Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-07-13, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 13. juli 2011síða 14

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 13. juli 2011 · Nr. 80 14 Sosialurin Lagt til rættis: Árni Joensen Tá fólk seta seg í bilin, minn­ ast at kalla øll at spenna trygd­arbeltið. Verri er, tá fólk fara í bát, hóast tað er ein sannroynd, at í bátinum er bjargingarvesturin líka týdningarmikil sum trygdar­ beltið í bilinum. Í norsku bjarg­ingartænastuni er eing­in ivi um, hvønn týdning bjarg­ingarvesturin hevur. – Tveir triðingar av teim­ um, sum doyggja í van­lukk­ um á sjónum, eru ikki í bjarg­ ingarvesti, og nógv teirra kundu verið bjargað, um tey høvdu bjargingarvest, sigur Ernst Larsen hjá bjarg­ ingartænastuni við Aften­ posten. Fólk, sum eru í báti, hava ikki skyldu at vera í bjarg­ ingarvesti. Hinvegin er tað skylda at hava bjarg­ing­ ar­vestar í bátinum. Men sam­bært Ernst Larsen eiga mynd­ug­leikarnir at broyta regl­urnar: – Tað eigur at vera eitt krav, at fólk eru í bjarg­ ingar­vesti, tá tey eru í báti. Sjálvur plagi eg at siga, at fólk skulu vera í vesti, tá tey eru á dekkinum, sigur norski bjargingarmaðurin við Aften­ posten. Síðstu nátt var aftur ein bátsvanlukka í Noregi, tá ein bátur sigldi á eitt sker á Tønsbergfjørðinum. Trý fólk lótu lív. Bjargingarvesturin er trygdarbeltið á sjónum Tvær bátsvanlukkur í Noregi mánadagin og í gjár kostaðu trimum monnum lívið. Felags fyri vanlukkurnar var, at eingin av monnunum hevði bjargingarvest Mamman sleppur ikki av landinum Kvinnan, sum eftir øllum at døma legði líkið av sínum nýfødda barnið í eina ruskbingju í Reykjavík, hevur fingið forboð fyri at fara úr Íslandi Kvinnan, sum er ættað úr Litava, varð sett í varðhald næstseinasta vikuskifti, tá løgreglan fann barnið í rusk­ bingjuni uttan fyri hotellið, sum kvinnan arbeiddi á. Hon er ikki í varðhaldi long­ ur, men rætturin í Reykja­ vík hevur eftir kravi frá løg­regluni sett kvinnuni forboð fyri at fara úr Íslandi, Forboðið er fyribils galdandi til 2. august. Kanningar hava staðfest, at barnið var á lívi, tá tað kom í heimin, og løgreglan er av teirri áskoðan, at mamm­an hevur ábyrgdina av, at tað doyði. Sambært ís­lendsku fjølmiðlunum verð­ur kvinnan helst ákærd eftir grein 212 í íslendsku revsilógini, sum kann geva upp í seks ára fongsul. Løgreglan í Reykjavík sig­ ur, at hon leggur seg eftir at avgreiða málið so skjótt, sum til ber. Ein vanlukka við hesum bátinum kostaði tveimum ungum monnum lívið Mynd: Aftenposten Børnini fáa umboðsmann Børnini í Danmark hava brúk fyri einum óheftum umboðsmani, sum kann tosa teirra vegna, og tí fær Danmark ein barna­um­boðsmann, um and­støðu­flokkarnir vinna fólkatingsvalið, sum verður seinni í ár. Tað siga teir fýra andstøðu­flokkarnir, sum samstundis vísa á, at Mannarættindaráðið og Barnanevndin hjá ST hava leingi mælt Danmark til at fáa sær ein barnaumboðsmann. Benedikte Kjær, a­l­ mannamálaráðharri, hevur fyrr víst hug­skot­ inum um ein barna­um­ boðsmann frá sær við teirri grundgeving, at verandi reglur við eitt nú Fólkatingsins Um­ boðsmanni og teirri sosialu kærunevndini tryggja rættartrygdina hjá børnunum. Men tað heldur andstøðan ikki, og hon fer til at seta ein barnaumboðsmann, vinnur hon valið, skrivar Kristeligt Dagblad í dag. Ridley Scott tekur up í Íslandi Tann heimskendi film­ leiks­tjórin og Oscar- heiðraði Ridley Scott er í hesum døgum í Ís­ landi og ger upptøkur til filmin Promethius. Upp­ tøkurnar, sum verða gjørd­ar nærhendis gos­ fjallinum Heklu, skulu lýsa uppruna jarðar­ inn­ar, og sambært leik­ stjóranum er Ísland væl egnað til eina tílíka lýs­ ing. Umleið 160 íslend­ ing­ar eru við í upp­tøk­ un­um til filmin, sum hev­ur fleiri kendar Holly­wood-stjørnur á leikarayvirlitinum. Tað man heldur ikki hava staðið á hjá leik­ stjóranum at fáa leikarar til filmin. Tí Ridley Scott er ikki hvør sum helst. Millum filmarnar, sum hann hevur leikstjórnað, kunnu nevnast Alien, Blade Runner, Gladiator og Black Hawk Down. Vilja sleppa á eftirskúla Áhugin millum grøn­ lendskar ungdómar at sleppa á eftirskúla er sera stórur. Í summar hava ikki færri enn 593 søkt um at sleppa á eftir­skúla í Grønlandi og í Danmark næsta skúla­ár. So nógvir hava umsøkjararnir ongan­tíð verið fyrr, men fíggjar­ viðurskiftini gera, at øll fáa ikki játtandi svar. Grønlendska kring­ varpið sigur, at væntandi fáa 250 grønlendsk ung­ fólk stuðul til at fara á eftirskúla í Danmark, og teir báðir grønlendsku eftirskúlarnir í Maniitsoq og Qasiannguit taka 156 næmingar. Sostatt fáa 406 av teimum 593 umsøkjarunum játtandi svar. Kvinnan, sum er ættað úr Litava, arbeiddi á Hótel Frón í Reykjavík, og løgreglan fann líkið av barninum í einari ruskbingju uttan fyri hotellið Mynd: Morgunblaðið