fríggjadagur 15. juli 2011síða 2
‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 15. juli 2011 · Nr. 81
vikuskiftisblaðið
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Útgevari: Sp/f Sosialurin
Uppseting: Sosialurin
Prent: Prentmiðstøðin
Avgreiðsla: mán - frí
kl. 08.00 - 16.00
Marknaðardeild
lysing@sosialurin.fo
Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn
tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo
Norðoyggjar Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687, klaksvik@sosialurin.fo
Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814,
aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo
Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja
tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá.
Tel. 341800
www.sosialurin.fo
Oddagrein
Grønlendska
landsstýris
kvinnan Mimi Karlsen hevur
verið á vitjan í Føroyum í
sambandi við álit um støðuna
í grønlendsku miðlunum.
Mánadagin
og
týsdagin
vitjaði hon Helenu Dam á
Neystabø, landsstýriskvinna
í mentamálum. Høvuðsor
søkin til vitjanina hjá Mimi
Karlsen er, at í vetur fekk
hon handað eitt fjølmiðla
álit, sum viðger støðuna hjá
grønlendsku
miðlunum
í
dag. Í álitinum verður m.a.
nógv gjørt burtur úr mál
spurninginum í grønlendsku
miðlunum, har danskt hevur
ein nógv størri leiklut, enn
vit kenna til í føroyska
fjølmiðlaheiminum
nú
á
døgum. Í hesum sambandi
varð skipað fyri fundi í
Kringvarpinum, har grøn
lendski ráðharrin hitti umboð
fyri føroyskar fjølmiðlar og
Málnevndina, og greitt varð
frá, hvønn týdning føroyska
málið hevur í føroyskum fjøl
miðlaarbeiði.
Breiða semjan var heitið, tá ið
Fólkaflokkurin, Sambandsflokkurin
og Javnaðarflokkurin 31. janaur
2004 skrivaðu undir samgonguskjal.
Nú í mesta lagi eitt hálvt ár er
til annað løgtingsvalið síðani, er
veruleikin, at er tað nakað, sum
hevur eyðkent hesi árini, so er tað,
at tað ber illa til at finna semjur og
als ikki breiðar semjur.
Fólkaflokkurin tók seg úr sam
gonguni, og minnilutasamgongan
hevur síðani boðað frá breiðum
prinsipiellum semjum við Tjóðveldi,
Framsókn og kanska eisini aðrar,
men nú er púrasta skrædnað, tí
kropp á kroppi boða samgongufólk
frá, at tey taka ikki undir við nøkr
um, sum oddvitarnir hava avrátt:
Tólv ára gamla stýrisskipanar
lógaruppskotið er fyribils farið í
ommu sína, kommunureformurin
hongur í klønum tráði, og fiski-
vinnupolitikkurin hevur ivasama
undirtøku í løgtinginum. Tá ið
landsstýrismaðurin á Ólavsøku
fer at leggja uppskot fyri tingið
um fiskidagar, veit eingin, hvussu
samtykta lógin fer at síggja út.
Tað er altso eingin breið semja.
Heldur ikki um, hvussu tingið
skal mannast. Tað var eindømi í
øllum heiminum, tá ið valskipanin
stutt undan valinum í 2008 varð
broytt. Tepur meiriluti var – uttan
fyrireikingararbeiði - fyri einum
valdømi og avtøku av meiri enn 150
ára gamlari skipan. Nú fór tað at
verða lættari at føra yvirornaðan
landspolitikk – í breiðum semjum
forstås.
Í hesum er tingið dumpað. Floks
disiplinin er burtur, og trongdin hjá
tí einstaka at markera seg hevur
ongantíð verið so stór, sum hon
er nú. Møguleikin at uppala floks
politikarar er harvið horvin.
Í hesi vikuni er her í blaðnum víst
á, at fleiri av stóru kanónunum ikki
stilla uppaftur, og at fleiri túsund
atkvøður ganga leysar. Kring landið
er torført at finna valevni.
Møguliga er meiriluti fyri at
broyta valskipanina nú beinan
vegin. At hugsa um breiða semju
um tað er veruleikafjart, og tað
hevði verið lítið virðuligt, um
tingið undan hvørjum vali samtykti
nýggja valskipan.
Ein nevnd av serkønum skuldi
arbeiða við málinum. Hon arbeiðir í
tí stilla, um hon arbeiðir, og vónandi
kemur hon ikki við áliti undan
valinum. Tingið eigur eftir Ólavsøku
at heimila nevndini at arbeiða í eitt
ár og so at koma við uppskoti, sum
tað verður breið semja um, tá ið
óhepnu avleiðingarnar av galdandi
skipan eru staðfestar.
Breiða semjan eigur at vísa at
lit til bæði eitt og fleiri valdømi. Í
stjórnarskipanararbeiðnum varð
í síni tíð víst á týska modellin, har
veljarin eigur tvær atkvøður – eina
at velja økisumboð við og eina at
velja landsumboð við. Eydnast
at fáa breiða semju um sovorðið
uppskot, at flokkarnir stilla upp
lokalt og á landslista, so hevði
tað verið fyrsta stigið at rokkið
breiðum semjum.
Tað ber illa til at finna
semjur og als ikki breiðar
semjur
33 ára gamla Gudny Lang
gaard úr Leirvík skal frá 1.
august leiða telefyritøkuna
Vodafone í Føroyum.
Bjarni Askham Bjarna
son, sum hevur verið stjóri
fyri fyritøkuna seinastu 11
árini, takkar tá fyri seg.
– Mest týðandi úrslitið
er, at vit hava endavent før
oyska telemarknaðin við at
skapa kapping. Tænastu
stigið er hækkað og prísirnir
sum heild lækkaðir. Hetta
er ein fyrimunur fyri øll í
Føroyum, sigur Bjarni A.
Bjarnason.
Bjarni Askham Bjarn
ason var við næstan frá
byrjan, tá táverandi Kall
varð stovnað. Hann tók
við sum stjóri 1. oktober
2000, og felagið byrjaði
virksemi í apríl árið
eftir. Sjálvur hevur
stjórin notið hvørja
løtu øll árini, men
nú er ein lagalig
løta
hjá
honum
at fara frá og at
royna okkurt nýtt.
Kortini
verður
Bjarni knýttur at
Vodafone eitt skifti
sum ráðgevi.
Gudny Langgaard hevur
MBA-útbúgving i altjóða
marknaðarføring frá lærda
háskúlanum í Liverpool,
hon hevur seinastu tíðina
verið varastjóri á Voda
fone, og fyri tað var hon
marknaðarleiðari í Miðla
húsinum.
Leirvíkingur skal
leiða Vodafone
Breiða semju um valskipanina
Fólk kring allan knøttin hava
nú høvi at síggja føroyska
filmin »Maðurin ið slapp at
fara«, ið Katrin Ottarsdóttir
gjørdi í 1994, á internetinum.
Filmurin var gjørdur í sam
starvi við Danmarks Radio.
Í 1994 fingust ikki nógvir
føroyingar við at gera film,
men filmsliðið var kortini
mannað við fleiri føroyingum,
m.a. Hans Peturi Hansen og
Jóni McBirnie, sum báðir
gingu á filmsskúlanum í
Keypmannahavn tá. Edward
Fuglø stóð fyri pallsniði og
búnum, og Heðin Meitil
gjørdi tónleikin.
Filmurin er lagdur á netið
við
enskum
undirteksti
og
kann
»streamast«
á
heimasíðuni hjá Blue Bird
Film, bluebirdfilm.dk, ella
á Facebook-síðuni hjá Blue
Bird Film.
»Maðurin ið slapp at fara«
er ein sorgblíð komedia um
ein eldri ektamann, sum
ein skjønnan dag ger av at
fara frá konuni fyri at liva
saman við tí nógv yngri
Mariu. Konan tekur hetta
heilt róliga. Hon er hvørki óð
ella kedd, men heldur bara at
maðurin skal sleppa at renna
hornini av sær. Honn er
sannførd um, at hann skjótt
verður klókari og fer at koma
aftur til sín. Tað ger hann
eisini, men ikki akkurát so,
sum hon hevði hugsað sær.
Mimi vitjaði Helenu
Útbúgv
ing er inn
tøka
kjak á síðu 10
Buss
arnir
eru ikki
ókeypis
kjak á síðu 22
Dagsins redaktørur: Eyðun Klakstein
Eyðun Klakstein
eydun@sosialurin.fo
Føroyskur filmur á netinum