mánadagur 11. juli 2011síða 62
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
vika 28 l 11. juli 2011
30
Frítíðardeildin
Breiða vøruúrvalið er styrkin
P/f Svend KroSStein er ein fyritøKa Sum við Sínum virKSemi og breiða vøruúrvali
deKKar alt landið Sum bæði SmáSøla og heilSøla. fyritøKan Selur og veitir teKniSKa
ráðgeving í Sambandi við vatnveiting, KloaKK, hita, ventilatión og baðirúmSútbúnað
Ein gomul kend fyritøka í høvuðsstaðnum er P/f Svend Krosstein, sum varð stovnað
fyri 45 árum síðan sum ein VVS fyritøka. Byrjað var við Tinghúsvegin í 1966, og í 1967
varð flutt í egnan handilsbygning yviri við Strond, har ein nýggjur handilsbygningur var
bygdur og tikin í nýtslu í 1972.
Virksemið vaks nógv hesa tíðina, og í 1980 flutti P/F Svend Krosstein í nýggjan stóran
virkisbygning á Hálsi, har fyri tøkan framvegis heldur til. Handilsvirksemið hjá Svend
Krosstein fevnir um bæði heilsølu og smásølu. Í dag er virksemið deilt upp í fýra
høvuðsbólkar: hiti & ventilatión, kloakk & vatn, sanitet og frítíð.
Vøruúrvalið er stórt við t.d. øllum innan vatnveiting, kloakk, hitaverk, sanitet og
ventilatión. Í sjálvum handlinum eru umframt baðirúmsútbúnað, kranar, PVC, fittings