Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-07-18, síða 46
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 18. juli 2011síða 46

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

vika 29 l 18. juli 2011 10 bleyti stólurin Lýs teg sjálvan við trimum orðum? Positiv, familjukær, stedig. Hvat orð ella hvønn setning nýtir tú oftast? Onki problem. Hvat er tað fyrsta tú gert um morgunin? Vaki børnini og fari í gongd við at gera klárt til dagsins gerning. Hvat stressar teg? Tá ið eg veit, at tað eru ting, ið eg skal gera, og ikki eri blivin liðug við gjøgnum dagin og bara liggja og bíða eftir mær. Tað kann stressa meg … Hvat gleðir teg? At man skal hava loyvi til at vera so ríkur, at tú fær loyvi til at vakna upp hvønn morgun, saman við tveimum børnum, ið fylla tær dagin við lívsgleði, látri og smíli. Eisini at kunna hava ein dag, har tú er saman við nógvum fantastiskum fólkum. Nær feldi tú seinast eitt tár? Tá ið eg á páskum segði eitt seinasta farvæl við ein av mínum nærmastu. Hvat var seinasta ynski, sum tú fekst uppfylt? Mær dámar sera væl Roger Water »The Wall«. Var so heldig at sleppa til tað onki minni enn fantastisku konsertina hjá teimum í Parkini í mai. Tað má nokk sigast at verða eim »once in a life time« uppliving. Hvar arbeiðir tú? Marknaðardeildini í SMS. Hví valdi tú at arbeiða júst SMS ? SMS er eitt sera spennandi hús at arbeiða í, har tað altíð eru nógvir bóltar í luftini í senn, og tú kemur í samnband við nógv fólk. Har henda nógv ting alla tíðina, og tað er ongin dagur, ið er eins Eg eri við til at skapa rammurnar rundan um eina rúgvu at tingum, ið henda, og hettar dámar mær sera væl. Hvat lag er heimsins besta? Eg kann ikki siga, hvat er heimsins besta, tí tað er so nógvur tónleikur, ið eg haldi er sera góður. Men eitt lag, ið mær dámar sera væl er »If tomorrow never comes« hjá Ronan Keating. Haldi at tað er eitt sera sigandi lag. Hvat er besta uppfinningin og hví? Besta uppfinningin man allarhelst verða vaskið og uppvaskimaskinan. Tann uppfinnarin man allarhelst verða »kvindens bedste ven«. Tað eru 2 tól, ið eg absolut ikki kundi verið fyri uttan. Hesi tól ger dagligdagin so ómetaliga nógv lættari. Hvat hevur tú í lummunum beint nú? Onki, havi ongan lumma. Hvat er keðiligast við Føroyum og hví? Føroyar er eitt deiligt land. Bara eitt sum er eitt sindur strævið, og tað er, at tað skal verða so ótrúligani dýrt, um tú ætlar tær ein túr uttanlands… Hvussu ofta speglar tú tær? Tað er ein góður spurningur. Man brúka einar 10 minuttir framman fyri speglinum um morgunin. Annars verður tað væl skeitt inn í spegilin, hvørja ferð man kemur til eitt vask á einum vesi. Nokk fá vesi, har ein spegil ikki hongur framman fyri vaskinum. Hvussu ofta ert tú hjá frisør? Hmmm, tað er ein góður spurningur. Royni at strekkja tað til 10. hvørja viku, men tey deiligu gráu hárini hava hug at koma fyrr og fyrr, so tað er nokk eitt sindur oftari eftir hondini. Hvar ert tú um 10 ár? Tað er eitt sindur ringt at siga, men vónandi her í Føroyum, og njóti tað fantastiska lívið, saman við míni deiligu familju. Føroyar eru eitt deiligt land Navn: Linda Kølleskov Starv: Marknaðarfólk Besta uppfinningin man allarhelst verða vaskið og upp­ vaskimaskinan Mynd: álvur haraldsen