fríggjadagur 15. juli 2011síða 24
‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 15. juli 2011 · Nr. 81
24
Sosialurin
Kjak
Havi við áhuga fylgt orða
skiftinum millum borgar
stjórarnar í Klaksvík og
Havnini um útjaðaran /
miðstaðarøki og rák í sam
felagnum og polittiskar at
gerðir hesum viðvíkjandi.
Eri bygdarmaður sjálvur, og
tí allarhelst partískur, men
hóvast eg havi stóra viðring
fyri Heðini Mortensen og
øllum tí, sum hann hevur
gjørt og framvegis ger, eri
eg ikki samdur við hann, í
tí, sum hann framførur her.
Kanska er tað framtíðartala,
tá íð hann sigur, at vit skulu
konkurera við metropolarnar
um útbúgvi fólk, men tað er
í hvussu so er ikki realistisk
tala. Og tá íð hann sigur, at
Havnin er einasti miðdepul
í Føroyum, so er tað ein
hættislig kós at halda, sum í
síðsta enda kann føra til, at
landið verður avfólkað. Fari
at grundgeva fyri mínum
sjónarmiði um hesi kanska
týdningarmestu viðurskiftini
í føroyskum politikki í dag.
Eg haldi at treytin fyri at eitt
livandi og fjølbroytt føroyskt
samfelag skal verða lív laga
er, at javnvág er millum mið
staðarøki og útjaðaran.
Men fyrst eitt dømi úr
heimligu fótbóltskappingini:
Um vit siga, at Havnar komm
una er 10 ferðir so stór sum
ein meðal føroysk kommuna,
so má tað merkja alt annað
líka, at í Havn búgva 10 ferðir
so nóg fótbóltstalentir sum
í eini meðal kommunu, og
at fótbólturin har hevur 10
ferðír so nógvan pening at
ráða yvir. Niðurstøðan av
hesum má verða, at eitt bygd
arlið ongan livandi møgu
leika kann hava ímóti einum
Havnarliði. Men soleiðis er
tað ikki í verðunleikanum.
T.d. kom einki Havnarlið í
fjórðingsfinaluna í steypa
kappingini í ár. Hvussu ber
tað til? Hvat eru tað fyri
kreftir, sum soleiðis kunnu
gera vanligan sunnan fornuft
til skammar?
Ein høvuðsmunurin mill
um lívið á bygd og í bý er, at
í býnum kanst tú keypa teg
til eina mentanaruppliving
og seta teg afturá og njóta
hana. Tess størri býurin er,
tess fleiri tilboð hevur tú at
velja ímillum, og tær nýtist
ikki at gera annað enn at
gjalda atgongugjald, so fært
tú alt borðreitt, og tú kanst
sita sum passivur áskoðari.
Men skalt tú á bygd hava
eina mentanaruppliving, so
noyðist tú so ella so at vera
við til at skapa hana sjálvur.
Hetta ger, at tað í mun til
fólkatalið eru fleiri fólk
virkin í samfelagslívinum
á bygd enn í býnum og tess
fleiri, íð eru virkin í sam
felagslívinum, tess sterkari og
meira livandi er samfelagið.
Tað einstaka bygdarfólkið
letur sum oftast sítt ískoyti
til samfelagslívið ígjøgnum
eitt felag, men alt eftir
hvat felag, tað snýr seg
um, so krevur tað eitt ávíst
fólkagrundarlag í bygdini
fyri at hava eitt virki felagslív.
Minkar
fólkagrundarlagið
niður
um
ávísa
markið,
fánar felagslívið burtur, og
fánar felagslívið, er vandi
fyri, at bygdin eisini fánar og
fráflytingin tekur dik á seg.
Býarlívið og bygdarlívið
hava hvør síni eyðkenni og
hvør sínar fyrimyndir, hvør
sínar fyrimunir og hvør sínar
vansar, hvør sín veikleika
og hvør sína styrki; men
saman kunnu tey suplera og
komplementera hvørt annað.
Tað er tí ikki bara fyri bygdir
nar at tað er lívsneyðugt,
at javnvág er ímillum mið
staðarøkið
og
útjaðaran,
men so sanniliga eisini fyri
Havnina. Danir hava eitt
orðatak, sum sigur: “At sejer
ad Helvede til”. Um allar
magnetirnar verða lagdar í
Havnini, kann tað verða so
skjótt, at hon dregur allan
útjaðaran til sín, til Havnin at
enda ikki longur er at rokna
sum ein høvuðsstaður uttan
fyri sær sjálvum og nøkrum
bøndrum. Heldur verður hon
ein lítil provinsbýur mitt úti
í Atlantshavinum, og hvat
fyri býarmenniskja tímir at
búgva í einum pinkalítlum
provinsbýi langt úti í havi
num? Tá verða vit slúkt av
metropolunum.
Niels Midjord
Bygd / Bý
Nú hevur í nógv ár verið
tosað um Føroyar sum ferða
mannaland við stórum inn
tøkumøguleikum.
Nógvir
peningur hevur verið nýttur
til ymisk átøk fyri at lýsa
hetta land sum eitt satt para
dís, har øll fólk eru sera gesta
blíð. Ferðast verður í hópatali
av
almennum
persónum
til ferðamannatiltøk uttan
landa, har teir lýsa við
alskyns ferðamøguleikum og
útferðum. Kunningarstovur
blomstra kring landið. Fald
arar í hópatali verða gjørdar,
og uttanríkisráðið stovnar
sendistovur kring heimin,
har
flaggað
verður
við
merkinum - alt fyri at gera
"reklamu" fyri okkara land.
Alt gott um hetta.
Eg eri nú sum eftirløntir
farin at koyra sum avloysari
hjá Auto. Tá eg møtti tíðliga
gjáramorgun (kl. 07.00) legði
eg til merkis, at stórt ferða
mannaskip varð komið á
Havnina. Fekk at vita, at
700 ferðafólk vóru við, og
komu tey øll í land kl. 08.00.
Sjálvsagt væntaði eg sum eitt
"reklamera" framkomi land,
at nógv varð lagt til rættis
av teimum, sum hava við
ferðavinnuna at gera. Men
hvar vóru tey????
Koyrdi sjálvur gjøgnum
býin í hesum góðveðrið. Møtti
í hundratali av hesum fólk
um. Tosaði við nógv teirra.
Tey vóru sera hugstoytt av
móttøkuni. Eingin kaffistova
opin. Kommunala wc var
stongt.
Kunningarstovan
stongd (læt upp kl. 10.00).
Fólk gingu og spákaðu
gjøgnum býin, men hvat var
at vísa teimum. Alt stongt.
Jú sanniliga eru vit dugna
lig at reka ferðavinnu. Eg føldi
meg illa, og hevði næstan ikki
hug at tosa við hesu annars
fryntligu fólk. Hvat skuldi
eg gera. Skuldi eg umbera
fyri
ferðamannavinnuna,
at tey (ferðafólkini) kundu
bíða til seinri um dagin, tí
nú lógu allir føroyingar, sum
hava við ferðavinnuna at
gera, og svóvu, tí tað er jú
sunnudagur.
Nógv av hesum fólkum
komu niðan til Auto, at spyrja
um postkort ella okkurt
annað av Føroyum, áðrenn
tey fóru víðari á middegi.
Eisini bóðu fleiri um at
læna wc, tí hetta var einasta
stað, sum hevði opið. Onkur
teirra fekk ein kaffimunn
frá okkum, tí aðrastaðni var
onki at fáa.
Fleiri av kaffistovunum
siga seg hava ov lítlan
umsetning og ov vánarligar
umstøður. Hvat við at fara
fyrr upp, tá býurin verður
vitjaður av øllum hesum
hundratalsfólkum
sunnu
morgnar, sum flestu teirra
fegin vildu fingið ein kaffi
munn, so hevði kanska staðið
betur til hjá tykkum.
PS. Tað skal tó sigast, at
hesi ferðafólk vóru móttikin
á bryggjuni við komuna av
umboðsmanninum tann yvir
90 ára gamla skilamanninum
Sigurd Simonsen og konuni,
sum vita, hvat ferðamanna
vinna snýr seg um. Har er
skil á.
Havi seinri fingið at vita,
at opið var hjá Andreas í
Vágsbotn sum vant.
Nei her eru vit føroyingar
eftirbátar, so tað stendur.
Í morgun møtti eg aftur
tíðliga til arbeiðis. Nú var
aftur stórt ferðamannaskip
komið á Havnina. Rættliga
nógv ferðafólk í býnum.
Slíkir dagar hava vit altíð
nógvar bilar á Vaglinum,
tí hetta er jú vanliga eisini
ein góður dagur hjá okkum,
at koyra við ferðafólk, men
tað merkiliga var, at tey bert
gingu
frammvið
okkum,
hóast onkur kom og spurdi,
hvar teir "reyðu bussarnir
koyrdu frá". Tá vit spurdu,
hvat tey meintu, søgdu tey, at
tey høvdu verið í kunningar
skúrinum á bryggjuni og í
Kunningarstovuni, har tey
høvdu fingið at vita, at tey
vóru vælkomin at nýta teir
"reyðu bussarnar" sum vóru
ókeypis. Aftur má ein spyrja,
hvar er ferðamannavinnan.
At býráðslimir við borgar
stjóranum á odda billa okk
um havnarborgarum inn, at
hetta er "ókeypis" koyring,
so er hetta eftir mínum
tykki
rein
manipulatión.
Tí sannleikin er - sum ein
av frammstandandi býráðs
limunum upplýstu okkum
hýruvognsførarum, sum vóru
á staðnum, har bussarnir
vórðu frammvístir, at 1% av
inntøku
býráðsins
vórðu
nýttir til bussleiðina. So
ókeypis er hetta ikki.
Havi tó onki ímóti hes
um tiltaki, men at skatta
borgarans
pengar
skulu
nýtast til fría busskoyring
hjá útlendskum ferðafólki,
er eftir mínum tykki útyvir
alt mark. Brúka almennar
pengar fyri at taka ein part
av livibreyðnum hjá hýru
vognsførarum, ístaðin fyri
at ferðafólk vóru ein inntøka
fyri samfelagið (um onkur
heldur, at eg gremji meg, so er
tað ikki so. Eg havi mítt uppá
tað turra, men teir flestu
hýruvognsførarar hava bert
hesa einu inntøku).
Annars
var
tað
sera
hugnaligt í gjár seinrapartin,
at síggja hesar vælklæddu
býráðslimir standa framman
fyri 10 nýggjum bussum við
Hannibal og Angerlia í barna
fagnaðinum í bakgrundini
reklamera
fyri
nýggju
bussunum. Sum stór børn.
Hetta klæddi tykkum væl.
Per Niels Persson
Tórshavn tann 4. juli 2011
Føroyar sum ferðamannaland
– eg meini tað