mánadagur 18. juli 2011síða 2
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 18. juli 2011 · Nr. 82
mánadagsblaðið
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Útgevari: Sp/f Sosialurin
Uppseting: Sosialurin
Prent: Prentmiðstøðin
Avgreiðsla: mán - frí
kl. 08.00 - 16.00
Marknaðardeild
lysing@sosialurin.fo
Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn
tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo
Norðoyggjar Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687, klaksvik@sosialurin.fo
Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814,
aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo
Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja
tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá.
Tel. 341800
www.sosialurin.fo
Oddagrein
Dagsins redaktørur: Eyðun Klakstein
Ein 85 ára gamal maður í
týska býnum Bremerhaven
var so óheppin at renna á
konu sína, sum fekk stóran
skaða og mátti flytast á
sjúkrahús.
Sambært
løg
regluni rendi maðurin tvær
ferðir á konuna.
Maðurin skuldi bakka
bilin út frá húsunum, men
varnaðist ikki, at konan
stóð aftanfyri. Úrslitið var,
at hann bakkaði á hana,
so hon datt og fekk skaða í
bæði beinini. Fólk, sum stóðu
tilburðin, skundaðu sær yvir
til teirra. Í somu løtu gjørdi
maðurin av at koyra fram
við tí úrsliti, at hann koyrdi
tvørtur um beinini á konuni
eina ferð afturat, sigur løg
reglan í Bremerhaven við
tíðindastovuna DPA.
Í farnu viku skrivaði Sosialurin í
fleiri greinum um, at stórir profilar
í føroyskum politikki nu takka
fyri seg, og túsundtals atkvøður,
sum seinastu árini eru farnar til
hesar politikarar, eru nú av álvara
tøkar hjá øðrum valevnum at
kappast um. Jóannes Eidesgaard,
Anfinn Kallsberg, Hergeir Nielsen,
Marjus Dam, Andrias Petersen,
Katrin Dahl Jakobsen, Sjúrður
Skaale og hini hava fingið nógvar
atkvøður frá veljarunum, men nú
stilla hesi fólkini ikki uppaftur á
løgtingsvalinum, sum skal verða í
seinasta lagi í januar komandi ár.
Hetta gevur pláss í løgtinginum.
Onnur valevni – nýggir politikarar –
hava nú betur kjans at sleppa í løg
tingið, og ein størri útskifting, enn
vit hava sæð seinnu árini, er gjørlig
nú. Samfelagsfrøðingur heldur, at
útskiftingin í løgtinginum hevur
verið ov lítil, og tað, sum nú hendir,
er meira vanligt, tá ið samanborið
verður við onnur ting.
Løgtingið
skal
onkursvegna
umboða føroyska fólkið, og ein
fjølbroytt umboðan mann, tá ið
alt kemur til alt, verða tað besta
fyri tingið. Tí kemur tað ikki bara
illa við, at nakrir av teimum eldru
politikarunum takka fyri seg, so at
tað verður pláss fyri yngri fólki. Í
løtuni kunnu løgtingsfólk, sum eru
undir 40 ár, væl og virðiliga teljast
á einari hond, og tað er ikki røttvís
umboðan, tá ið hugsað verður um
samansetingina av fólkinum. Tí
hevði tað verið kærkomið, um tað
komu fleiri yngri fólk í løgtingið á
komandi vali.
Kvinnurnar eru eisini undirum
boðaðar í løgtinginum, men batar
hava verið, og framhaldandi verða
gjørd átøk fyri at fáa kvinnur í
tingið. Vónandi sæst eitt úrslit av
hesum arbeiði á komandi løgtings
vali.
Hetta er nakað, sum flokkarnir
eiga at hugsa um, tá ið teir rekru
tera valevni og føra hesi fram í
valstríðnum. Flokkarnir eru ikki
serliga sterkir sum organisatiónir,
og lokalu valfeløgini eru farin mest
sum burtur í einki, eftir at Føroyar
eru blivnar eitt valdømi, og tí kann
tað verða sera trupult hjá yngri
fólki og kvinnum at berja seg fram
at í flokkunum. Avleiðingina av tí
síggja vit aftur í verandi løgtingi.
Nú sterkir politikarar av bygd
takka fyri seg í politikki, hava
økini kring landið onga trygd fyri,
at avloysararnir hjá teimum eisini
verða úr sama øki. Valdømini
eru burtur, og tí kann avloysarin
hjá Jóannes Eidesgaard eins væl
verða eitt fólk úr Havn sum ein
suðuroyingur. Men fyri løgtingið
er tað umráðandi, at umboðanini
í tinginum er fjølbroytt – eisini
landafrøðiliga.
Nýggir politikarar hava
nú betur kjans at sleppa í
løgtingið
Nakað síðani kom fram, at
Tórshavnar Býráð arbeiddi
við eini ætlan um at fáa eitt
fittligt býartok at koyra í
havnargøtum í summar.
Ætlanin var serliga at tað
skuldi koyra runt í havn
argøtum við fólki á ólav
søku.
Býráðið hevur havt fólk
at arbeiða við málinum,
men borgarstjórin, Heðin
Mortensen, sigur, at tað er
so tvørligt, at nú er ætlanin
slept.
Hann sigur, at tað vóru
serliga
myndugleikakrøv,
sum gjørdi tað so møtimikið,
at tað varð meiri møði enn
føði og tí varð ætlanin
slept.
Fyrst skuldi tokið
skrásetast sum trak
torur og tað skuldi
leggjast ein heilt føst
ferðaætlan fyri, hvar
tokið skuldi koyra.
Men varð vikið tað
allarminsta
frá
hesi
rutuni,
skuldi
aftur
serligt loyvi
fáast til tað.
Hetta var
ikki ætlanin
við tokinum, tí endamálið
var nettupp at koyra runt
í gøtuni og kunna gera
avstikkarar ymsastaðn, sum
hugurin og umstøðurnar nú
bjóðaðu til.
Ætlanin var eisini at
brúka tokið til skipaðar
ferðir við ferðafólki og
ferðaleiðara,
sum
kundi
greiða frá.
Men tá ið tað ikki bar til,
er ætlanin slept.
Slík tok eru vanligar
býarmyndir
aðrastaðni,
men her verður tað so
ikki, á hesum sinni í øllum
førum.
Einki tok á
ólavsøku
Fjølbroytt umboðan
– Mann skal ikki verða sartur,
tá mann fer inn har.
Soleiðis ljóðaði ein við
merking eftir showið hjá
Pipari og Salt um
vikuskiftið.
Nei, fólk
skulu helst
tola eitt sindur av sterkari
kryddi enn pipar og salt, fara
tey til nýggja showið hjá
Jákupi Veyhe og Sjúrði
Skaale.
Og líkt er til, at
tey eru nógv, sum
vilja
hava
for
herðaðu
ferðina
ígjøgnum
Føroya
søgu.
Upprunaliga stóðu tvær
framsýningar á skránni í
Norðurlandahúsinum,
men Pipar & Salt hava
nú fylt stóra salin
seks ferðir, og nýggj
eykasýning er sett á
skránna týskvøldið.
eydun@sos.fo
Fólk vilja hava pipar og salt
Rendi á konu sína – tvær ferðir
Tjóð
skapar-
politikkur
á vandakós
kjak á síðu 10
Hvør
hugsar
um familj
urnar?
kjak á síðu 11
Eyðun Klakstein
eydun@sosialurin.fo