Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-07-15, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 15. juli 2011síða 6

‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 15. juli 2011 · Nr. 81 6 Sosialurin Rógvi Nybo Fleiri av stóru profilunum í føroyskum politikki seinnu árini hava boðað frá, at teir stilla ikki uppaftur til kom­ andi løgtingsval. Onkur um­ hugsar enn støðu sína. Aðrir eru farnir úr flokki. Hetta merkir, at omanfyri 4000 per­ sónligar atkvøður nú hanga í leysum lofti. Flokk­arnir eru ikki klárir við nýggju val­evnunum enn, hóast val kann verða útskrivað hvørja løtu, serliga nú ólavsøka er á trapp­uni og fleiri umstrídd mál skulu leggjast fyri ting­ið av einari stjórn við ridl­andi parlamentariskum grund­ arlagi. Megnar samgongan at sigla millum skerini eftir ólav­søku, skal meiriluti finn­ ast fyri einari fíggjarlóg í heyst, og hetta fer helst at krevja óvanliga gott politiskt handlag at fáa ígjøgnum. Tí­ skil er nógv, ið talar fyri at løgtingsval verður skrivað út áðrenn árið er runnið, og tá flokkarnir enn ikki eru klárir við avloysarunum, er lagt upp til stóra útskifting uttan at fólkið veit, hvør verð­ur skiftur inn. Útskiftingin verið ov lítil Tað kann tykjast ógvusligt, tá fleiri av toppolitikarunum fara úr politikki brádliga. Men sambært Boga Eliasen, stjórnmálafrøðingi, er tal­ an kanska heldur um, at út­ skiftingin fyrr hevur verið ov lítil. – Um Fólkatingið verður vanliga sagt, at umleið ein triðingur verður skiftur út hvørja ferð. At vit so nú leggja merki til, at fleiri politikarar fara í senn, kann vera tí at útskiftingin fyrr hevur verið ov lítil, sigur Bogi Eliasen. Hann vísir eisini á, at fleiri av politikarunum, sum nú fara at gevast, eru komnir væl upp í árini, og at tað tí eisini er nátúrlig frágongd. – Men tað kann eisini verða ein trupulleiki við ov nógvum gomlum kongum í ein­um flokki, sigur Bogi Elia­sen, og sipar til at eitt nú Jóannes Eidesgaard og An­finn Kallsberg, báðir fyrr­ verandi floksformenn takka fyri seg. Vánaligar arbeiðs­ umstøður Ein av møguligu orsøkunum til, at vit síggja eina stóra útskifting nú er, at ar­beiðs­ umstøðurnar hjá løg­tings­ limum eru alt ov vánaligar. – Løgtingið var uppruna­ liga skipað sum eitt ráð­ gev­andi amtsráð, og vit eru ongantíð rættiliga komin víðari enn tað. Verandi skipan krevur, at hvør politikari er ekspertur á øllum økjum, men samstundis hava teir ong­ar arbeiðsumstøður at virka undir, sigur Bogi Elia­ sen. Hann sipar til, at tá tú verð­ur settur í eitt skriv­ stovu­starv, fært vanliga tú eitt pláss at arbeiða á og hava tíni ting og skjøl, samstundis sum tú fær ta útgerð, ið er neyðug til at kunna røkja títt starv. – Men tá tú verður vald­ ur í Løgtingið, fær tú ikki so frægt sum eina far­ teldu. Harafturat hava løg­ tings­limir einki kontór, har teir kunnu arbeiða ella goyma skjøl, ið skulu verða í trúnaði. Har eru nakrar skrivstovur á Gamla Apoteki, og í Løgtingshúsinum eru tríggir klivar, har tingfólk kunnu sita við eina teldu. Men hetta eru ikki nøktandi arbeiðsumstøður. Hevði tal­ an verið um nakran annan fakbólk í landinum, høvdu fakfeløgini langt síðani havt talað at arbeiðsumstøðunum, sigur Bogi Eliasen. Hann heldur, at tað er als ikki óhugsandi, at vaks­ andi arbeiðsbyrðan sam­an við vánaligu arbeiðs­um­ støð­unum eru við til at gera, at fleiri politikarar velja at takka fyri seg. Valdslutfallið er skeiklað Ein annar stórur demo­krat­ iskur trupulleiki við vánaligu arbeiðsumstøðunum hjá løg­tingslimum er, at tað lóg­ gevandi valdið, sum Løg­ting­ ið er, hevur lítlan møgu­leika at halda útinnandi vald­in­um, landsstýrinum og um­sit­ing­ ini, í skák. Tískil er valds­ lut­fallið í føroysku polit­isku skipanini skeiklað, heldur Bogi Eliasen. – Tað dømandi valdið fáa vit ikki gjørt nógv við, tá tað er danskt, men lóggevandi valdið hevur ongan kjans móti landsstýrinum og umsit­ ingini. Løgtingslimir hava umsitingina hjá Løgtinginum at brúka, men tað er bara ikki soleiðis føroyska skipanin virkar í løtuni. Løgtingslimir standa púra einsamallir upp móti almennu umsitingini, staðfestir Bogi Eliasen. Hann metir, at vána­ligu umstøðurnar hjá løgtings­ lim­um eisini kann verða við­ virkandi til, at fleiri aftra seg við at bjóða seg fram. Fáa ta skipan vit vilja hava Sambært Boga Eliasen eru fleiri møguleikar at betra um politisku skipanina. Ein teirra er at styrkja um Løgtingið við at løgtingslimir fáa ráðgevar afturat sær. – Tú vilt kanska siga, at hetta verður dýrt, men verður tað tað? Tað snýr seg um at raðfesta peng­ ar­nar. Um tú eitt nú setti ting­mannatalið niður í okk­ urt sum 25, so hevði henda sparda lønin verið nokk til 16 hálvtíðarsettar ráð­gev­ ar. Hetta, saman við betri ar­beiðsumstøðum kundi styrkt munandi um polit­ isku skipanina, sigur Bogi Elia­sen. Men tað er ein trupulleiki sum ger, at politiska skip­ anin ikki fær betri arbeiðs­ umstøður. – Um vit vilja hava eina betri politiska skipan, so mugu vit eisini vilja tað. Men eingin politikari torir at gera nakað við tað, tí teir verða hartaðir hvørja ferð, sigur Bogi Eliasen. rogvi@sosialurin.fo Útskiftingin hevur verið ov lítil Fleiri av politikarunum, sum nú gevast, eru komnir væl upp í árini, og at tað tí eisini er nátúrlig frágongd. - Tað kann eisini verða ein trupulleiki við ov nógvum gomlum kongum í einum flokki, sigur Bogi Eliasen, stjórnmálafrøðingur Savnsmynd Politikkur Útskiftingin í før­ oyskum politikki hevur kanska verið ov lítil. Men vána­ligar arbeiðs­ umstøður og vaks­andi krøv til politikarar eru nakrar av orsøkunum til, at vit nú brádliga síggja stóra útskifting á veg í Løgtinginum Tá tú verður valdur í Løgtingið, fær tú ikki so frægt sum eina farteldu