Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-07-18, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 18. juli 2011síða 6

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 18. juli 2011 · Nr. 82 6 Sosialurin Eina viku styttri í skúla SKÚLI Hesi bæði næstu árini skulu skúlabørn og lærarar, vera nakrar dagar styttri í skúla enn nú. Áki Bertholdsen Hetta er ikki fyri at gera skúlagongdina stuttligari hjá børnunum, men fyri at geva lærarum betri møgu­ leika at fara á skeið at menna seg fakliga. Næsta skúlaár verða skúla­­dagarnir tveir færri enn teir eru í ár og skúlaárið 2012-2013 verða tríggir dagar afturat klíptir burtur av tímatalvuni, so at tilsamans verður skúlaárið eina viku styttri. – Hetta verður gjørt fyri, at allir lærarar fólkaskúlans kunnu fáa høvi at fara á skeið­ini í fakligari lesing og kunningartøkni, sum NÁM skipar fyri næstu tvey skúla­ árini. – Pisakanningarnar hava staðfest, at tað er stórur tørv­ur á at menna lesifør­ leika og kunningartøkni í fólkaskúlanum, sigur Helena Dam á Neystabø, lands­ stýriskvinna í skúlamálum. Hon sigur, at bæði fyri næmingar og lærarar er tað minst nervandi at stytta skúlaárið í hesum sam­bandi. At fáa allar lærarar á skeið er so umfatandi, at skuldi tað verðið gjørt í stigum, so at vikarar undir­ vístu fyri lærarar, sum fóru á skeið, hevði tað tikið fleiri ár, áðrennn allir lærarar høvdu fingið eftirútbúving á hesum øki. – Skulu vit lyfta allan lærarahópin í senn, er neyð­ ugt at seta eina serliga skipan í verk og nyttan av, at allar lærarar fáa hesar førleikar, er munandi størri enn vansin at fækka skúla­ agarnar eitt sindur í tvey skúlaár, sigur landsstýris­ kvinnan. Hvørki Brimil ella Tjaldrið tøk at hjálpa Bæði vaktar og bjargingarskipini, Brimil og Tjaldrið, liggja við bryggju í hesum døgum og sostatt er hjálpin til skip, sum koma í trupulleikar undir Føroyum, munandi skerd. Áki Bertholdsen Eingi føroysk vaktarskip eru tøk at hjálpa skipum undir Føroyum í løtuni. Tað fekk manningin á Varðanum at føla sviðan av, tá ið eldur kom í skipið fríggjanáttina. Hvørki Brimil ella Tjaldið vóru tøk at hjálpa og tí var onki at gera enna at senda bjargingarbátin Ziska avstað at sleipa Varðan til lands. Ongin vandi var fyri skip ella manning, men trolið mátti kappast og fór fyri skeytið, so har misti skipið eina hálva millión. Vóru Tjaldrið ella Brimil til taks, høvdu tey kunnu bjarga trolinum. Virkandi stjóri á Fiski­ veiði­­sefirlitinum, Johan Simonsen, er harmur um støðuna og hann viðgongur, at hetta serstakliga óheppið. Men hann leggur afturat, at orsøkin til, at bæði tey stóru skipini liggja, er væl kend og hon er, at tað mangla pengar. Játtanin til Fiskiveiði­ eftirlitið er so tepur, at tey hava rætt og slætt bara hava ráð at hava skipini í ógvuliga avmarkaðari sigl­ ing og í løtuni liggja so bæði skipini. Men tað verður bara nakrar fáar dagar at bæði skipini liggja. Bæði skipini vórðu tveir dagar í farnu viku, og hósdagin fer Tjaldrið aftur í sigling. Hetta er í samsvari við siglingarætlanina, sum varð løgd tíðliga í vár og sum varð send landsstýrismanninum í fiskivinnumálum. Mangla manning Ein orsøk til at tey ligga, er eisini at fáa ein part av summarfrítíðini frá hond­ ini. Fíggjarligu umstøðurnar hava eisini ført við sær setanarsteðg og tað merkir, at fólk eru ikki sett fyri stýrimenn og aðrar, sum eru farin frá fyri aldur. Sostatt hevur Fiski­veiði­ eftirlitið heldur ikki nóg mikið av manning til at hava bæði skipini í sigling so nógv, sum ynskiligt. Men hann staðfestir, at er talan um neyðstøðu, eru skipini tøk at fara til hjálpar, men støðan hjá Varðanum varð ikki mett at vera ein neyðstøða og at missa eitt trol er heldur mett at vera ein neyðstøða. Annars vísir hann á, at danska sjóverjan er undir Føroyum við skipi og tyrlu og er altíð tøk, tá ið ástendur og tað skal ikki undir­met­ ast. Skatturin í Suðuroy rapar niður Inntøkurnar hjá kom­ mununum í Suðuroy av skatti, eru munandi mink­ aðar fyrra hálvár í ár, afturímóti fyrra hálvári í fjør. Tað vísir ein uppgerð yvir kommunuskattin í ár, afturímóti í fjør. Tilsamans er inntøkan av kommunuskatti í Suð­ uroy næstan 4,5% minni fyrstu seks mánaðirnar í ár, enn sama tíðarskeiði í fjør. Afturgongdin í Suður­ oy verður serliga greflig, tá ið hugsað verð­ur um, at verður skattainntøkan hjá øllum kommununum lagd­ ur saman, er hann til­ samans 1,01% hægri hig­ artil í ár, enn fyrra hálvár í fjør. Hetta hevur verið gong­din í Suðuroy í alt ár og eisini í juni mánaða var skattainntøkan nógv minni enn í juni í fjør. Kristin Michelsen, borg­ arstjórin á Tvøroyri harm­ ast um gongdina. Hann heldur, eitt, sum merkist, serliga í Vági, er, at arbeiðið upp á ellis- og røktar­ heimið er liðugt og tað sæst aftur í fellandi inn­ tøku. Annars var var júst ellis- og røktarheimið Hamragarður í Vági, mett sum eitt átak, sum fór at føra til hækkandi skatta­ inntøkur í Suðuroy, tí eftir ætlan skuldi tað skapa eini 50 nýggj arbeiðspláss. Men Kristin Michelsen dugir ikki at síggja tey arbeiðsplássini aftur í skattainntøkunum. – Hevði tað verðið, sum sagt varð, at størvini á Hamragarði vórðu nýggj størv, hevði tað heilt vist munað, men samstundis, sum fólk eru sett har, eru tey søgd upp aðrasaðni, so tilsamans er framgongdin lítil og ongin, sigur hann. Borgarstjórin heldur, at einasti vegur fram er at táa nøkur føst, almenn størv í Suðuroy. Eitt nú dugir hann ikki at skilja, hví Norð­oyggjar hava eini 50 fleiri ársverk í almanna- og heilsu­ tænastum enn Suður­ oyggin hevur, tí fólkatalið er áleið tað sama. Hvørki Brimil ella Tjaldri kundu í farnu viku fara at hjálpa Varðanum, sum hevði fingið trupulleikar