Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-07-18, síða 56
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 18. juli 2011síða 56

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

vika 29 l 18. juli 2011 20 ymiskt Bilurin hesa vikuna verður fastur táttur í Vikublaðnum: Lesarar eru vælkomnir at senda okkum gamlar myndir (helst myndir sum eru eldri enn umleið 1970) saman við stuttum teksti og onkrum upplýsingum til adressuna: maggi@ sosialurin.fo Vilmund Jacobsen Nú útróður er í andglettinum, tí polit­ iski myndugleikin hevur skert veiði­ møguleikarnar fyri vinnuligari línu­veiði inni við land, hava vit valt at taka ein tilvildarligan útróðrarbát í Viku­Blaðið hesaferð. Kunngerðin, sum Fiski­mála­ ráðið hevur lýst, bannar nevniliga vinnu­ligari línuveiði nærri enn hálvan til tríggjar fjórðingar úr landi. Útróðrarmenn eru alt annað enn fegnir um hesa avgerð, sum eftir teirra tykki er úr vón og viti. Sambært kunn­ gerðini verða útróðrarbátar við línu nú útihýstir frá góðum hýsuleiðum og leiðum eftir gráum fiski nærri landi, enn ásetingin loyvir. Útgerðarmaður hjá Kristi Mariu er Fríðun Kristina Hansen, sum er kona Meinhard Jacobsen, fyrrverandi stjóra í Faroe Seafood. Maðurin, sum øll árini hevur drivið bátin á útróðri, er nólsoyingurin, Krist­ in Hansen, verfaðir Meinhard og pápi Fríðun. Mamma Kristin doyði barsilssong, tá Kristin varð føddur, og vit halda okk­um vita, at navnið á mammuni var Krist­ ina, sum Kristin er upp­kall­að­ur eftir. Kristina gongur eisini aftur í millum navninum hjá útgerðar­mann­inum. Krista Maria er ein stórur og rúm­ ligur útróðrarbátur, bygdur í Kanada. Nakrir bátar, sum líkjast hesum, eru keyptir heim til Føroya og ein teirra – Marianna av Strondum – fórst vestan fyri í januar mánað í ár, tá Sonni Johansen og Elfinn Vang vóru á veg aftur av útróðri. Teir vórðu báðir bjargaðir. Hesir bátar verða annars sagdir at vera góðir í sjónum – ikki minst, tí teir eru so breiðir og heldur flatbotnaðir. Krista Maria – ein stórur kanadiskur útróðrarbátur Útróðrarbáturin Krista Maria TN 1090 er bygdur í Kanada í 2003, og longu í 2004 er báturin heimahoyrandi í Føroyum. Tað er Fríðun Kristina Hansen, sum er útgerðarmaður, og hon er kona Meinhard Jacobsen, fyrrverandi stjóra í Faroe Seafood Gamal advokatur, sum ikki hevur verið av Guðs bestu børn­um, liggur til at doyggja. Tá vinmaður kemur at vitja, gerst hesin ovfarin av at síggja, at advo­katurin liggur og lesur í Bíbliuni. Vinmaðurin: – Hvat gert tú – lesur tú í Bíbliuni? Advokaturin: – Ja, eg leiti eftir sniðgøtum... Tá Guð hevði skapt jørðina, hvíldi hann seg. Sama gjørdi hann, tá hann hevði skapt mannin. Men síðan hann skapti kvinnuna, hava hvørki Guð ella maðurin hvílt seg :) Nær gongur tað illa hjá einum tannlækna? - Tá hann ikki sær ein kjaft... Luft­ súkkling Magnus Gunnarsson Myndin, sum er tikin umleið 1950, er av Óla Christian Jacobsen bilførara í Havn við sínum Chevrolet lastbili. Hesir Chevrolet lastbilarnir vóðu gjørdir av General Motors í USA frá mið­skeiðis í 40-unum. Bilurin hevur nummarplátuna Fø100. Óla Christian átti seinni tveir aðrar hýruvognar við somu numm­ar­ plátu. Óla Christian koyrdi við egnum lastbili í Havn og koyrdi eitt nú vørur fyri Landshandilin, áðrenn hann mið­ skeiðis í 50-unum byrjaði at koyra sum hýruvognsførari á bilstøðini Auto. Tað var bilasølan Vilhelm Nielsen í Jónas Broncksgøtu, sum seldi Che- vro­let í Føroyum. Bilurin hesa vikuna Mynd: Solveig Jacobsen Fakta Navn: Krista Maria Smíðistaður/ ár: Guimond Boats Ltd. Escuminac Kanada (2003) Longd: 13,62 metrar Breidd: 4,72 metrar Maskina: Volvo Penta/ 650 HK Útgerðarmaður: Fríðun Kristina Hansen