Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-07-13, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 13. juli 2011síða 2

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 13. juli 2011 · Nr. 80 mikudagsblaðið Oddagrein Dagsins redaktørur: Eyðun Klakstein Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Útgevari: Sp/f Sosialurin Uppseting: Sosialurin Prent: Prentmiðstøðin Avgreiðsla: mán - frí kl. 08.00 - 16.00 Marknaðardeild lysing@sosialurin.fo Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo Norðoyggjar Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687, klaksvik@sosialurin.fo Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814, aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá. Tel. 341800 www.sosialurin.fo Tøl hjá danska apotekara­ felagnum vísa, at danir taka í meðal 175 pínutablettir um árið ella eina annan hvønn dag. Á Statens Institut for Folkesundhed siga tey, at fólk, sum eru strongd, brúka fleiri pínutablettir, og at nógv 25 til 44 ára gomul taka pínutablettir sum fyri­ byrgjandi fyri at sleppa und­ an av fáa høvuðpínu ella maga­pínu. At doyva trupulleikarnar í gerandisdegnum við pínu­ tablettum lekir ikki orsøkina til eitt nú høvuðpínu. Pet­er la Cour, lektari á Syd­dansk Universitet, sigur við blaðið Information, at høv­uð­pínu­ tablettir viðgera ikki orsøk­ ina til, at fólk hava ilt í høvd­ inum. – Men kunnu tablettirnar doyva pínuna, velja vit ta loysn­ina, tí vit vilja ikki góð­ taka, at vit hava ilt, sigur hann. Megin í føroyska búskapinum dragn­ ar í mun til grannarnar. Hvør íbúgvi í Føroyum skapar bara 80 prosent av tí sum ein dani, svii, finni ella ein norðmaður fáa frá hondini í BTÚ. Hvønn dag veks­ur almenna skuldin og harvið rentu­byrðan, tí politiska skipanin ikki fær bilbukt við javnarnar á fíggjar­lógini og demografiska pyra­midan smalkast støðugt á miðj­uni: tey verða alt færri, sum skulu lyfta tey, sum enn ikki eru komin inn á arbeiðsmarknaðin og tey, sum hava strítt seg inn til pen­ sión­ina. Avleiðingin kann skjótt gerast, at tey sterkastu flyta burt­ ur. Kostnaðarstøðið, høgi per­sóns­ skatturin og stóri flutn­ings­kostn­ aðurin ímillum lond ger ikki støðuna betri. Tveir týdningarmiklir fakt­or­ar av nógvum eru skeivi javn­in á fíggjar­ lógini og alt ov lítli útflutn­ing­urin. Minka vit eirindaleyst al­mennu út­reiðsl­urnar, smalkast væl­ferð­ arsam­felagið, men trupulleikin er, at vit ikki megna at fíggja tað sam­ felagið, sum politiska ambi­tións­ støðið er til. Skera vit í vælferðini, er møgu­leiki fyri uppaftur størri frá­flyting, og tí eiga politikarnir at skipa vinnu­grundar­lagið øðrvísi. Út­ flutningurin er bara áhugaverdur í mun til innflutningin, tann javnvágin skal eisini vera í lagi, yvir ár í hvussu er. At kalla allar nýtsluvørur verða innfluttar, tí má fokusið haldast á vavinum á eksportinum. Higartil hava fiskivinna og aling verið álitið, og seinastu árini hevur alingin verið hornasteinurin. Næsta valstríð skal snúgva seg um, hvussu vit røkka sama BTÚ fyri hvønn íbúgva sum grannarnir. Sammett við landaøki og fólkatal eiga vit óvanliga stórar og ríkar havleiðir. Tá vit hugsa um produktión eru fiskastovnarnir fremst í huga. Og her gongur ikki væl. Toskurin og hýsan eru illa fyri. Búskaparliga íkastið til samfelagsraksturin hevur verið hareftir. Fiskidagaskipanin flýt­ur tungt í sjónum sum stovns­ røktar­mekanisma. Politiska skipanin hevur ikki rygg til at dagføra hana við støði í fiskastovnunum, men velur framvegis at taka støði í fiski- loyvunum, sum vórðu latin ókeypis  í 1996. Fyri 18. august skal Løgtingið taka avgerð um talið á fiskidøgum. ICES og Havstovan rópa varskó, og keyps­ marknaðurin gerst alt meira trekur at keypa okkara fiska­vørur. Vit eru tí komin til eitt vegamót. Fólkið eigur at krevja, at optimal úrtøka fæst burtur úr ogn tess. Tingið eigur at taka støði í stovn­unum og gera tann recovery planin, sum fiskifrøðingarnar mæla til, har ein miðvís og bindandi ætlan verður gjørd fyri, hvussu vit fáa stovn­arnar endurbygdar. Vit eru nú 30 túsund tons skeivu megin javn­vágina í avreiddari nøgd í høv­ uðs­fiska­stovnunum, og hevði alt úr havinum verið virðisøkt, so hevði handilsjavnin verið 1 til 1,5 milliard krónur betri, og lønar­inn­ tøkurnar munandi størri. Verð­ur flotin minkaður niður í fíggjar­liga burðardyggar eindir, minka út­ reiðslurnar, og harvið fæst vinn­ingur í innflutningin og í globala um­hvørv­ is­rokn­skapin. Fáa vit skil á fiskivinnuni, soleiðis at hon og samfelagið vinna meira pening, kemur glið á so mangt ann­ að, tí mesti váðafúsi kapitalurin er í fiskivinnusegmentinum. Fer hes­in at gera íløgur í aðrar enn ókendar vinnur ,kann tað gerast alter­nativi møguleikin hjá mongum teirra, sum í hesum døgum vinna sær nám í fremmandum londum. Harvið var almenni sektorurin ikki teirra einasti møguleiki, tá tey aftur eru klár at taka eitt tak fyri tær framleiðandi Føroyar. Fáa vit ikki skil á fiskivinnuna beinan­ vegin, og seta vit ikki ein veruligan vinnupolitikk á dagskránna sum fyrstu raðfesting, verður trupult at røkka grannalondunum, sum súgva okkara frægasta og mest mobila fólk frá okkum. Tey sum ætlandi skuldu byggja land. Um vikuskiftið verður G! Festivalurin hildin í Syðru­ gøtu, og Rás2 verður eisini við til festivalin. Hesa vik­ una verður hit­að upp til festivalin í morg­un­send­ ingum, og frá hóskvøldinum verður sent úr studio, sum Rás2 fer at hava í Syðru­ gøtu. Sent verður hóskvøldið millum klokkan 10.00 og 22.00. Fríggjadagin verð–ur sent frá kl. 15.00 til 22.00, og leygardagin er festi– valradio frá kl. 14.00 til 17.00. Í sendingunum á G! Festi­valinum verður tos­að við tónleikarar, fyri­skipa­rar, festi–val­ gestir og onn­ur. Gest­ ir koma í studio á G! Festivalinum, og re­port­arar fara út við mikro­fon­ini at máta hitan á festi­ val­økinum Vertir í send­ing­ unum verða Bar­ bara Holm, Mir­jam Pæt­ursdóttir (mynd­ in), Eyðfinn Drew­ sen, Tróndur Arge og Ragn­hild Ell­ings­ gaard. Rás2 er við á G! Búskapur, stovnsrøkt og virðisvøkstur Hóast tíðirnar ikki eru, sum tær onkuntíð hava verið, er framvegis prisvøkstur í sam­ felagnum. Hagstova Føroya hev­ ur gjørt upp, at annan árs­ fjórðing í ár vóru brúk­ara­ prísinir 2,2 prosent hægri enn sama tíðarskeið í fjør. Tað eru orka og matvørur, sum fáa brúkaraprísirnar at hækka. Prísirnir á orku eru hækk­aðir mest. Hesin prís­ vøkst­ur kemur bæði frá prís­hækkingum uttanífrá og frá avgjaldshækkingunum á diesel og øðrum oljuúr­ drátt­um. Harumframt er prísurin á ravmagni farin munandi upp. Brennioljan til húsarhald er farin 16,1 prosent upp og ravmagn 11 prosent. Og prísirnir á brennievni til ak­ før eru hækkaðir 17,5 pro­ sent. Prísirnir í flestu mat­vøru­ bólkum eru farnir upp sein­ asta árið, og samanlagt eru matvørur dýrkaðar 2,3 pro­ sent. Mesta príslækking hevur verið í nýtslubólkinum Sam­ skifti. Matvørur og orka dýrka Komm­ unu­fløkjan fullkomin kjak á síðu 10 Fiski­ dagar og junk­mæti kjak á síðu 12 Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Taka pínutablett annanhvønn dag