fríggjadagur 15. juli 2011síða 31
‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
31
Fríggjadagur 15. juli 2011 · Nr. 81
Sosialurin
www.torshavn.fo
Moldpláss
Kunning um moldplássið Frammi í Dal í Kollafirði
Við hesum verður sagt frá, at kommunala moldplássið við landsvegin Frammi
í Dal í Kollafirði verður latið aftur 1. august 2011.
Borgarar, ið skulu beina burtur mold og avgrevstrartilfar skulu, í tíðini
inntil nýtt moldpláss er fingið til vega, venda sær til kommunala mold- og
tyrvingarplássið í Húsahaga.
Tyrvingarplássið í Húsahaganum er opið mán.-hós. kl. 8-16 og frí. kl. 10-16,
telefon nr. 302042.
Sagt verður frá, at Tórshavnar kommuna arbeiðir við at fáa til vega annað
pláss í økinum.
tórshavnar
kommuna
Í februar 1989 avtalaði táverandi Kollfjarða kommuna við festaran av Sjóvarhaga, fremri partur, at
burturbeina mold- og avgrevstrartilfari á økinum Frammi í Dal. Fyri tveimum árum síðani avgjørdi
friðingarmyndugleikin, at virksemi skuldi halda uppat og at annað hóskandi pláss skuldi finnast.
Tað er skylda kommununnar at útvega pláss til mold- og avgrevstrartilfar samb. løgtingslóg nr. 77,
frá 1. juli 1984, § 2.
ALMANNAMÁLARÁÐIÐ OG HEILSUMÁLARÁÐIÐ
Avmarkað avgreiðsla
í summarfrítíðini
Almannamálaráðið og Heilsumálaráðið fara í
summarfrítíðini frá
18. juli – 5. august 2011
bert at avgreiða tey mest neyðugu og átrokandi
málini.
Hetta tíðarskeið ber til at fáa fatur á ráðunum
hvønn gerandisdag millum kl. 10-12 á fartelefon
734030.
Avgreiðslan er opin aftur sum vanligt frá
mánadegnum
8. august 2011.
Almannamálaráðið
Heilsumálaráðið