mánadagur 11. juli 2011síða 58
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
vika 28 l 11. juli 2011
26
fjarðastevna
Vilmund Jacobsen
Um verri vildi til, kundi ein januardagur
í ár verið hin seinasti hjá Sonna
Johansen á Strondum og bátsfelaga
hansara, Elfinni Vang, í Kaldbak.
Tá teir fóru av Strondum í stóra
útróðrbátinum Marionnu dagin fyri,
var hann landnyrðingur í ættini, einar
15 m/sek. Tí valdu teir at fara vestur
um, har oyggjarnar geva lívd fyri
landnyrðinginum. Við sær høvdu teir
30 stampar, sum teir settu og drógu
einar 8 fjórðingar norður úr Bakkanum
á Suðuroynni. Alt gekk væl, og teir
fingu umleið 7.000 pund á setuna,
sum er góð veiða.
– Tá vit fóru at sigla, vóru vit einar
19 fjórðingar úr Trøllhøvda. Vit sigldu
ikki við nógvari ferð, tí vit skuldu passa
okkum streym um Kirkjubønes, tá vit
komu eystur um aftur. Landnyrðingur
er góður vestanfyri. Líkindini vóru
hampilig, og sjógvurin var einki at
snakka um. Tá vit høvdu siglt eina
løtu, fingu vit lívd av Sandoynni, og
tá vit høvdu siglt í umleið ein tíma,
høvdu vit einar 12 fjórðingar eftir
í Trøllhøvda. Eingin trupulleiki var
at sigla, og vindurin var um einar
12-14 m/sek. Vit høvdu siglt fram
við tveimum útróðrarbátum ávegis
norðureftir, men vit vistu ikki við vissu,
hvørjir hesir bátar vóru.
Tað var tá, tað hendi, sum eins væl
kundi havt kostað teimum lívið.
Fyltist við sjógvi
Sonni og Elfinn høvdu sitið og etið og
prátað eina løtu í stýrhúsinum.
– Hesa løtuna sat eg í skipara-
stólinum, og hann við borðið. Eg havi
helst durvað, tá Elfinn rópti á meg og
segði, at tað breyt upp um lúnningina
á bátinum. Eg helt í fyrstu syfti ikki, at
tað bilti, men slakkaði av, so vit kundu
fara aftur at hyggja. Báturin var nakað
tyngdur av tí fyrru fyllingini, og tá
seinna fyllingin kom beint eftir, gjørdi
eg eina roynd at sigla bátin uppaftur.
Tað riggaði slett ikki, hekkan fór
undir, og báturin legðist á liðina. Alt á
dekkinum var væl skalkað, motorurin
gekk framvegis, og eg haldi ikki, at
sjógvur slapp niður um dekkið.
Nú væntaðu Sonni og Elfinn, at tað
fór at gerast púrasta galið hjá teimum
beinanvegin. Einsamallir í bølamyrkri
og fleiri fjórðingar úr landi lógu teir
og stríddust í søkkandi báti.
– Elfinn fór nú upp á takið at
royna at loysa bjargingarbátin, og eg
skuldi fara inn í stýrhúsið at senda
út neyðarkall. Men hjá mær gjørdist
einki, tí báturin legði seg í somu
løtu skerflatan, soleiðis at hann lá á
liðini í sjónum. Báturin koppaði í tað
borðið, har stóra hurðin er á síðuni inn
í stýrhúsið, so her var eingin kjansur
at sleppa innaftur. Eg hevði tó fingið
fartelefonina við mær. Hon kom
rullandi ímóti mær, og eg loftaði henni,
áðrenn eg var farin út úr stýrhúsinum
seinastu ferð. Fartelefonina hevði eg
stungið niður ímillum kragan á drakt
ini og hálsin.
Sonni sigur, at Elfinn fekk bjarging
arbátin leysan á takinum og rullaði
hann í havið. Báturin blástist upp, men
tað óhepna var, at masturin, sum nú
lá niður í sjógvin, kom at liggja oman
yvir bjargingarbátinum, sum soleiðis
lá fastur og trýstur niður í sjógvin.
– Nú sá rættiliga svart út hjá okk
um, og ta einu løtuna visti eg ikki, hvar
Elfinn var. Men tá var hann framvegis
uppi í mastrini. Báturin var nú mest
sum koppaður. Hesa løtuna segði eg
farvæl.
Sonni steðgar nú á. Hann er álvar
samur, og tað gongur ein lítil løta,
áðrenn hann heldur fram at siga frá.
Sá vónleyst út
– Vit sluppu niður í bjargingarbátin,
og vit royndu at stríðast við at fáa
hann leysan. Alt sá vónleyst út. Á
ein ella annan hátt fingu vit bjarg
ingarbátin, sum nú var fullur í sjógvi,
undan mastrini og fram um gronina
á koppaða bátinum. Men bjargingar
báturin var framvegis ikki leysur, og
tá vit sóu, hvar hann var fastur, fingu
vit kappað línuna. Síða róðu vit okkum
leysar av søkkandi bátinum.
Báðir vóru teir rennvátir, og Elfinn var
illa ílatin, rættiliga kaldur og illa fyri.
– Umsíðir fingu vit oyst bátin tóm
an og fingu turkað hann so mikið
innan, at vit ikki sótu í sjógvi. Einar
20 minuttir seinni fyltist báturin aðru
ferð, og vit noyddust aftur at oysa.
Vit sendu beinanvegin einar tvær
neyðrakettir, og eg royndi at fáa mína
fartelefon at virka. Tað mundi taka
tað mesta av einum tíma, áðrenn far
telefonin virkaði, og eg kundi ringja
á 112. Eg veit ikki, um eg fekk sagt
nakað, áðrenn tað breyt av, og síðan
gingu aftur einir 10 minuttir, áðrenn
vit aftur fingu samband við 112.
Tá var tað antin eg – ella tey – sum
ringdu uppaftur, og vit fingu sagt,
hvat var hent og á leið, hvar vit vóru
staddir.
Í hesum tíðarbili, áðrenn Sonni og
Elfinn fingu samband við 112, søkkur
útróðrarbáturin, og tá hann sakk,
sóu teir, at sjálvvirkandi sendarin á
takinum blunkaði. Ein epiril sendir
sjálvvirkandi neyðarkall um fylgisvein,
tá bátur søkkur.
– Tá vit sóu, at blunkandi signal
komu av takinum, gjørdust vit eitt
sindur tryggari í støðuni, sum hevði
verið so vónleys.
Sonni sigur, at tá hann hevði tosað
við 112 og hevði sagt, hvør støðan
var, fór tyrlan beinanvegin at leita.
– Tað var torført at siga júst, hvar
vit vóru, tí vit høvdu jú eingi tøl at
geva teimum, og tað vísti seg eisini,
at tyrlan byrjaði at leita alt ov vestar
laga.
Sonni sigur, at sjálv bjargingin gekk
væl.
– Elfinn, sum frammanundan var
ógvuliga kaldur, fekk kortini ein ordans
umgang, tá hann sum hin fyrri av
okkum varð tikin upp. Tað var jú nokso
frískur vindur, slakkur kom í weirin,
og hann varð drigin nakað ígjøgnum
sjógvin. Men um bjargingina annars
er at siga, at hon gekk óføra væl, og
tyrlumanningin gjørdi eitt serstakliga
gott arbeiði, heldur hann.
Sonni og Elfinn vórðu báðir fluttir
á Landssjúkrahúsið, og einar fýra tím
ar seinni sluppu teir heim aftur til síni
kæru.
Teir ynskja báðir at takka øllum
teimum sum vóru við í bjargingini
hendan feigdardag – ikki minst mann
ingini á tyrluni, sum fann teir og tók
teir upp.
– Var eg einsamallur á bátinum
hendan dagin, hevði eg ongan livandi
kjans havt. Tí vil eg eisini takka vin
manninum, Elfinni, fyri, at hann var
við og var so róligur, tá ringast stóð
til hjá okkum báðum, sigur Sonni.
Ov lítið fríborð
Vit spurdu eisini Sonna Johansen,
hvussu tað kundi bera til, at ein so
stórur bátur, sum er meiri enn 40 føt
ur langur og góðar fýra metrar breið
ur, kundi ganga burtur ein dag sum
hendan í hampiligum líkindum.
– Ja, tað er ein góður spurningur, og
eg seti mær sjálvum sama spurning.
Sjálvur veit eg ikki, hví báturin sakk,
men tað vísti seg, sum báturin slapp
ikki av við sjógvin og fekst ikki upp
aftur. Kanska hevði báturin ov lítið
fríborð. Eg havi mangan verið í verri
líkindum enn hendan dagin, Elfinn og
eg mundu gingið burtur vestanfyri,
sigur Sonni Johansen, sum longu var
á útróðri aftur tveir dagar eftir skips
broti við Mariannu FD 1221.
Vit kunnu skoyta uppí, at hundurin
Simona, sum er hálvur labradorur,
altíð plagdi at vilja sleppa við Sonna,
tá hann fór til útrógvar, men júst
hendan feigdardagin vildi hundurin
als ikki út.
– Eg segði farvæl
– Tað var bølamyrkt, og ta einu løtuna visti eg ikki, hvar Elfinn var. Tá var hann framvegis
uppi í mastrini. Báturin var nú mest sum koppaður, og hesa løtu segði eg farvæl, sigur
Sonni Johansen, sum steðgar á, er álvaramur og bíðar eina løtu, til hann sigur meiri um
feigdardagin, tá báturin, hann og Elfinn Vang vóru á útróðri við, sakk undan teimum
– Bjargingarbáturin blástist upp, men tað óhepna
hendi, at hann kom at liggja undir mastrini, sum
lá niður í sjógvin. Tá helt eg, at okkara seinasta
løta var komin, sigur Sonni Johansen
Mynd: Jens Kristian Vang
Marianna FD 1221 var yvir 40 føtur langur og meiri enn
4 metrar breiður. Kortini sakk báturin undan Sonna
Johansen og bátsfelaga hansara, Elfinni Vang