Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-07-15, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 15. juli 2011síða 18

‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 15. juli 2011 · Nr. 81 18 Sosialurin Rólant Waag Dam Túsundtalsfólk hugna sær í Syðrugøtu um dagarnar. Sjálv­ur G!-festivalurin byrj­aði í hóskvøldið, men longu miku­kvøldið vóru tjøld í hundra­ðvís klár at byrja. Tjald­ingar­ økið er flutt frá Gøtu­gjógv til Syðrugøtu og samanumtikið hava fólk tikið væl í móti nýggja hug­skoti­nun. Nýggja tjald­ ing­ar­øk­i­ð er omanfyri bygdina Syðru­gøtu. Fleiri hampiligar fram­førsl­ur vóru annars hós­kvøld­ið, men spurn­ing­ur­in er, um ikki hóskvøldið stað­festir, at G! Festivalurin hevði riggað seg betri sum ein fríggja- og leygarkvøld-festivalur. Við øðrum orðum eigur G! at umhugsa, um ikki hós­kvøldið og stóru nøvnini eiga at verða goymd til eitt viku­skiftið, tá øll hava frí, ella skipa skránna soleiðis, at øll kunnu vera har. SIC fekk aftur í ár truplu upp­gávuna at byrja høvuðs­pall­in, har alt ov fá fólk vóru savn­að. Svensku Movits megn­aðu ikki at lyfta støðið, men donsku Fallulah fingu hampi­ligt lív í fjøldina. Hampi­ligt, men ikki meiri enn tað! Tá var betri lív á tjald­plássi­num. rolant@sosialurin.fo Fallulah bjargaði byrjanini G! festivalurin er byrjaður, men høvuðspallurin sveik