Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-07-15, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 15. juli 2011síða 4

‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 15. juli 2011 · Nr. 81 4 Sosialurin Áki Bertholdsen – Leggja vit kommunur saman, er tað greitt, at summi fara at missa vald. Helena Dam á Neystabø, landsstýriskvinna í inn­ lendismálum, heldur, at hetta er ein orsøk til, at nógv hava sett seg ímóti ætlanini at leggja kommunur saman. – Tá ið fólk missa vald, føla tey seg hótt og tí var eg fullgreið yvir, at ætlanin at leggja kommunu saman, fór at elva til mótstøðu. Men kortini heldur lands­ stýriskvinnan, at tað er neyðugt at leggja kommunur saman. – Gera vit ikki tað, mugu vit eisini í felag vera til reiðar at rinda prísin fyri tað, leggur hon afturat. Prísurin verður, at vit fáa minni og minni ráð til at menna hetta samfelagið og sum tað sæst í aðrari grein her á síðuni, er rættiliga stórur ójavni ímillum tey sterkari og tey veikaru økini og ein samanlegging er ein fortreyt fyri at fáa ójavnan at minka. Ikki samd Helena Dam á Neystabø sigur, at verður kommunu­ bygnaðurin broyttur, mugu øll sjálvandi vera til reiðar at slaka eitt sindur. – Men hon er ósamd í, at politikarar siga, at teir ikki vita, hvat hetta snýr seg um, tí ein politiskur fylgibólkur hevur sitið alt valskeiðið og arbeitt við málinum. – Formliga fráboðanin frá Sam­bandsflokkinum og Javn­ að­arflokkinum er, at teir taka undir við ætlanini. Samstundis hava Sjálv­ stýrisflokkurin, Framsókn og Sjúrður Skaale boðað frá, at teir taka undir við tí. Tí heldur Helena Dam á Neystabø, at hon væl kann verja avgerðina, at leggja tað fram nú. Seinni hevur Annika Olsen úr Fólkaflokkinum somuleiðis boðað frá, at eisini hon tekur undir við samanleggingini. – Nú havi eg so lagt eina ætlan fram, sum fylgir tí leisti, vit hava arbeitt við í nógv ár. Hon staðfestir eisini, at val til kommunustýrini er um eitt gott ár og tí er hetta í evstu løtu at broyta kommunu­bygnaðin. Eydnast tað ikki nú, er tað í minsta lagi skotið langt út í framtíðina. – Vit hava havt kommunu­ bygnaðin á skrá í nógv ár. Eydnast tað ikki at broyta hann nú, haldi eg, at vit skulu taka hann av politisku skránni og heldur fara at tosa um, hvussu vit so skulu menna hetta landið uttan at styrkja kommunurnar. – Er tað týdningarmiklari at halda lív í 30 kommunum, enn at menna landið, fer ójavnin millum økini at veksa, vælferðin fer at versna og tí haldi, er, at stundin er komin til at taka stórar avgerðir. Tapa kappingina Kortini staðfestir Helena Dam á Neystabø, at tað er Løg­ting­ ið sum ræður. Nú hevur hon so fyrireikað mál­ið og lagt tað fram og nú er tað so Løg­ tingið, sum eigur avgerðina. - Vit eru í aðrari kapping við onnur lond og taka vit ikki avgerðir av týdningi, merkir tað, at vit halda fast í eina farna tíð og so verða vit afturútsigld. – Tí verður neyðugt at fremja nakrar grund­leggj­ andi, bygnaðarligar broyt­ ingar og tað hava vit skyldu at royna nú. Hon er sannførd um, at bygnaðarligir broytingar eru ein for­treyt fyri at menna land­ ið og varðveita vælferðina. Helena Dam á Neystabø sigur, at nú málið verður lagt fram, væntar hon, at tillagingar fara at verða gjørdar í Løgtinginum. Mark skal vera – Eg vil siga, at allur bati bøtur. Men eg vil eisini siga, at endar hetta ikki við eini veruligari samanlegging, ber heldur ikki til at leggja eldra­ økið undir komm­un­ur­nar, tí ein fortreyt fyri tí, er, at vir fáa nakrar fáar, sterkar kommunur. Hinvegin er tað sjálvandi eisini eitt mark fyri, hvussu nógv uppskotið kann broyt­ ast, tí tað er eisini mein­ ings­leyst at leggja tað fram sum eitt sjálvtøkuborð, sum kann hoyggjast til í Løg­­tingi­num, so at tað er ókenniligt, tá ið tað kemur til atkvøðugreiðslu. – Tað má vera saman­hang­ ur í og kommunurnar skulu ikki vera nógv fleiri í tali enn tær sjey, átta, sum vit hava skotið upp, tí annars haldi eg ikki at tað ber til at leggja eldra­ økið undir kommunurnar. Men heldur Løgtingið, at Fuglafjørður, Eysturkomm­ una og Klaksvík skulu leggja saman, skal eg ikki seta meg ímóti tí. – Hinvegin má mark vera fyri, hvussu fríar ræsur kommunur fáa at leggja saman tvørtur um øki, sum natúrliga hoyra saman, sigur Helena Dam á Neystabø. aki@sosialurin.fo Nógv føla seg hótt KOMMUNU­SAMANLEGGING Eg visti, at ætlanin at leggja kommunur saman, fór at elva til mótstøðu, men gera vit tað ikki, mugu vit eisini vera til reiðar at rinda prísin, sigur Helena Dam á Neystabø Helena Dam á Neysta­bø staðfestir, at sum støðan er nú, er veru­­leikin, at høvuðs­­staðarøkið í Før­oy­­um verður al­­samt sterk­ari, sam­ stund­is sum at út­jað­ arin alsamt viknar. Í aðrari talvuni sæst, hvussu ójavnt inntøkan er býtt ímill­ um tey ymsu økini í landinum, nú vit hava 30 kommunur. Í hinari talvuni sæst, hvussu nógv javn­­ari inn­­tøkan verður, um so er, at ætlan­­in, sum nú fyri­ ligg­ur um kommunu­­ saman­legg­­ing verður sett í verk. – Siga vit at miðal inn­tøk­an hjá føroy­ ing­um er 100, er inn­ tøkan í teimum sterk­ astu økj­unum uppi á 127 í miðal, men hon er bara 71 í teimum veik­­astu økju­num, sigur lands­stýris­ kvinn­an í inn­­lendis­ málum. – Sostatt er risa­ stór­ur munur á livi­um­støðunum í teimum veikaru pørt­ u­­n­um í landi­num og teimum sterkaru. Tað er Fugloyar Komm­una, sum hevur eina inntøku upp á heili 127, men Tórs­havnar Komm­ una hevur eina inn­­tøku upp á 111 og yvir­­høvur liggja komm­­un­urnar í mið­ staðar­økinum høgt. Verður komm­unu­ bygn­­að­urin broytt­ur eftir ætlan­ini, sum nú fyriligg­ur, lækkar inntøkan í teim­um sterkaru økjunum niður í 107, men inn­ tøkan í teimum veik­ aru økjunum veksur heilt upp á 91. Hetta kemur tí at ætlanin er at gera eina javn­­ing­ar­­skip­ an, har komm­­un­ur fara at fáa blokk frá landi­num. – Verður ætlanin at broyta kommunu­ bygn­aðin framd, fer inntøkan at verða nógv javnari býtt ímillum tey ymsu økini í landinum og tað átti at verið ein stórur bati fyri út­ jaðarin, sigur Helena Dam á Neystabø. aki@sosialurin.fo 127-71 Hendan talvan vísir, at verður ætlanin hjá landsstýrinum sett í verk, verða tey veikaru økini nógv betri fyri og at tann stóri ójavnin, sum er nú ímillum økini, fer at minka munandi Kommuna Vísital Norðoyggjar 91 Eystur 100 Skálafjørður 95 Sundalagið 99 Vágar 96 Streymoy 107 Sandoy 91 Suðuroy 93 Alt landið 100 Kommuna Vísital Skopunar 71 Viðareiðis 71 Sumbiar 78 Hvannasunds 80 Fámjins 81 Sjóvar 84 Kunoyar 84 Vágs 86 Porkeris 88 Húsar 90 Nes 90 Klaksvíkar 90 Hvalbiar 91 Tvøroyrar 91 Eiðis 92 Skúvoyar 92 Vága kommuna 93 Sands 94 Fuglafjarðar 96 Sørvágs 97 Runavíkar 97 Hovs 97 Skálavíkar 98 Vestmanna 99 Húsavíkar 99 Sunda 100 Eysturkommuna 103 Kvívíkar 104 Tórshavnar 111 Fugloyar 127 Alt landið 100 Hendan talvan vísir, hvussu ójavnar inntøkurnar hjá fólki eru kring landið – Stundin er komin at taka stórar avgerðir, sigur Helena Dam á Neystabø, nú hon hevur lagt eina ætlan fram um at leggja kommunur saman og lata tær fáa eldraøkið at umsita Neyðugt Samanlegging er ein fortreyt fyri at fáa ójavnan at minka