Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-07-20, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 20. juli 2011síða 2

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 20. juli 2011 · Nr. 83 mikudagsblaðið Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Útgevari: Sp/f Sosialurin Uppseting: Sosialurin Prent: Prentmiðstøðin Avgreiðsla: mán - frí kl. 08.00 - 16.00 Marknaðardeild lysing@sosialurin.fo Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo Norðoyggjar Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687, klaksvik@sosialurin.fo Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814, aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá. Tel. 341800 www.sosialurin.fo Oddagrein Dagsins redaktørur: Eyðun Klakstein Fyrstu fýra mánaðirnar í ár hevur talið av løntakarum verið umleið 23.200 og er hetta umleið 950 færri sam­anborið við í fjør. Serliga stór minking hevur verið í aldursbólkinum 25 til 39 ár. Í apríl vóru 23.260 løntakarar, sum er 965 færri enn í apríl í fjør. Minkingin er 4%. Tað vísa tøl frá Hagstovu Før­oya. Tað eru afturgongd í øll­ um høvuðsvinnugreinum, men serliga innan fiskivinnu og aðra ráevnisvinnu er mink­ingin stór. Serliga stór er minkingin í aldursbólkinum 25 til 39 har 1.568 færri løntakarar eru. Ein orsøk til at tað eru 20% færri løntakarar í ald­ urs­bólkinum 25 til 39 ár er gongdin í fólkatalinum. Síðan 2005 eru tað vorðin 1.150 fólk færri í Føroyum í hesum ald­ursbólki. Í øllum hinum aldursbólkunum eru fleiri, men kortini er tað ongin fram­gongd av løntakarum uttan í bólkunum 55-66 og 67-74 ár. Síðani 1992 hava føroysk fót­bólts­ feløg luttikið í altjóð kappingum, sum UEFA skipar fyri. Úrslitini hava verið misjøvn, og summi ár hevur gingið avbera illa hjá før­ oysku feløgunum. Men føroysk feløg hava eisini skapt stór úrslit hesi 19 árini, og í summar hevur tað veruliga eydnast føroyskum feløg­ um at fáa góð úrslit burtur úr sín­ um heimadystum. Fýra ferðir hava føroysk fe­løg spælt Europa Cup dystir á heima­ vølli í summar, og bert einaferð hevur tað lukkast útiliðnum at sleppa avstað við sigrinum. Hin­ vegin hava trý feløg klárað javnleik ímóti sterkum feløgum, og fleiri av avrikunum hava verið heilt góð. Í gjárkvøldið var HB um reppið at vinna á svensku meistarunum. Malmø FF vann fyrra dystin ímóti HB 2-0, og hóast svenskarar vóru vandamiklari í dystinum í gjárkvøldið, var avrikið hjá HB sera gott, og í seinna hálvleiki legði HB seg á odda. HB royndi at fáa eitt mál afturat fyri at hava kjansin at koma víðari, men tað hevði helst við sær, at Malmø í yvirtíðini fekk møguleikan at javna. Frammanundan hava EB/Streymur og NSÍ eisini spælt javnleik á heimavølli, og ikki minst javnleikurin hjá NSÍ ímóti EB/ Streymi var imponerandi. Umframt góðu avrikini hjá feløgunum, hevur føroyska landsliðið eisini staðið seg væl, og í seinasta landsdystinum endaði tað við sigri á Estlandi. Hetta hevur tí verið eitt gott fót­bóltssummar, og avrikini vísa, at hóast tað gongur upp og niður, tá ið føroysk feløg og landslið taka lut í europeiskum kappingum, sum kunnu vit saktans verða við – eisini tá ið svenskir meistarar og Premier League feløg vitja okkum. Føroyingar eiga at verða fegnir um møguleikan at taka lut í altjóða fótbóltskappingum á hægsta stigi. Altjóða luttøkan hevur lyft føroyskan fótbólt á eitt støði, sum ikki hevði verið gjørlig uttan hesa luttøku. Eitt stórt millióna­ tal av krónum koma hvørt ár inn í føroyskum fótbólt umvegis luttøk­ una í kappingum hjá UEFA og FIFA, og ítróttarligu avbjóðingarnar og upplivingarnar hava gjørt, at før­ oyskur fótbóltur í dag er komin á eitt støði, har vit veruliga megna at takast við feløg og lond, sum hava munandi størri fíggjarorku, fólkatal og møguleikar enn vit. Altjóða luttøkan hevur lyft føroyskan fótbólt á eitt støði, sum ikki hevði verið gjørlig uttan hesa luttøku Vígdis Fjallstein, sum vit kenna best úr Faroe5, hevur júst lagt út spildurnýtt stak­lag á YouTube umvegis fjepp­arasíðu sína á Face­ book. Vígdis hevur í eitt longri tíðarskeið havt fram­førslur sum solistur. Haraftrat arbeiðir hon við at gera egið tilfar. Hetta sæst millum annað aftur á nýggju Amnesty fløg­ uni, sum kemur út seinni í ár, har Vígdis eigur eitt av teimum tíggju løgunum, sum fingu pláss á fløguni. Eitt lag, sum hon gjørdi sam­an við mammu sínari Hansu Fjallstein, ið skrivaði orðini. Nú er Vígdis aftur frammi við feskum tilfari, sum hon hesaferð hevur gjørt saman við Eyðfinn Jensen og Thor Simonsen. Tað er eisini Eyðfinn, sum hevur framleitt og tikið upp saman við Bárður Há­ berg, ið so hevur miksað og masterað sangin. Forget You, sum lagið eit­ur, verður ivaleyst at hoyra, tá Vígdis spælir á Ó-festivalinum í Steinatúni í Havn tann 28. juli klokkan 23. Inn til ta tíð ber til at hoyra lagið á YouTube. rolant@ sos.fo Vígdis við nýggjum sangi Gott fótbóltssummar Virkni rithøvundin Jens Pauli Heinesen er deyður. Jens Pauli Heinesen skriv­ aði eitt nú skaldsøgurnar Ald­urnar spæla á sandi, Reka­maðurin og Frænur eitur ormurin, sum hann eis­ ini fekk M.A. Jacobsens heið­ ursløn fyri. Jens Pauli Heinesen las til lærara í Danmark á Emdrup­ borg statsseminar­ium og tók prógvið har í 1956. Hann var lærari niðri eitt skifti, kom so til Føroya og gjørdist lærari við Tórshavnar komm­ unuskúla 1957. Var eisini lærari við Realskúlan og Venj­ ingarskúlan, fór so frá sum lærari í 1970 fyri at gerast rithøvundur burturav. Og nú andaðist hann so, 78 ára gamal. Jens Pauli farin Færri yngri løntakarar Taki und­ir við felags­ komm­unu kjak á síðu 12 Pro­vins­ býurin og hini kjak á síðu 13 Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo