fríggjadagur 15. juli 2011síða 20
‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 15. juli 2011 · Nr. 81
20
Sosialurin
Løgini á nýggju
Amnestyfløguni
verða kunn
gjørd á G!
Dagfinn Olsen
Umboð fyri dómararnir
fara at kunngera tey 10
nøvnini, og avdúkingin
verður á pallinum á
spæliplássinum
á
G!
Festivalinum
fríggja
kvøldið kl. 21.00. Áhoyr
arar fáa høvi at hoyra
stuttar
brellbitar
av
teimum 10 nýggju Am
nesty-løgunum,
sigur
Amnesty í tíðindaskrivi.
Amnesty og Bank
Nordik hava í dag skrivað
undir samstarvsavtalu
um fløguútgávuna, sum
Amnesty International
gevur út saman við Tutl
seinni í ár:
»BankNordik
fegn
ast um at vera við til
at stuðla hesi fløguút
gávuni, sum varpar ljós
á frælsi og javnrætt
indi”, sigur Tór Verland
Johansen, marknaðar
leiðari, í BankNordik.
Jacoba Kruse, aðal
skrivarin í Føroya deild,
vísir á, at í samband við
eina tílíka fløguútgávu
er neyðugt við stuðli
uttanífrá, og tískil gleð
ist hon um hesa sam
starvsavtalu.
41 løg kappaðust
Tað vórðu tilsamans 41
løg send inn til sang
skrivarakappingina.
Talan hevur verið um
fjølbroyttar sangir og
sangskrivarar, og sam
bært teimum fimm fólk
unum í dómsnevndini
hevur tónlistarliga støð
ið verið høgt. Einasta
kravið til kappingina
var, at sangurin skuldi
taka støði í arbeiðssetn
inginum: »Vit eru øll fødd
fræls og javnlík. Verða
vit øll viðfarin á sama
hátt?«, sigur Amnesty.
»Vit eru sera nøgd
og takksom fyri undir
tøkuna millum føroy
ingar, og vit gleða okkum
nú til at kunngera tey
útvaldu og bjóða hesum
í studio Bloch í august
2011«, sigur Jacoba Kruse,
aðalskrivari hjá Føroya
deild.
Fløgan
kemur
út
seinni í ár, og stór út
gávukonsert verður í
Norðurlandahúsinum
tann 10. desember 2011.
Amnesty Internatio
nal gav í 1991 út eina
fløgu við sangum, sum
síðani eru vorðnir fólka
ogn.
dagfinn@sosialurin.fo
Fríggjakvøldið kl. 21.00
verður stóra avdúkingin
av teimum 10 nøvnunum,
ið hava vunnið sær pláss á
nýggju Amnesty-fløguni,
sum kemur út seinni í ár.
Øðrvísi og søguligt
barnatiltak á G!
Barnatiltak Barnatiltakið á G! Leygadagin verður eitt
øðrvísi tiltak, enn vanligt hevur verið. Tiltakið eitur Sigmund
og Tróndur og er ein søguferð, ið byrjar í ár 1000
Dagfinn Olsen
Vanligt er at hava stórt
barnatiltak á G!, og tí av
gjørdu fyrireikararnir at gera
heilt nógv burturúr. Angela
Petersen er høvuðsfyrireikari,
og eins og undafarin ár verða
Angela og Hannebal at síggja,
men umframt eru leikarar
úr Sjónleikarhúsinum, bláír
menn, Rógvi og drekin og so
eru djór eisini við, t.d. geita
lomb.
Angela Petersen sigur, at
talan er um eina ferð í søguni.
Byrjað verður í ár 1000, og
fólkini á Spæliplássinum eru
klødd sambært hesum, eins
og staðið annars er sett aftur
í søguna. Ymsir verkstaðir
eru eisini, har til ber at gera
eittnú prýðislutir.
Leikbólkur úr Sjónleikar
húsinum framførir, og Sig
mundur og Tróndur
eru høvuðsevnið í
leikgongdini. Teir
berjast og sum
leikurin gongur,
flytir
tiltakið
seg.
Byrjað verður klokkan
12:00 og síðani verður flutt
oman eftir, fyri at enda á
Sandinum klokkan 15:00.
Skattaveiða
Angela er frásøgufólk, men
eisini Hannebal fær inni
vist. Tá skattaveiðan byrjar
klokkan 14:00, flytur leik
gongdin fram til ár 2011.
Tá koma bláir og dansandi
menn inn í myndina, eins
og Hannebal og nissur.
Eisini koma Rógvi
og drekin við
og ikki at
gloyma djór, t.d. geitalomb.
Sigmundur og Tróndur
enda niðri á Sandinum við
einum sonnum bardaga, ið
hevur alt,ið hoyrur slíkum
bardaga til.
– Talan er um eina saman
hangandi leikgongd. Hetta er
ein roynd at gera eitt øðrvísi
barnatiltak á G!, nú vit annars
hava verið við í so mong ár,
sigur Angela Petersen.
Alt tiltakið kostar 175
krónur. Tiltakið byrjar
klokkan
12:00
og
endar
klokkan 15:00. Av øðrum á G!,
ið hevur áhuga hjá børnum,
kunnu nevnast hoppiborgir
og ponyríðing.
dagfinn@sosialurin.fo
Angela og Hannebal eru
aftur í ár at hitta á G!,
men tey eru partur av
eini størri heild, ið er
ein samanhangandi
leikgongd, sum
byrjar í ár 1000 og
sum hevur heitið
Sigmundur
og Tróndur
Bólkurin hevur síðani 2007
sett saman sínar ymisku
musikalsku
royndir
og
upplivingar, sum eru sera
skiftandi – líka frá elektro,
pop-rock til metal, og tað
er í hesum sambandi, at
Grace of Decay hevur
funnið síni serstøku ljóð.
Tað
musikalska
út
trykkið er umfatandi og
kensluríkt, og er sett saman
av fangandi tónum við eini
stórari nøgd av elektron
iskum pørtum við brotum av
tungum og groovyrytmum.
Tá ið saman um kemur er
Grace of Decay ein bólkur, ið
er eyðkendur fyri hópum av
íkastum og hugskotum, og á
fløguni Believe the Hype, er
alt frá upptøku, ljóðblandi
og framleiðslu gjørt av bólk
inum sjálvum.
Fløgan Believe the Hype
og fyrsta singlan The Dead
Side kann keypast á www.
tutl.com og Itunes.
Grace og Decay við nýggjari fløgu
Believe the Hype er tann fyrsta útgávufløgan frá tí dansk-
føroyska elektro-rock bólkinum Grace of Decay.