Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-07-15, síða 38
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 15. juli 2011síða 38

‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

surr 2 Nú skulu vit ikki longur vera bangin um, at telefonin ella i-podurin brenna út, tá vit liggja á strondini. Eitt nýtt sólkyknu- bikini kann løða telefonina, meðan tú sólar tær. Tað er 30 ára gamli Andrew Schneider, sum er sniðgevi, og hann hevur seymað 40 pappístunnar og liðiligar sólkyknur inn í toyið. Sjálvandi eru eisini usb-stikk seymað inn í, so tú fært sett telefonina til. Tað tók 80 tímar at framleiða fyrsta modellið, og hóast bikini'ið verður seymað eftir málunum hjá kvinnunum, so kostar tað bert 200 dollarar, sigur tíðindastovan Wenn. Bikini við løðara Rólant Waag Dam Fyri nøkrum árum síðani hendi tað, sum ikki skuldi henda. Áðrenn hetta høvdu føroyingar staðið saman. Vit vardu hvønn annan, ansaðu eftir hvørjum øðrum og øll vistu, hvar vit høvdu hvønn annan. Tað vóru dagar, og tað var nógv betri tá. Tað vita øll, sum hava livað so leingi. Tey, sum hava upplivað Føroyar áðrenn lagnudagin tann 13. desember í 2006. Hetta var dagurin, tá 17 løgtingslimir hugdu upp um føroysku bøgarðarnar og út í heimssamfelagið. Teir bukkaðu undir trýstinum, rendu Føroyar um koll og atkvøddu fyri eini orðing í grein 266 b í revsilógini, sum eg ikki ynski at endurtaka her. Síðani tá hevur tað gingið ein veg - lúks móti helviti! Longu 15. desember fór Faroe Jet í gjaldssteðg og 1. januar 2008 fór felagið á húsagang. Áðrenn 13. desember 2006 bygdu vit undirsjóvartunlar, men so seint sum í hesi vikuni fingu vit staðfest, at tað ikki ber til at fíggja slíkar verkætlanir longur. Áðrenn 2006 peikaði pílurin hjá Eik Banka beint móti himli, men nú er oddvitin í føroyska fíggjarheiminum farin so logandi á heysin. Í 2006 tosaðu vit eisini um ein skúla í Marknagili. Ein verkætlan sum var á gáttini til at realiserast og hornasteinurin skuldi leggjast, men eftir vanlukkuligu samtyktina henda kalda vetrardagin í desember í 2006, hava tung og myrk skýggj hingið uppi yvir okkara – fyrr so vøkru – oyggjum, og skúlaverkætlanin er enn ikki vorðin veruleiki. Henda dagin, tann 13. desember í 2006, vóru tað 13 mans, sum ávaraðu. 13 mans, sum vistu hvønn veg tað fór at bera, um vit lurtaðu eftir nýggjastu vitan á økinum og annars bara fylgdu rákinum, sum restin av heimssamfelagnum ger. Glíðibreytin var teirra sjónarmið og glíðibreytin er veruleiki í dag. Aftur í summar hevur heimssamfelagið eyguni vend henda vegin. Aftur í summar hava vit serfrøði og gransking sum sigur, at føroyingar eiga at umhugsa støðuna í einum máli, sum nemur okkara samleika sum tjóð. Men í summar standa vit saman. Komið øll somul og ignorerið heimssamfelagið. Latið okkum biðja øll tey fremmandu halda kjaft, ella í øllum førum ikki lurta eftir teimum. Komið og skítið á, hvat heimssamfelagið heldur, og hvat vísindin sigur – komið og drepið grind í summar! eydna@sosialurin.fo So hendir tað aftur Summar redaktørur Eydna Skaale Land nummar 193 Heimurin hevur fingið eitt nýtt land. Tað hendi seinasta leygardag, tá Suður-Sudan loysti frá Sudan og útnevndi Suður-Sudan sum ein suverenan stat. Hetta hendi við eitt stórt hátíðarhald í høvuðsstaðnum Juba. Suður-Sudan er heimsins land nummar 193. Hvør er ársins áskoðari? Sosialurin skrivaði í seinastu viku, sum myndatekst til hesa myndina, at ítróttarfólkini á Isle of Wight fingu dyggan stuðul frá áskoðarunum. Men tað er kanska so sum so við dygga stuðlinum. Fleiri blunda hálvsovandi, onkur geispar, onkur hyggur burtur frá ítróttarøkinum, onkur tosar í telefon og onkur pussar brillurnar. Hini síggja heldur ikki endiliga út til at vinna ársins áskoðaraprís í bræði. Salva Kiir er fyrsti forsetin í Suður-Sudan