mánadagur 18. juli 2011síða 40
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
vika 29 l 18. juli 2011
4
Tíðindi
Divaz er ein nýggjur bólkur, ið er sam
ansettur av royndum tónleikarum og
songkvinnum. Hetta er ein bólkur, ið
sigur seg osa av spæligleði og orku.
Tær tríggjar songkvinnurnar, Anna
Maria Olsen, Malan Eyðunsdóttir og
Laila Carlsen, kenna vit frá ymiskum
tónlistarligum høpum, men at síggja
tær allar tríggjar á palli saman er nakað
heilt serstakt og forkunnugt. Saman
hava tær funnið eitt heilt serligt ljóð
og tónaunivers, sum ikki er hoyrt fyrr
her á landi. Tær eru allar sera dugnaligir
solistar, ið við sínum sangi og karisma
megna at koma út um pallkantin og
fanga áhoyraran, og sum kórsangarar
eru tær eisini í heimsklassa. Tær eru sera
ymiskar sum songkvinnur, men samljóð
teirra fær tónlistarligu upplivingina at
ganga upp í eina hægri eind.
Afturat sær hava tær ein hóp av sera
dugnaligum tónleikarum – Henning Hjalt
Nicodemussen, Jóhan Ziskason, Bjarka
Meitil og Bjarna Lisberg.
Tónlistarligi stílurin er ein blanding av
nýggjum og gomlum. Ein samanrenning
av fangandi poppløgum, vøkrum R&B
balladum, pumpandi Rock N Roll,
frekum Soul og Diva. Sera
áhoyraravinarligur tónleikur við
høgum undirhaldsvirði.
Tríggjar kvinnur
á odda fyri Divaz
Tríggjar songkvinnur
eru á odda fyri lívliga
og festliga bólkinum
Divaz, sum skal
spæla á Summar
Festivalinum í ár.
Australska
super
modellin Elle Mac
Pherson hevur verið
nevnd »The Body«,
tí hon í síni stórtíð
hevði ein av vakr
astu kroppunum
í mótaheiminum,
men nú ætlar
hon sær ikki longur at stríðast fyri
at varðaveita sín tiltikna kropp.
– Eg eri ikki 20 ár longur, og eg tími
ikki at sprinta á rennibondum í fleiri
tímar longur. Tí havi eg gjørt av, at
eg ætli mær ikki longur at halda mín
kropp viðlíka, sigur 48 ára gamla Elle
MacPherson við blaðið The Mirror.
Men heilt av lagi fer hon neyvan.
Hon gongur framvegis høgt upp í røkt
og vælveru, og hon íðkar fleiri krevjandi
ítróttargreinar.
– Eg elski at hava ein aktivan lívs
stíl, og tað ætli eg mær at halda fram
við, sigur hon.
The Body gevur
skarvin yvir
Fleiri evni, ið hava verið brúkt til at
verja timbur móti roti, eru eitrandi,
og kunnu seta heilsuna hjá fólki í
vanda og dálka umhvørvið. Rot
vardur viður kann innihalda arsen,
krom, kopar og tjøruevnið kreosot,
sigur Umhvørvisstovan.
Viður, sum er viðgjørdur við
kreosot, er svartur ella brúnligur á
liti, og hevur ein sterkan eyðkendan
lukt av tjøru. Viður, sum nýliga er
trýstviðgjørdur við arsen og kromi,
hevur ein veikan gulgrønan lit,
meðan viður, sum er viðgjørdur við
rotverju við kopari, er týðiliga grøn
ur. Liturin ferst við tíðini.
Hóast eitrandi evnini ikki verða
brúkt í sama mun nú sum áður, er
týdningarmikið at geva sær far um
vandan. Í mun til ES og granna
londini, er ongin lóggáva í Føroy
um, sum tryggjar, at eitrandi evni
ikki eru í rotvardum viði, sum fæst
til keyps.
Á heimasíðuni hjá Umhvørvis
stovuni umhvorvisstovan.fo, ber ti
at lesa meira um evni, og fáa góð
ráð.
Lønirnar
eru tær
somu
Higartil í ár er áleið tað sama út
goldið í lønum samanborið við
somu tíð í fjør. Somuleiðis eru ein
ans smærri broytingar innan løn
irnar í høvuðsvinnunum.
Higartil í ár eru útgoldnar 2,75
milliardir krónur í lønum, og tað
er 0,4% minni enn í 2010. Innan
byggivinnu og aðra tilvirking er
ein lítil framgongd, meðan tað er
ein minking í lønunum í privatu
tænastuvinnunum.
Um hugt verður eftir teimum
einstøku vinnugreinunum sæst at
gongdin í lønargjaldingum hevur
verið ymisk higartil í ár. Størsta
framgongdin er innan ali- og
kryvjivirkið 16%, men tað er eisini
stór framgongd innan bygging. Í
hinum endanum er fiskavøruídn
aður í einum flokki fyri seg við eini
afturongd uppá yvir 20%. Somu
leiðis er stór minking í øðrum ídnaði
og innan fígging og trygging.
Ávara
ímóti eitr
andi evni
í timbri
Malan Eyðuns
dóttir, Laila
Carlsen og
Anna Maria
Olsen eru í
front hjá Divaz
Hetta er ein bólkur,
ið sigur seg osa av
spæligleði og orku.