ar til oyggjar í Ermasundi, sum verða roknaðar sum skattaskjól. Nú fáa fyritøkurnar bót, og leiðslurnar verða skuldsettar fyri lógarbrot, skrivar Aftenposten. Hon er úr Oyndarfirði, har hon og maðurin búgva saman við trimum børnum. Men arbeiðsplássið er á Skála, og hon koyrir ímillum bústað og arbeiðspláss. Síðan 1999 hevur Eydna í Billustovu klipt og gjørt hár í Tondeo, sum er salongin hjá henni á Skála – Umframt øll tey, sum koma aftur, og tað er eitt stórt tal, fáa vit alla tíðina nýggj viðskiftafólk, sigur Eydna í Billustovu, sum eigur og rekur salongina Tondeo á Skálaa Tað skal ikki so nógv til fyri at fylla upp til ein frisør, men líka so skjótt, sum tú hevur onkran aftrat tær, er neyðugt at hava væl meiri at gera. Her er tað Ester Berg, sum júst er liðug at læra hjá Tondeo Eg haldi meg uppdateraðan í fakinum við at ferðast til London á skeið og messur Myndir: Jens Kristian Vang fjarðastevna