mánadagur 18. juli 2011síða 54
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
vika 29 l 18. juli 2011
18
Send myndir og stuttan tekst til mottokur@sos.fo
Gyltir fimleikarar
Føroyskir fimleikarar vunnu heili 28 heiðursmerki, tá ið oyggjaleikir í fimleiki vóru
hildnir á Jersey farna vikuskiftið.
Fimleikurin var ikki við á oyggjaleikunum á Isle of Wight. Tí var skipað fyri fimleika-
oyggjaleikum á Jersey um vikuskiftið. Og føroysku fimleikararnir fingu sera góð úrslit.
Tey vunnu heili 10 gull, 9 silvur og 9 bronsu heiðurmerki.
Í liðkappingini gekk væl. Tað endaði við, at Føroyar á fyrsta sinni í oyggjaleikahøpi
vunnu liðkappingina – bæði hjá monnum og kvinnum. Á liðnum hjá
monnunum vóru Fróði Mortensen, Øssur D. Eiriksfoss, Rósing
Dam, Jóni B. Christiansen og Olivur D. Eiriksfoss. Á liðnum
hjá kvinnunum vóru Fríðhild Norðgerð, Kristina Toftegaard,
Anita S. Davidsen, Eydna Danielsen, Katrin Wardum og Herdis
Thomsen.
Oyggjarnar, sum luttóku á
fimleikaoyggjaleikum vóru Jersey, Áland,
Isle of Man, Bermuda, Cayman Islands,
Ynys Mon og Føroyar
Móttøkur
Myndir: Jens Kristian Vang
Øssur D. Eiriksfoss gjørdi
eitt ordans hál á Jersey
Rósing Dam vísur errin
síni heiðursmerki fram
Familja og vinir møttu
til móttøkuna
Føroysku fimleikararnir vunnu
heili 28 heiðursmerki í kapping
við aðrar oyggja á Jersey