mánadagur 18. juli 2011síða 4
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 18. juli 2011 · Nr. 82
4
Sosialurin
Áki Bertholdsen
Nú er treystitalið hjá vanliga
brúkaranum positivt fyri
fyrstu ferð síðan 2007
Treystitalið hjá føroysku
brúkarunum fer úr minus 9 í
januar í ár, upp í 2 frá juni.
Í 2010 gekk spakuliga
framá við treystinum hjá
føroysku brúkarunum, men
í januar 2011 fall treystitalið
– og nú er tað so farið upp
aftur.
Hetta kemst allarhelst
av hvøkkinum, sum vanligi
føroyingurin
fekk
av
kreppuni í Eik og húsagangin
hjá Fiskavirking.
– At treystitalið hjá føroy
sku brúkarunum nú fer upp,
bendir á, at keypihugurin
hjá vanliga føroyinginum
er við at batna aftur, sigur
Fíggjarmálaráðið.
– Tað er væntaða fíggjar
støðan, metingin av búskap
argongdini, væntaða arbeiðs
loysi og sannlíkindini fyri
at brúkarin fer at spara upp
næsta árið, sum er grund
arlagið undir treystitalinum
hjá føroysku brúkarunum.
– Føroyski brúkarin er
positivur í øllum hesum
viðurskiftum í nýggjastu
konjunkturkanningini sam
anborið við konjunkurkann
ingina, sum varð gjørd fyri
hálvum ári síðan.
aki@sosialurin.fo
Áki Bertholdsen
Tænastuvinnan
hevur
havt
framgongd
og
væntar, at stóri vøksturin
í eftirspurninginum fer at
halda fram komandi árið.
Fyri at lýsa gongdina,
hava vit eitt tal, tey nevna
treystitalið og tað gevur
eina ábending um, hvussu
vinna og brúkarar meta
støðuna beint nú og um
gongdina seinast árið og
tað næsta árið.
Hetta er tað, sum eisini
veriður nevnt ein kon
junkturkanning.
Og tað kann stað
festast, at stórur vøkstur
er í treystitalinum hjá
tænastuvinnuni, tí tað er
hækkað úr 16 í januar í ár,
upp í 63 juni í ár.
Tænastuvinnan
er
ein rættiliga fjølbroytt
vinnugrein og hon fevn
ir bæði um banka- trygg
ingarvirksemi, ferðavinnu,
flutning,
lýsingavirki,
KT- og annað ráðgevarar
virksemi.
– Tað er hent nógv á før
oyska banka og tryggingar
økinum frá januar til juni í
ár. Óvissan um framtíðina
hjá Eik varð loyst, tá ið
TF-holding keypti Eik, og
Bank Nordik hevur vaksið
sítt virksemið munandi við
at keypa Amagerbankan
í Danmark. Framgongd
hevur eisini verið í ferða
flutningsvinnuni
í
ár
samanborið við í fjør, tá
ið øskan úr Íslandi gjørdi
um seg.
At treystitalið hjá tæn
astu
og
byggivinnuni
er hækkað so nógv, skal
sjálvandi
takast
við
einum ávísum fyrivarni,
men í øllum førum er
talan um ein munandi
vøkstur í í hesum báðum
vinnugreinunum.
Tænastuvinnan hev
ur havt stóra framgond
í seinastuni og tænastu
vinnan væntar, at stóri
vøksturin í eftirspurningi
num fer at halda fram
komandi árið.
Áki Bertholdsen
Kommunustýrið
hevur
havt málið til viðgerðar
og har samtykti komm
unustýrið fleiri atfinning
ar ímóti ætlanini, sum nú
liggur á borðinum.
Eitt, sum kommunu
stýrið í Eysturkommunu
fýlist á, er at tann ætlaða
fólksliga tilgongdin er
slept.
Kommunusamanlegg
ingar eiga at verða avgjørd
ar við fólksligari tilgongd og
fólkaatkvøðu, sigur komm
unan á heimasíðu síni.
Men kommunustýrið
tekur heldur ikki undir
við, at Eysturkommuna
bara fær tvinnar kostir í
at velja, nevniliga at verða
ein kommuna saman við
Fuglafirði ella at leggja
saman við Eysturoynni,
so at øll Eysturoy, uttan
Sundalagið, verður ein
kommuna.
Kommunustýrið held
ur, at Eysturkommuna
eigur eisini at fáa møgu
leikan at verða verandi
kommuna fyri seg, men
at aðrir møguleikar eisini
eiga at standa kommununi
í boði
Í Eysturkommunu eru
tey samd í, at sum mest
av uppgávunum eiga at
verða loystar í nærum
hvørvinum.
Undir øllum umstøð
um má ongin ivi vera
um, at vald og gjald skulu
fylgjast, sigur kommunu
stýrið í Eysturkommunu.
Føroyingar síggja
bjartari upp á
framtíðina
Útlit Føroyingar eru vorðnir bjartskygdari. Tað vísir
nýggjasta konjunkturbarometrið, ella treystitalið,
sum Fíggjarmálaráðið hevur roknað út
Vilja sleppa at velja
KOMMUNUR Í Eysturkommunu
taka tey ikki undir við ætlanini
hjá landsstýrinum at leggja
kommunur saman eftir teirri
kós, sum nú er sett út í kortið
Tænastuvinnan havt
stóra framgongd
HANDIL Hesa seinasta tíðina
hevur tænastuvinnan havt
stóra framgond. Tað staðfestir
Fíggjarmálaráðið í eini fráboðan
Randi Jacobsen
Fyrst segði Paul Watson
koma fríggjadagin í seinastu
viku so var tað leygardagin.
Í morgun hevði politiið
í Føroyum framvegis einki
frætt aftur frá felagsskapi
num Sea Shepheard.
Hetlendsku myndugleik
arnir hava lagt á Steve Irwin,
tað størra skipið hjá Sea
Shepheard, og seinni í dag
frættist væntandi, um skipið
verður latið leyst aftur.
Paul Watson hevur bara
tað minni skipið, Birgitte
Bardot at koma til Føroya við,
men tað skipið er so lítið, at
tað illa klárar seg einsamalt,
verður sagt.
Færøernes Kommando vil
einki siga um málið, heldur
ikki um danska sjóverjuskipið
er til reiðar at taka ímóti
Watson, um hann kemur.
Færøernes Kammando vísir
bara til politiið.
Um nakað hendir, kann
danska sjóverjuskipið fáa ein
virknan leiklut, nú føroysku
sjóverjuskipini liggja bundin
við tryggju.
Jón Klein Olsen, vara
politikommiserur
visi
í
morgun púrt einki um, hvar
Paul Watson mundi vera
staddur. Hann visti ikki
meira nn, hvat fjølmiðlarnir
hava borið av tíðindum.
Sum skilst hevur poliitið
ikki sett nakað politistalið at
taka ímóti Paul Watosn.
– Vit eru fyrireikað, sum
vit eru til allar aðar uppgáv
ur. Men kemur hann, vænta
vit ikki tað stóra hundaslags
málið, sigur Jón Klein Olsen.
randi@sosialurin.fo
Bíða eftir Watson
Politiið í Føroyum hevur einki frætt um, nær og um Paul
Watson frá Sea Shepheard kemur til Føroya