Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-07-18, síða 44
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 18. juli 2011síða 44

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

vika 29 l 18. juli 2011 8 stjórin Dagfinn Olsen Kvinnan, sum stendur á odda í Vinnu­ húsinum hevur drúgvar arbeiðs- og útbúgvingarroydir at byggja á. Hon er útbúgvin fiskivinnufrøðingur frá Uni­versitetinum í Tromsø í­ 1993 og Mast­er of Management frá Robert Gordon University í 2003. Hon hevur arbeitt innan fiskivinnuna og ali­ vinnuna, í­ miðfyrisitingini og sum ráð­gevi í­ Vinnuhúsinum áðrenn hon gjørd­ist stjóri í­ Vinnuhúsinum. Starvið – At verða stjóri í­ Vinnuhúsinum um­ fatar dagligu leiðsluna, sátt­mála­ sam­ráðingar við fakfeløgini á privata arbeiðs­marknaðinum, røkt av áhuga­ málunum hjá arbeiðsgevarafeløgunum og vinnugreinafeløgunum í Vinnu­hús­ inum, umboðan og annað. Trívist væl – Her eru nógvar ymiskar uppgávur at arbeiða við, nógv samband við fólk í­ vinnuni og samfelagnum annars, og týdningarmiklar uppgávur at fáa loystar, sigur Marita Rasmussen. Støðan í vinnuni – Støðan í­ vinnuni sum heild er merkt av, at seinastu árini hava verið trupul hjá flestu vinnugreinum. Tað sær tó út til at vit eru komin á slætt og at niðurgongdin er steðgað, metir Marita Rasmussen. Framtíðin – Torført at taka alla vinnu undir ein­ um. Fyri flestu vinnugreinar er støð­ an í løtuni tann, at vinnan merkir, at niður­gongdin er steðgað og í­ summ­ um vinnugreinum er vøkstur í eftir­ spurninginum eftir vørum og tæn­ astum. Alivinnan gongur sera væl, með­an fiskivinnan framvegis arbeiðir við at fóta sær, heldur stjórin í Vinnu­ húsinum, sum millum annað eisini er stýris­limur í­ Arbeiðsloysisskipanini og Grans­k­ingarnevndini, sum umboð Føroya Arbeiðsgevarafelags. Vit eru komin á slætt Stjórin, ið vit hitta hesaferð, eitur Marita Rasmussen. Marita Rasmussen er stjóri í Vinnuhúsinum, og hon byrjaði í hesum starvinum tann 1. jan 2008. Fyritøka: Vinnuhúsið, Tórshavn Aldur: Føroya Arbeiðsgevarafelag var sett á stovn í­ 1943 – fyri 14 árum síðani virksemið hjá arbeiðs­ gevara­feløgunum og vinnu­greina­feløgunum lagt undir felags heitið Vinnuhúsið Starvsfólk: 7 – Her eru nógvar ymiskar uppgávur at arbeiða við, nógv samband við fólk í­ vinnuni og samfelagnum annars, og týdningarmiklar uppgávur at fáa loystar, sigur Marita Rasmussen. Mynd: jens kristian vang Navn: Marita Rasmussen Aldur: 43 Hjúnafelagi: ja Børn: ja Starv: Stjóri í­ Vinnuhúsinum Niðurgongdin í vinnuni er steðgað