Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-07-15, síða 29
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 15. juli 2011síða 29

‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

29 Fríggjadagur 15. juli 2011 · Nr. 81 Sosialurin TF-Holding, sum m.a. eigur Tryggingarfelagið Føroyar P/F, Betri pensjón P/F og Eik Banka Føroyar P/F, vil styrkja um fíggjarligu stýringina av virkseminum. Fyri at lúka herdu og øktu krøvini til bankar og tryggingarfeløg hava vit tørv á einum roknskaparfólki, sum skal vera við til at lyfta øktu krøvini til rapportering saman við okkum. Vit kunnu hugsa okkum, at tú: Hevur roknskaparførleika og kunnleika til fíggjarvinnuna umframt førleika/royndir at arbeiða við fíggjarstýringsskipanum og rapportering úr hesum. Fyrimun hevur: Umsøkjari við hægri útbúgving so sum t.d. HD-R, Cand. Merc. ella líknandi. Og harumframt hesar fakligu og persónligu eginleikarnar: Góðan førleika í Excel rokniarki Góðan KT førleika Góð samstarvs – og samskiftisevni Áræði Náttúrligan myndugleika Analytisk evnir Broytingarsinni Kann arbeiða sjálvstøðugt Góð/ur at halda freistir Vit kunnu bjóða tær: Fjølbroytt og avbjóðandi starv í eini spenn- andi fyritøku, sum er í stórari menning. Eitt starv í eini fyritøku við greiðum málum, virkisfúsum starvsfólkum og góðum arbeiðs- umstøðum. Ein fyritøka við ítøkiligum kjarnuvirðum, har vit hava vilja til lønandi vøkstur, virða heildina, eru ágrýtin og nær- løgd, hava eina langtíðarhugsjón og eru broytingarsinnað. Til rætta fólkið hava vit eitt gott og av- bjóðandi starv við kappingarførari løn, góðum setanartreytum, sjálvstøðugum arbeiðsøki og góðum møguleikum fyri støðugari før- leikamenning, har viðkomandi sjálv/ur verður við til at byggja starvið upp og mynda tað frameftir. Talan er um nýtt starv, so tillagingar kunnu møguliga ávirka uppgávuinnhaldið. Lønar-og setanartreytir: Starvið verður sett sambært sáttmála millum Yrkisfelagið Trygdina og Føroya Arbeiðs- gevarafelag. Lønin verður ásett í mun til royndir og førleika. Er hetta nakað fyri teg, ella hevur tú spurn- ingar til starvið, kanst tú senda teldupost til Heina Joensen, deildarstjóra, á hjo@trygging.fo Umsóknarfreistin er 18. august 2011 kl. 12.00. Umsókn við avriti av viðkomandi prógvum skal sendast til: Tryggingarfelagið Føroyar Starvsfólkadeildin Kongabrúgvin Postsmoga 329 FO-110 Tórshavn Ella umvegis okkara heimasíðu www.trygging.fo Starvslýsing TF HOlding HEvur brúK Fyri rOKnSKaParFólKi